VEÐRIÐ Í FUNNINGI
JANUAR 2024
VEÐURSTOVA FØROYA
Alt skjalið í pdf: Veðrið Í Funningi
Funningur
Funningur er bygd norðalaga í Eysturoy – á vestara armi av Funningfirði – í einum djúpum dali millum høg fjøll.
Funningsfjørður er eystan fyri bygdina – úr landnyrðingi niður í landssynning sunnan.
Tey høgu fjøllini nær við bygdina ávirka veðrið í bygdini, og tey eru (roknað úr suðuri):
- Húsafjall (626m) sunnan fyri bygdina
- Vaðhorn (727m) í útsynning úr bygdini
- Slættaratindur (880m) í høgan vestan úr bygdini
- Gráfelli (856m) í vesturhallan norðan úr bygdini
- Middagsfjall (601m) í eysturhallan norðan úr bygdini
Mynd 1: Kort av Eysturoy. Funningur sæst í reyða kringinum
Veðrið í bygdini
Veðrið í Funningi er tengt at ættini, sum tað er í øllum støðum í Føroyum.
Sveiggini ímillum gott og ringt veður kunnu vera stór, og bert lítil munur í ættini ger mun í veðrinum í bygdini. Ættirnar vestan fyri bygdina eru góð verja, tá ið lítið er av vindi, men er vindur, gerst hann ójavnur við hørðum hvirlum.
Ímóti eystri er eingin verja, bygdin liggur opin.
Alt meðan veðrið aðrastaðni í Føroyum kann vera munandi øðrvísi.
Fyri at fáa greiði á hvussu veðrið er á teimum ymsu ættunum í Funningi, setti undirritaði seg í samband við Jógvan Højsted (JH) og Jóanes Johannessen (JJ) úr Funningi. JH er ættaður úr Funningi, vaks upp har, men flutti úr bygdini, tá ið hann var ungur. Nógv ár seinní flutti hann aftur til heimbygdina at búgva. JJ er somuleiðis funningsmaður og hevur búð har alt sítt lív.
Við til samrøðuna í heimunum hjá JJ hevði eg spurnarblað – til allar 16 ættirnar, ið vanliga eru umtalaðar í bygdini:
Ø Er vindurin javnur ella ójavnur á ættini
Ø Er meira vindur í ættini enn aðrasteðs – ella øvugt
Ø Er ættin vát – t.e. regn, tá ið turt er aðrastaðni – ella øvugt
Ø Er hetta mjørkaætt?
Ø Er ættin vanliga ein góð ætt ella ein ring ætt – ber til at siga tað við fáum orðum?
Ø Onnur viðurskifti um ættina, søgur, fyribrigdi, hendingar o.s.fr.
Spurdir vóru somu spurningarnar ætt fyri ætt. Byrjað varð við norðan, og var farið allan kringin runt eystureftir, og steðgað var við heil- og hálv- og millumættirnar.
Spurningar og svar og aðrar viðmerkingar síggjast aftast í hesum skjali.
Mynd 2: Tær 32 ættirnar. Til samrøðuna eru ikki allar 32 ættirnar brúktar, men onnurhvør - t.e. heil-, hálv- og millumættirnar.
Norðan
Tá ið ættin er norðan, kemur vindurin oman av Gjáarskarði og oman ígjøgnum ánna (Dalsá).
Mynd 3 Funningur úr norði. Vindurin kemur oman av Gjáarskarði og er ógvuliga ójavnur, tá ið nakað av vindi er.
Hóast Funningur er lítil bygd, er tað ymiskt, hvussu norðurættin upplivist í bygdini. Ovarlaga og úti á Bø er ættin ógvuliga ójøvn við hørðum hvirlum; niðri við kirkjuna er hon meira jøvn.
Vanliga er ikki meira vindur í Funningi á norðurætt, enn tað er fyri alt landið.
Ættin er vát, norðan grætur – ein keðilig terraætt. Tað kann tó vera turt, tá ið turrveður er kring landið.
Norðan er ikki mjørkaætt ella nøkur ring brimætt.
Yvirhøvur er ættin góð í lítlum vindi, men hevur harðar hvirlur í ringum veðri og er skaðaætt – er vindferðin meiri enn 15 m/s, er hann hundur.
Landnyrðingur norðan
Á landnyrðingi norði stoytist hann niður ígjøgnum Skúvadalsskarð og Funningslíð frá Múlanum og inneftir. Longri inni kemur hann í vindin, sum er á veg úteftir – teir møtast, og hann doyr á miðjum fjørði.
Tað fer at mala útfyri. Ættin veit ikki, hvat hon skal.
Landnyrðingur
Landnyrðingur strekkir Líðina inneftir allan vegin heim til kirkjuna.
Mynd 4: Ímóti landnyrðingi
Landnyrðingur er góð ætt í Funningi, kanska tann allarbesta ættin, saman við landnyrðingi eystri. Á geil er hann tiltikin góður. Ovast í bygdini kundu tey ganga millum húsini við ljósi, tá ið nógvur vindur var.
Rak tað fram ígjøgnum Breiðurók, sum er langt oman fyri bygdina ímillum Eiðisskarð og Gjáarskarð, var gamalt, at 8 mans kundu ikki rógva ímóti á Norðhavinum. Bæði funningsmenn og gjáarmenn ræðast ættina., tí nógvir menn eru farnir á havinum á ættini.
Dalurin millum Funning og Gjógv er so langur, at landnyrðingurin ikki strekkir allan dalin – ættin verður etin upp. Á Gjáarskarði er bert eitt lítið lot, hóast vindferðin kring landið er 30 m/s.
Tað er minni vindur í ættini, enn tað er kring landið.
Høgættirnar eru yvirhøvur vátar, duga ikki til hoyggj – ringur terri.
Landnyrðingur er ikki mjørkaætt, og tað er bert brim í ódnarveðri.
Tyril eitur fjallið, og niðastu við sjóvarmálan er Funningsmúli. Hann kallaðu funningsmenn fyri skjøldur og stendur sum ein verja fyri høgættini.
Landnyrðingur eystan
Landnyrðingur eystan er góð ætt í Funningi, kanska tann allarbesta ættin, saman við landnyrðingi. Allar ættirnar úr landnyrðingi niður í landsynning eru góðar í Funningi. Lotið kemur av Oyndfjarðarfjalli.
Mynd 5: Ímóti landnyrðingi eystri
Eystan
Tá ið hann liggur av eystri, kemur lotið av Líðarenni ella av Skarðinum, tað velst um, hvar tú ert staddur í bygdini.
Mynd 6: Ímóti eystri
Eysturættin er ein góð ætt í Funningi, kanska tann besta ættin saman við landnyrðingi.
Vindurin av eystri er javnur, liggur inn eftir fjørðinum, vindferðin er minni enn hon er kring landið.
Eysturættin er ikki ein vát ætt ella mjørkaætt. Heldur ikki brimætt.
Landsynningur eystan
Veðrið á landsynningi eystri líkist veðrinum á landsynningi. Lotið kemur úr Elduvík.
Mynd 7: Ímóti landsynningi eystri
Landsynningur
Tá ið ættin er landsynningur, kemur lotið undan Elduvíksnesi. Landsynningur er besta ætt í Elduvík.
Mynd 8: Ímóti landsynningi
Á landsynningi er vindurin javnur, eingin hvirla. Vindferðin er helst minni enn fyri landið. vindurin er javnur. Uppi í Dalsbø eingin landsynningur, hann blívur burtur, fjallið stendur sum ein múrur aftanfyri.
Landsynningur er ikki mjørkaætt og er vanliga ikki vátur, men tað kann vera vátt viðhvørt. Ættin er tann besta terraættin, men tað kundi eisini regna illa onkuntíð.
Landsynningur er kyrruætt – einki brim – helst tann kyrrasta ættin sum er.
Ættin er góð, tann besta í bygdini, saman við hinum ættunum úr landsynningi upp í landnyrðing.
Landsynningur sunnan
Veðrið á landsynningi suðuri líkist veðrinum á landsynningi, men úti á Bø byrjar hann at blanda – t.e at gerast ójavnur, men langt er millum hvirlurnar.
Mynd 10: Ímóti landsynningi suðuri.
Sunnan
Tá ið ættin er sunnan, stendur Húsafjall fyri. Hetta ger lítlan og ongan vind í hampuligum veðri.
Mynd 11: Ímóti suðuri
Á suðuri er stilli í støðni og deyðastilt niðan fyri kirkjuna. Hann strekkir heim á tangar. Fer hann upp í útsynning, kemur hann oman ígjøgnum bygdina.
Er illveður, er suðurættin sera ójøvn – kemur báðumegin Húsfjall.
Tað er meiri vindur í ættini, tá ið tað er sunnan, og ættin er eisini yvirhøvur ein vát ætt.
Sunnan er ikki mjørkaætt, og tað kann vera brim av bakslátri frá Kalsoynni, tá ið sjógvurin verður pressaður út og innaftur.
Ættin er lumpin. Skaðaætt í hvirlum – turkiløgini lógu viðhvørt sløtt á suðuri.
Útsynningur sunnan
Útsynningur sunnan er sum útsynningur – og er saman við útsynningi vestri helst ringasta ættin í Funningi.
Útsynningur
Allar ættirnar úr suðuri, vesturum og upp í norðan eru ringar ættir í Funningi.
Mynd 12: Ímóti útsynningi.
Er vindurin av útsynningi, er vindurin ójavnur í Funningi, og tað er meira vindur, enn tað er kring oyggjarnar.
Í góðum veðri er lítil vindur, góð terraætt.
Útsynningur kann hava nógv regn við sær, og fer hann vesturum, eru grovir skúrar omaneftir ígjøgnum bygdina. Yvirhøvur eru høgættirnar vátari enn lágættirnar.
Útsynningur er ikki ein góð ætt í Funningi, men tó eru ættirnar báðumegin útsynning helst ringastu ættirnar í bygdini.
Um summarið kann mjørki vera á útsynningi, og ættin er ikki roknað sum ein brimætt.
Útsynningur vestan
Veðrið á útsynningi vestri líkist veðrinum á útsynningi – og er saman við útsynningi suðuri helst ringasta ættin í Funningi.
Vestan
Tá ið hann kemur av vestri, kemur hann oman ígjøgnum bygdina av vestaru røðini á Slættaratindi.
Mynd 14: Ímóti vestri
Tá ið ættin er vestan, er vindurin ójavnur, men javnari enn á útsynningi. Vindferðin er tann sama ella meiri sum fyri landið.
Ikki ein ring skaðaætt. Yvirhøvur eru færri skaðar av vindi í Funningi samanborið við aðrar bygdir.
Ættin er ikki serliga vát í Funningi og er ikki mjørkaætt.
Sum við hinum ættunum úr landsynningi suðuri, vesturum og upp í norðan, er hon ikki góð, men hon er frægari enn útsynningur.
Útnyrðingur vestan
Tá ið ættin er útnyrðingur vestan, er veðrið í Funningi sum á vestri.
Útnyrðingur
Tá ið hann kemur av útnyrðingi, kemur lotið oman av røðini ímillum Gráfelli og Slættaratind.
Mynd 15: Ímóti útnyrðingi
Útnyrðingur er sum vestan og hinar ættirnar har umkring. Hann strekkir omaneftir og eftir bygdini úteftir. Hon er ikki roknað sum ein góð ætt.
Vindurin er ójavnur, og tað kann – líka sum á norði – vera nógvur vindur millum skørðini.
Á útnyrðingi er vindferðin tann sama sum fyri landið, ella eitt sindur meir. Líkasum á vestri.
Ættin er vát, men er ikki mjørkaætt.
Brim er á útnyrðingi – hann pressar seg úteftir fjørðinum og eystur ímóti Kalsoynni og so kemur brimið.
Útnyrðingur norðan
Veðrið á útnyrðingi norði líkist veðrinum á norði og útnyrðingi. Kemur hann oman ígjøgjnum Gjáarskarð, er hann blivin norðan.