Um knøtturin omanfyri ikki riggar, royn so at trýsta á eitt ikon við triðmun prikkum. Um tað ei heldur riggar, royn so aftur við Chrome.
Legg inn Veður.fo sum app.
Vanliga við at trýsta á eitt ikon við triðmun prikkum. Um ikki, so royn aftur við Chrome.
Veður forsøgn
Forsøgn í dag
Tórshavn,
Hitastig
3°C
Avfall
0mm/h
Vindur
3m/s
UV:0,1
Sólarris: Sólsetur:
Fleiri dagar forsøgn
Dagur
Nátt
Fyrrapart Fyrrap.
Seinnapart Seinnap.
Kvøld
Hiti
Avfall
Vindur
UV maks
Há hitastig5°C/ Lá hitastig2°C
0,1mm
2–7 m/s
0,1
Há hitastig6°C/ Lá hitastig1°C
9mm
6–20 m/s
0,3
Há hitastig5°C/ Lá hitastig2°C
3,3mm
5–15 m/s
0,3
Há hitastig7°C/ Lá hitastig2°C
4,1mm
3–11 m/s
0,2
Há hitastig7°C/ Lá hitastig1°C
6,4mm
3–10 m/s
0,3
Nátt
Fyrrap.
Seinnap.
Kvøld
Há hitastig5°C/ Lá hitastig2°C
0,1mm
2–7 m/s
UV maks:0,1
Há hitastig6°C/ Lá hitastig1°C
9mm
6–20 m/s
UV maks:0,3
Há hitastig5°C/ Lá hitastig2°C
3,3mm
5–15 m/s
UV maks:0,3
Há hitastig7°C/ Lá hitastig2°C
4,1mm
3–11 m/s
UV maks:0,2
Há hitastig7°C/ Lá hitastig1°C
6,4mm
3–10 m/s
UV maks:0,3
Keldur: DMI, ECMWF, Open-Meteo
Forsagnir
Forsøgn galdandi til á middegi í morgin, skrivað klokkan 12 UTC.
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin minkar hann vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, og gongur vesturum til útnyrðing, samdrigið og yvirhøvur turt, tó okkurt æl í støðum. Í kvøld veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, enn samdrigið og okkurt æl í støðum. Í nátt gongur hann upp í útnyrðing og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frá líður regn ella ælaveður. Fyrrapartin í morgin veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt, men fram ímóti middegi ælaveður við regni ella kava. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Eitt hátrýst eystan fyri Kappan beinir kalda luft við vetrarligum ælaveðri ímóti Føroyum norðaneftir. Eitt lágtrýst dýpist í dag ímillum Jan Mayen og Ísland og fer í nátt og í morgin at ganga í landsynning ímóti Vesturnoregi. Køld luft við kavaælaveðri fer at reka í móti Føroyum av útnyrðingi í morgin og hósdagin. Fríggjadagin fer eitt hátrýst at liggja á leiðini vestan fyri Skotland, og tað fer at beina lýggjari luft ímóti Føroyum av vestri fríggjadagin og leygardagin. Um vikuskiftið dýpist eitt lágtrýst norðan fyri Føroyar, og tað fer at hava við sær eitt kalt luftrák við kavaælingi ímóti Føroyum av útnyrðingi.
Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin minkar hann vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, og gongur vesturum til útnyrðing, samdrigið og yvirhøvur turt, tó okkurt æl í støðum. Í kvøld veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, enn samdrigið og okkurt æl í støðum. Í nátt gongur hann upp í útnyrðing og veksur vindin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frá líður regn ella ælaveður. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin veksur hann vindin upp í frískan vind upp í strúk, 10 til 15 m/s, sum frálíður samdrigið og regn- ella kavaavfall. Tá líður á seinnapartin strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, í støðum 20 m/s. Um kvøldið kemur hann høgt og minkar vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, enn samdrigið og regn- ella kavaavfall. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og kavaælaveður, seinnapartin samdrigið og okkurt æl. Um kvøldið gongur hann vesturum til útnyrðing og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt æl. Um náttina fer hann niður í vestan og minkar vindin niður í lot til frísk lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn- ella kavaavfall. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn- ella kavaavfall. Um kvøldið og náttina frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, samdrigið og samregn. Hitin úr frostmarkinum upp í 8 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn, sum frálíður kavi. Um kvøldið og náttina frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og kavaælaveður. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 6 stig.
Sunnudagin
Frístk lot til frískan vind av utnyrðingi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt kavaæl. Um náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og kavaæl. Hitin úr 3 kuldastigum upp í 3 hitastig.
Forsøgn galdandi fram til á middegi mikudagin, skrivað klokkan 08:45 UTC
Vindávaring er fyri Fugloyarbanka og Íslandsryggin
Eitt hátrýst, 1023 hPa, yvir Irmingarhavinum beinir kalda luft við ælaveðri ímóti Føroyum og havleiðunum av norði.
Ytribanki
Norðan 3 til 8 m/s. Seinnapartin av ymsum ættum minni enn 5 m/s. Í kvøld vestan 8 til 13 m/s. Í nátt útnyrðingur 8 til 13 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Munkagrunnur
Norðan 8 til 13 m/s. Í kvøld vestan 3 til 8 m/s. Í nátt útnyrðingur 8 til 13 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Fugloyarbanki
Norðan 8 til 13 m/s. Seinnapartin norðan 5 til 10 m/s. Í kvøld útsynningur 8 til 13 m/s. Í nátt útnyrðingur 10 til 15 m/s. Fyrrapartin í morgin útnyrðingur 13 til 18 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Íslandsryggur
Norðan 3 til 8 m/s. Seinnapartin útsynningur 8 til 13 m/s. Í kvøld útnyrðingur 10 til 15 m/s. Fyrrapartin í morgin útnyrðingur 15 til 20 m/s. Gott ella toluligt sýni.