Pálsmessa og sól

VT 04-2020 – lisið 27/1 – 2020

Tann 24. Januar, sum var fríggjadagin, var Pálsmessa. Um hendan dag søgdu tey gomlu, at um sólin var frammi so leingi, at tú fekst stundir at saðla ein hest, so verður summarið gott.

Eg legði merki til, at fríggjadagin skein sólin í Havn fleiri ferðir millum middag og klokkan 15, soleiðis at tú kundi havt stundir at saðla fleiri hestar.

VØRN

Veðurstova Føroya

Hoyvíksvegur 69, FO-100 Tórshavn
[email protected]