Føhnvindur í Føroyum
25.04.2023
VT 19-2020 – lisið 18/5 – 2020
Eg greiddi fyri nøkrum vikum síðani, at eg hevði upplivað Føhnvind í Grønlandi. Ein eiðismaður ringdi til mín stutt eftir og segði, at hann hevði upplivað Føhnvind í Føroyum.
Teir vóru á útróðri sunnan fyri Saksun og róku suðureftir. Knappliga bleiv vindurin, sum lá niður av Saksunarbjørgunum, væl heitari, og hetta helt á eina løtu. Men so bleiv meira vanligt aftur, tá ið teir komu longur suður.