Mánin kemur upp

VT 33-2020; lisið í GMF 31/8 – 2020

Hetta veðurteknið er av Syðradali á Kalsoynni.

Um mánin kemur upp norðalaga – t.e. árakað Áarskarð oman fyri Árnafjørð – so koma ein ella tveir góðir dagar til veður.

Hinvegin, um hann hongur suðuri á Borðoyarnesi, so verður illveður.

VØRN

Veðurstova Føroya

Hoyvíksvegur 69, FO-100 Tórshavn
[email protected]