Pátrúgv á báti og bøi
25.04.2023
VT 35-2020; lisið í GMF 14/9 – 2020
VT 35-2020; lisið í GMF 14/9 – 2020
Mong fólk vóru fyrr full av pátrúgv, hvat veðrinum viðvíkir, og eru tað til deils enn. Í hoyna var ikki lukkuligt at leggja eina rívu frá sær við tindunum uppeftir, tí tað merkti regn. Tað sama merkti, um tú blásti í láturpípu.
Umborð á skipi ella báti var ikki loyvt at floyta. Tú kundi rokna við at fáa ein frammaná, tí at floyta pákallaði illveður.