At kóka vatn í grýtu

VT 47-2020; lisið í GMF 14/12 – 2020

Tá ið tú setur eina grýtu útá at kóka, so skalt tú fylgja væl við, hvar í grýtuni tað byrjar at kóka fyrst.

Um tað byrjar at kóka í grýtuni í miðjuni, so verður gott veður.

Kókar fyrst upp onkurstaðni við síðuna ella tromina á grýtuni, so kemur veðrið frá tí ættini.

VØRN

Veðurstova Føroya

Hoyvíksvegur 69, FO-100 Tórshavn
[email protected]