Rókurin svarti

VT 4-2021; lisið í GMF 25/1 – 2021

Ein maður úr Funningi ringdi til mín nú ein dagin og segði, at hann ein dagin um veturin í fyrru helvt av 60unum var inni í gamla handlinum, har tríggir eldri menn, sum vant, stóðu og prátaðu.

Kavi var, men bert eitt følv.

Knappliga brestur hurðin upp, og ein maður kemur inn og sigur, at hann sá eitt ringt tekn fyri løtu síðani.

Rókurin svarti var í ánni, og hetta merkir fellisár.

Rókurin svarti er ein fuglur.

VØRN

Veðurstova Føroya

Hoyvíksvegur 69, FO-100 Tórshavn
[email protected]