Ælabogin stendur í norðan

VT 20-2021; lisið í GMF 7/6 – 2021

Ein eldri klaksvíkingur fór til útróðrar sjálvur annar við línu fyri nokkso nógvum árum síðani. Júst lidnir at seta sigur hann við hin, at okur noyðast at draga línuna innaftur sum skjótast.

Hví tað? – spyr hin, okur hava jú akkurát sett línuna.

Jú, sigur formaðurin. Sært tú ikki ælabogan standa í norðan? – tað merkir illveður. Teir vóru beint komnir at landi aftur, tá var kolandi stormur av norði.

VØRN

Veðurstova Føroya

Hoyvíksvegur 69, FO-100 Tórshavn
[email protected]