Rekaviður á Lambavík
25.04.2023
VT 37-2021; lisið í GMF 15/11 – 2021
VT 37-2021; lisið í GMF 15/11 – 2021
Ein eldri maður úr Lamba ringdi til mín nú ein dagin og segði, at fyri nakað langari tíð síðani var fiskiloysi – og ein eldri skildmaður segði við hann, at nú kom fiskur heilt skjótt aftur, tí hann hevði sæð nógv rekatrø reka inn á Lambavík.
Og so varð! Ikki langa tíð eftir kom fiskurin, og tann góði fiskiskapurin helt sær í fleiri ár.