Haraldssund
08.05.2023
Haraldssund
Haraldssund er bygd sunnarlaga á eystursíðuni á Kunoynni við sundið, sum er ímillum Borðoy og Kunoy, eisni nevnt Haraldssund.
Kunoyggin er høg – í miðal tann hægsta í Føroyum. Fjøllini á Kunoynni eru sum ein fjallarøð. Sunnast er Suðuri á Nakki (703m), so Galvskorafjall (768m) beint vestan fyri bygdina og eftir tað Urðafjall (817m) og Middagsfjall (805m).
Á Borðoynni hinumegin sundið, sum bert er 400 til 500 metrar breitt, eru fjøll, sum hava ávirkan á veðrið í bygdini. Vindurin á ættunum úr útsynningi upp í útnyrðing slær ímóti fjøllum á Borðoynni og kemur yvir um sundið aftur.
Fjøllini eru í høvuðsheitum Snæfelli (644m) og Lokkin (754m).
Mynd 2: Haraldssund avmyndað í útnyrðing norðan. Ættirnar norður og suður ígjøgnum sundið eru góðar, vindurin fer ótarnaður eftir sundini, røkkur ikki inn í bygdina. Fjøllini á Kunoynni verja ímóti ættunum úr útnyrðingi vestri niður í útsynning sunnan, men er nakað av vindi, slær hann aftur úr fjøllunum á Borðoynni og kemur yvirumaftur. Fjøllini á Borðoynni verja ímóti ættunum úr landnyrðingi niður í landsynningi. Er ættin tvørtur um sundið, er vindurin ójavnari og hvirlurnar harðari á vesturættunum enn av eysturættunum.
Yvirhøvur er bygdin gott veðurpláss, tó kann onkur ættin vera ógvuliga keðilig. Liggjandi við eitt smalt sund við høgum fjøllum á báðum síðum – serliga eru fjøllini á Kunoynni høg – og bert lítil broyting í luftrákinum yvir Føroyar kann broyta veðrið nógv í Haraldssundi.
Fyri at fáa greiði á hvussu veðrið er á teimum ymsu ættunum í bygdini, setti undirritaði seg í samband við brøðurnar úr Haraldssundi Jákup Jacobsen (JJ) og Jógvan Paula í Kongsstovu (JPíK).
Við til samrøðuna í fundarhølinum hjá Veðurstovu Føroyar, sum eru á Sjónámi í Klaksvík, hevði eg spurnarblað til allar 16 ættirnar, ið vanliga eru umtalaðar í bygdini: Er vindurin javnur ella ójavnur á ættini Er meira vindur í ættini enn aðrasteðs – ella øvugt Er ættin vát – t.e. regn, tá ið turt er aðrastaðni – ella øvugt Er hetta mjørkaætt? Er ættin vanliga ein góð ætt ella ein ring ætt – ber til at siga tað við fáum orðum? Onnur viðurskifti um ættina, søgur, fyribrigdi, hendingar o.s.fr.
Spurt varð somu spurningarnar ætt fyri ætt. Byrjað varð við norðan, og var farið allan kringin runt eystureftir, og steðgað var við heil- og hálv- og millumættirnar. Nógvar av millumættunum hava sama veður við sær, sum heil- ella hálvættin beint við. Spurningar og svar og aðrar viðmerkingar síggjast aftast í hesum skjali.
Mynd 3: Tær 32 ættirnar. Til samrøðuna eru ikki allar 32 ættirnar brúktar, men onnurhvør - t.e. heil-, hálv- og millumættirnar.
Norðan Á norði fer vindurin suður ígjøgnum sundið. Vindurin er javnur og vindferðin tann sama sum fyri landið.
Viðvíkjandi avfalli, er tað tað sama sum fyri landið. Mjørki kann vera norðuri í sundinum um summarið, men tað røkkur ikki suður til bygdina.
Norðan er ikki skaðaætt.
Mynd 4: Myndin tikin norður ígjøgnum Haraldssund. Tá ið ættin er norðan, er javnur vindur suður ígjøgnum sundið. Vindferðin er tað sama sum fyri landið. Norðan er ikki ein vát ætt, tað regnar sum fyri landið. Mjørki kann vera norðuri í sundinum, men røkkur ikki suður til bygdina. Norðan er ikki skaðaætt.