Kelda: DMI

Solopgang:09:17

|

Solnedgang:15:13

Forsagnir í samstarvi við DMI

Torsdag den 30. november 2023.

Udsigt, der gælder til fredag aften kl. 18 UTC, udsendt kl. 16 UTC.

Efterhånden let til frisk nordlig og nordøstlig vind, vekslende skydække med enkelte byger, til dels med slud. Temp. mellem frysepunktet og 6 graders varme.

Hátrýstveður í Eysturgrønlandi

Í morgun komu sendandi myndir úr Eysturgrønlandi til okkara. Ein skipari á einum føroyskum línuskipi, sum hevur royndarloyvi innan fyri 3 fjórðingar, hevði tikið tær nakað fyri sólarris í morgun.

Gott veður at draga á leiðini í morgun. Tað sæst bæði á luftini og á sjónum. Taka vit sjógvin fyrst, so síggjast bert lítlar aldur fara undan ættini, minni enn 10 cm – tó saman við gamlari aldu, sigaldu. Vindferðin var 1 til 2 m/s – eitt fleyr ella lítið lot.

Í gjár var nakað av vindi á leiðini, upp í 15 m/s, og sjálvandi als ikki so slætt sum í morgun. Tað tekur alduni fleiri dagar at minka.

Í erva er nokkso klárt – tó ikki heilt klárt. Oman fyri ísfjøllini á myndini síggjast grá ótøtt skýggj (stratus), sum eru niðan fyri 2000 m, og oman fyri 6000 m síggjast rípur av frostskýggjum (cirrus). Oman fyri alt sæst bláur himmal.

Hetta er hátrýstveður. Bert 200 fjórðingar vestan fyri, har sum myndin varð tikin, var miðjan á einum hátrýsti à 1025 hPa. Tá er vanliga gott veður – lítil vindur og yvirhøvur klárt og turt. Tað hevur tað eisini verið í morgun.

Morgunroði

Ein roði sæst á myndini í havsbrúnni. Tað er ikki óvanligt og kann merkja okkurt, hvussu veðrið fer at verða.

Eitt føroyskt veðurtekn er um morgunroða, og Petur Hans Dahl segði segði soleiðis í Góðan Morgun Føroyar 9. oktober 2017:

Um sólin kemur reyð úr havi um morgunin, so kann mann eygleiða, hvussu tað gongur við roðanum út á dagin. Um roðin fer aftur í havið, er illveður, áðrenn dagurin er farin. Harafturímóti, um roðin fer upp á luftina og litar skýggini reyð, kann væntast við einum góðum degi.

Tann altíð so fryntligi vágbingurin endaði við at siga, at hatta hevði hann eygleitt fleiri ferðir, og at tað passaði sum oftast.

Í morgun fór roðin aftur í havið stutt eftir sólarris. Sambært veðurtekninum er hetta ikki gott, tí so verður skjótt illveður. Veðurforsagnirnar fyri leiðina, har hetta føroyska línuskipið roynir eftir toski, siga, at í morgin fer vindurin at veksa upp í 10 til 15 m/s av norði, onkra løtu upp í 13 til 18 m/s. Nakað tað sama veðrið, vit hava í Føroyum í hesum døgum.

Teir umborð á Vesturhavinum mugu brynja seg við sjaskveðri í morgin. Tað sæst bæði í sól og á skrift.

Eitt sindur meira um lýsing

Myndin er tikin í lágan landsynning (144) klokkan 0819 lokala tíð, 1 tíma og 22 minuttir fyri sólarris. Sólin var hesa løtuna eini 7-8 stig undir havsbrúnni. Tá ið tað lýsir fyri degi, fer myrkrið burtur og ljósið fram i stigum. Stigin er gjørdur eftir 6-tabellini, og tey síggjast á myndini niðanfyri.

Skýming og lýsing.png

Sólin reis í morgun klokkan 0941 á leiðini, Vesturhavið roynir. Myndin er tikin í lýsingini 1 tíma og 22 minuttir fyri sólarris. Tá var sólin góð 7 stig undir havsbrúnni, nevnt nautiskt lýsing á fakmáli.

Illveður aðrastaðni

Seinastu tíðina hava lágtrýstini gingið eina leið eystureftir tvørtur um Bretland og inn yvir Norðsjógvin. Í Føroyum hevur hetta havt við sær, at ættin fyri tað allarmesta hevur ligið millum eystan og landnyrðing.

Aðrastaðni hava lágtrýstini hava við sær nógvan vind og nógv regn. Tað hevur serliga verið í Englandi og Fraklandi, at veðrið hevur verið ringt. Men eisini í øðrum londum.

Fyri 2 vikum síðan tók eitt lágtrýst seg upp út fyri strondina í statinum New York í USA. Tað tók eina leið beint ímóti ensku kanalini. Tað dýptist skjótt og tók nógva vætu í seg upp úr havinum, meðan tað gekk eystureftir.

Screenshot 2023-10-30 120820 a.png Forsøgnin fyri hósdagin í síðstu viku. Trýstið í miðjuni á lágtrýstinum fór væntandi niður í 952 hPa, og nógvur vindur fór at vera av ættunum millum vestan og sunnan í Írlandi og sunnara parti av Englandi.

Roknað var við ringum veðri hósdagin síðstu viku og nakrar dagar fram, og mánadagin 30. oktober varð ávaring send út um ringt veður í sunnara parti av Englandi, upp í 36 m/s í hvirlunum og grimdaregn, sum kundi føra til stóra vatnflóð. Lágtrýstið fekk navnið Cierán (írskt dreingjanavn)

Tá ið lágtrýstið var farin eysturum og yvir Norðsjógvin dagin eftir, vóru nógvir skaðar í Englandi og oyggjunum í Kanalini. Nógv 1000 heim lógu uttan streym, sagt varð frá, at umleið 1 millión fólk lógu í streymloysi. Vatnflóðin var øgilig og fara at kosta tryggingarfeløgunum nógvan pening. Illeðrið fór seinni víðari suðureftir, niður ígjøgnum Evropa og hevði eisini oyðileggingar við sær í Italia.

Cieran 2.webp Tað sá út sum í einum vanlukkufilmi (disaster movie), segði ein, sum mestsum hevði mist alt húsið av vindi.

Nú væntast aftur eitt líknandi lágtrýst at fara næstan somu leið. Vindurin væntast ikki at fara at vera líka nógvur, men í Norðurfraklandi verður ávarað um nógv regn fráí dag til í morgin.

Illveðrið hevur fingið navnið Elisa (gentunavn)

Screenshot 2023-11-09 101942 gg.png

Frostrípur og veðurlag

Frostrípur, ið síggjast aftur úr flogførum, eru mannagjørd skýggj, sum liggja ógviliga høgt – oman fyri 10.000 metrar – og har er ógvuliga kalt. Eini 40 stig undir frostmarkinum, ella kaldari.

Øll skýggj hava eginleikan at forða geislingum frá sólini at koma niður á jørðina – og eisini at forða hitanum á jørðini at fara út úr lofthavinum aftur.

Tað hevur verið kjak ímillum veðurfrøðingar í mong ár, um frostrípur ávirka hitan á jørðini – um kunnu forða sólargeislingum at koma niður at jørðini í nóg stóran mun, at tað kann mátast við vanligum hitamátarnum.

Í Føroyum er frostrípurnar, ið síggjast aftur úr flogførum, ikki serliga nógvar, og tað er ógvuliga ivasamt, um nøkur ávirkan er yvirhøvur, men í t.d. USA er flogferðslan nógvar ferðir meiri enn her hjá okkum. Meiri enn 80 túsund flogfør fara uppfrá hvønn dag av einari amerikanskari flogbreyt.

Hvussu hitin er um dagin og um náttina, vita amerikanarar væl. Mátingar er gjørdar í mong ættarlið.

Hvussu hevði verið við hitanum nátt og dag har yviri, vóru ongar frostrípur?

Í september 2001 fingu veðurfrøðingar ein óvæntaðan møguleika at gera samanberingar og finna út onkrum hesum viðvíkjandi.

Eftir yvirgangsálopið 11. september slapp einki ferðamannaflogfar ella farmaflogfar ella privatflogfar uppfrá í 3 samdøgur, og fyrstu ferð síðan fyrra heimsbardaga vóru als ongar frostrípur í luftini oman fyri USA í nakrar samanhangandi dagar.

Mátingar av hitanum vóru gjørdar vanligt, og samanberingar vóru gjørdar við mátingarnar seinastu 30 árini – t.e. aftur til 1971. (Tølini eru fyri teir 48 statirnar, ið liggja ímillum Meksiko og Kanada – Alaska og Hawaii eru ikki við)

Og veðurfrøðingarnir sóu eitt munandi frávik í hitanum!

Munurin á mest málda hita um dagin og minst málda hita um náttina øktist heili 1,1°C! – so frostrípurnar forða eitt sindur hitanum at koma inn, meðan sólin er uppi, og tær halda uppá eitt sindur av hitanum, sum kemur upp úr jørðini seinni um dagin.

Hóast úrslitið av mátingunum var greitt, meta vísindafólk, at neyðugt er at gera slíkar mátingar nakrar ferðir afturat, áðrenn frávikið í hitanum kann takast við fullari vissu.

Guð viti, nær eitt slíkt høvi verður aftur….

Aðrar kanningar enn tær omanfyrinevndu eru gjørdar, hvussu tann nógva flogferðslan ávirkar veðurlagið.

Í árunum 1974 til 1994 taldu amerikanskar veðurstovur yvir USA eitt veksandi tal av skýggjum, ið liggja heilt har uppi, har flogfør flúgva. Orsøkirnar kunnu bert vera økt vætuinnihald frá jettmotorum – eingin onnur orsøk varð funnin til hetta, hóast væl og drúgt var leitað.

Veðurfrøðingar meta, at tey økta talið av skýggjum hava havt við sær eina øking í hitalagnum uppá 0,2°C til 0,3°C hvørt tíggjuáraskeið – og er sostatt tann størsta orsøkin (kanska tann einasta orsøkin), at miðalhitin í USA er vaksin tey seinastu 25 árini.

Í Evropa eru líknandi kanningar gjørdar. Eitt av úrslitunum er, at frostrípur hava havt ein nógv størri lut í økingini av miðalhitanum enn CO2-útlátið úr flogførunum.

Vis flere...

VØRN

Faroese Met Office

Hoyvíksvegur 69, FO-100 Tórshavn
[email protected]