Kelda: DMI

Sunrise:06:40

|

Sunset:17:49

Forsagnir í samstarvi við DMI

Wednesday, October 4. 2023.

Forecasts valid until Thursday noon, issued at 07.30 UTC.

There is a gale warning for Iceland Ridge.

A small low, 1005 hPa, southwest of the Faroe Islands moves eastwards accompanied by rain or showers before gradually weakening. Tonight, a weak ridge of high, 1010 hPa, moves over the waters from the west.

Ytri:
West 5 to 10 m/s, gradually changing below 6 m/s. Showers and moderate to good visibility. Thursday morning northeast 8 to 13 m/s, good visibility.

Munk:
Changeable, below 10 m/s, showers and moderate to good visibility.

Fugloy:
Changing directions, below 8 m/s, showers and moderate to good visibility.

Iceland Ridge:
Changing directions, below 6 m/s, showers and moderate to good visibility. In the northern part, gradually northeast 8 to 13 m/s. Thursday morning gale from east-northeast 9 to 14 m/s, good visibility.

Frostrípur og veðurlag

Frostrípur, ið síggjast aftur úr flogførum, eru mannagjørd skýggj, sum liggja ógviliga høgt – oman fyri 10.000 metrar – og har er ógvuliga kalt. Eini 40 stig undir frostmarkinum, ella kaldari.

Øll skýggj hava eginleikan at forða geislingum frá sólini at koma niður á jørðina – og eisini at forða hitanum á jørðini at fara út úr lofthavinum aftur.

Tað hevur verið kjak ímillum veðurfrøðingar í mong ár, um frostrípur ávirka hitan á jørðini – um kunnu forða sólargeislingum at koma niður at jørðini í nóg stóran mun, at tað kann mátast við vanligum hitamátarnum.

Í Føroyum er frostrípurnar, ið síggjast aftur úr flogførum, ikki serliga nógvar, og tað er ógvuliga ivasamt, um nøkur ávirkan er yvirhøvur, men í t.d. USA er flogferðslan nógvar ferðir meiri enn her hjá okkum. Meiri enn 80 túsund flogfør fara uppfrá hvønn dag av einari amerikanskari flogbreyt.

Hvussu hitin er um dagin og um náttina, vita amerikanarar væl. Mátingar er gjørdar í mong ættarlið.

Hvussu hevði verið við hitanum nátt og dag har yviri, vóru ongar frostrípur?

Í september 2001 fingu veðurfrøðingar ein óvæntaðan møguleika at gera samanberingar og finna út onkrum hesum viðvíkjandi.

Eftir yvirgangsálopið 11. september slapp einki ferðamannaflogfar ella farmaflogfar ella privatflogfar uppfrá í 3 samdøgur, og fyrstu ferð síðan fyrra heimsbardaga vóru als ongar frostrípur í luftini oman fyri USA í nakrar samanhangandi dagar.

Mátingar av hitanum vóru gjørdar vanligt, og samanberingar vóru gjørdar við mátingarnar seinastu 30 árini – t.e. aftur til 1971. (Tølini eru fyri teir 48 statirnar, ið liggja ímillum Meksiko og Kanada – Alaska og Hawaii eru ikki við)

Og veðurfrøðingarnir sóu eitt munandi frávik í hitanum!

Munurin á mest málda hita um dagin og minst málda hita um náttina øktist heili 1,1°C! – so frostrípurnar forða eitt sindur hitanum at koma inn, meðan sólin er uppi, og tær halda uppá eitt sindur av hitanum, sum kemur upp úr jørðini seinni um dagin.

Hóast úrslitið av mátingunum var greitt, meta vísindafólk, at neyðugt er at gera slíkar mátingar nakrar ferðir afturat, áðrenn frávikið í hitanum kann takast við fullari vissu.

Guð viti, nær eitt slíkt høvi verður aftur….

Aðrar kanningar enn tær omanfyrinevndu eru gjørdar, hvussu tann nógva flogferðslan ávirkar veðurlagið.

Í árunum 1974 til 1994 taldu amerikanskar veðurstovur yvir USA eitt veksandi tal av skýggjum, ið liggja heilt har uppi, har flogfør flúgva. Orsøkirnar kunnu bert vera økt vætuinnihald frá jettmotorum – eingin onnur orsøk varð funnin til hetta, hóast væl og drúgt var leitað.

Veðurfrøðingar meta, at tey økta talið av skýggjum hava havt við sær eina øking í hitalagnum uppá 0,2°C til 0,3°C hvørt tíggjuáraskeið – og er sostatt tann størsta orsøkin (kanska tann einasta orsøkin), at miðalhitin í USA er vaksin tey seinastu 25 árini.

Í Evropa eru líknandi kanningar gjørdar. Eitt av úrslitunum er, at frostrípur hava havt ein nógv størri lut í økingini av miðalhitanum enn CO2-útlátið úr flogførunum.

Sandur úr Sahara í Føroyum

Tað hevur verið óvanliga lýtt í dag og í gjár. Ættin hevur um sunnan, ikki beinur sunnan alla tíðina, men nær við sunnan.

Luftrákið til okkara stavar frá Vesturafrika, umleið 4000 km sunnan fyri Føroyar. Har er heitt, upp í 45 stig.

Luftin kølnar sjálvandi, meðan hon rekur norður ímóti okkum. Myndin niðanfyri vísir hitamátarar hjá Landsverki klokkan 14:15 í dag. Miðalhitin liggur um 16 stig. Heitast er við Dalavegin til Viðareiðis. Har vóru 19 stig.

20230907 - hitalagið.png

Tað er ikki bara hiti, sum fer úr Norður- og Vesturafrika. Har er heimsins størsta oyðimørk. Sahara. Hon er umleið líka so stór sum alt USA.

Við lotinum úr Sahara fer nógvur sandur. Á heimasíðuni hjá NASA stendur, at umleið 182 milliónir tons av sandi fara hvørt ár við vindinum úr oyðimørkini. Ættin er fyri tað mesta eystan ella landnyrðingur, og tí fer størsti parturin vestureftir út yvir Atlantshavið.

Sandurin er ógvuliga fínur og dettur niður sum dust í havið og á oyggjar sum eru í sunnara parti av Norðuratlantshavi – m.a. Kanarisku oyggjarnar. Har hava nógvir føroyingar verið og hildið frí, og teir hava sæð hendan fína ljósabrúna sandin liggja millum hús og á bilum.

saharan-dust-storm-europe-march-2022-forecast.jpg Myndin vísir dustskýggið breiða seg norðureftir úr oyðimørkini í Algier. Tað mesta av dustinum er dottið niður í londunum í Suðurevropa, men okkurt hevur verið eftir til okkara.

Ein stórur partur av sandinum røkkur vestur um hav til Suðuramerika. Mett verður, at umleið 28 milliónir tons detta niður í Amason regnskógin í Brasil og eru eitt av tøðevnunum, sum hava fingið regnskógin at blóma.

Viðhvørt er ættin yvir Sahara ikki eystan ella landnyrðingur. Seinastu dagarnar hevur hon verið um sunnan, og sandurin er tí førdur norðureftir ímóti Evropa. Hetta hendir viðhvørt. Eitt sum er eitt sindur óvanligt er, at luftrákið hevur verið so at siga óbrotið allan vegin norður til okkara. Vit hava eisini sæð eitt sindur av oyðimarkarsandinum m.a. á bilrútum.

Luftrákið til Føroya næstu dagarnar fer ikki framhaldandi at koma úr Norður- ella Vesturafrika. Tað fer at koma úr miðjum Norðuratlantshavi. Tí fer tað helst at kølna eitt sindur næstu dagarnar, eitt ella tvey stig.

Sandin á bilrútunum fara vit at sleppa av við.

Osonlagið

Oman fyri okkum, umleið 20 km uppi ella so, er osonlagið. Tað verjir øllum livandi á jørðini ímóti skaðiligum geislingum frá sólini.

Oson er bæði gott og ringt fyri okkum. Niðri við jarðarskorpuna er nakað av osoni, og tað er eitt heilsuskaðiligt gass, tá ið ov nógv er til av tí. Tað er ringt fyri andaleiðina hjá okkum og lunguni eisini.

Osonið, sum er langt uppi í lufthavinum verjir okkum m.a. ímóti vandamiklum ultraviolettum geislingum frá sólini – í vanligari talu nevnt UV-geisling – sum m.a. kann elva til húðkrabba og grástara. UV-geislingarnar eru eisini skaðiligar fyri framleiðslu av rísi og planktoni í sjónum.

Í vanligari talu siga vit osonlagið, og so kundi vit hugsað okkum eitt lag av osoni liggjandi oman fyri okkum, men soleiðis er ikki. Oson er í øllum lufthavinum. Niðri við jarðarskorpuna er ógvuliga lítið til av osoni. Meira er í 12 km til 50 km hædd, mest í umleið 20 km hædd. Tað er hetta økið, kalla vit osonlagið.

oson 1 skýggj.jpg Mynd 1: Í økjum, har sum oson verður niðurbrotið í stórum mongdum, síggjast viðhvørt hesi skýggini 20 – 25 km oman fyri okkum. Har uppi er minus 78 C ella kaldari. Vísindafólkum hava hildið til í Antarktis síðan nakað eftir seinna heimsbardaga, og tey hava lagt til merkis, at mongdin av slíkum skýggjum er vaksin síðan miðskeiðis í 1960unum. Slík skýggj síggjast eisini á leiðunum kring Norðpólin, t.d. í Norðurnoregi, seint á vetri ella tíðliga á vári, mest stutt eftir sólsetur ella stutt fyri sólarris. Hendan myndin er tikin 9. august 2012 yvir Antarktis av François Guerraz. Hon vísir uppi í stratosferuni eitt tunt lag av hvítum skýggjum, Polar Stratoferic Clouds, oman fyri reyðgul skýggj í troposferuni beint niðanfyri.

Samlaða mongdin av osoni í lufthavinum er ikki stór. Varð alt osonið trýst saman og vigaði tað sama sum luftin niðri við jarðarskorpuna, hevði lagið verið bert umleið 5 mm tjúkt.

Hvat er so oson fyri nakað?

Oson er eitt slag av gassi, sum er gjørt av sólargeislingunum og súrevninum í lufthavinum. Oson upploysist aftur, tá ið tað kemur í samband við meira súrevni. Hetta hendir alla tíðina í lufthavinum. Gongdin er konstant, og hevur verið í javnvág í øldir. Yvir longri tíð hevur líka nógv verið gjørt av osoni á jørðini, sum seinni er niðurbrotið.

Oman fyri Miðkringin hevur ringrásin verið støðug alt árið, meðan í øðrum støðum hevur tað skift við árstíðini. Longur burtur frá Miðkringinum, størri er árstíðarsveiggið. Um okkara leiðir er mest av osoni í luftini um várið og minst um heystið.

Síðan miðskeiðis í 1980unum hevur nógv verið tosað um osonlagið. Granskarar høvdu mált innihaldið av osoni yvir Suðurpólinum í nógv ár. Serliga hvussu nógv ella lítið tað var um várið, tá ið tað er minst til av tí. Teir sóu eina tíðiliga minking av osoni og fóru at tosa um eitt hol í osonlagnum, og holið tyktist at veksa við nógvari ferð.

Billede2 oson.png Mynd 2: Osonlagið í 2009. Kring Suðurpólin er minst til av osoni, tá ið tað er vár har suðri. Samstundis er heyst norðuni hjá okkum og minst av osoni.

Okkurt var gali við javnvágini í lufthavinum, tí yvir tíð eigur líka nógv verða gjørt sum niðurbrotið. Her var meira niðurbrotið, enn náttúran sjálvmegnaði at gera. Skjótt var funnið útav, at okkurt mannagjørt var við til at bróta osonlagið niður, og tað vóru tey sokallaðu CFC-gassini, sum m.a. eru brúkt í køliskápum og í spreydósum.

ST setti ein bólk av serfrøðingum at gera okkurt við trupulleikan, og í 1987 var ein altjóða sáttmáli gjørdur í Montreal (Montreal-protocollin), har sum CFC-gass blivu forbjóðað. Tað var ikki so torført at seta forboðið, tí tað var nokkso lætt at brúka annað ístaðin fyri CFC-gassini.

Nú eru meiri enn 35 ár síðan, CFC-gass stigvíst vórðu tikin úr nýtslu, við tí sum eisini er kallað heimsins størsta bjargingartiltak. Mátingarnar av osonholinum yvir Suðurpólinum vísa, at osonholið er í minking. Hvussu leingi tað tekur, til holið í osonlagnum er vekk, eru granskarar ikki á einum máli um, men metingar eru um onkrastaðni millum árini 2060 og 2075 við verandi gongd.

oson 3 - holið í 44 ár.png Mynd 3: Serliga í byrjanini av 1980unum vaks holið við nógvari ferð. Tað sæst í myrkabláa litinum á myndini. Vísindafólk vóru sera stúrin fyri gongdini miðskeiðis í 1980unum. Samstundis sum innihaldið av osoni hevur verið metlágt yvir Suðurpólinum, er innihaldið munandi størri nakað norðanfyri. Tað sæst í tí reyða litinum á myndini. Frá 2000 til 2015 er holið minkað við einum fimtingi – tað er farið úr 25 mió km2 niður í 20 mió km2, svarandi til tvær ferðir støddina av Grønlandi.

Hanus P. N. Kjølbro, Veðurstova Føroya

Load More...

VØRN

Faroese Metrological Office

Hoyvíksvegur 69, FO-100 Tórshavn
[email protected]