- Home
- News
- Weather Radar
- Weather Map
- Current Weather
- Weather Archive
- Our team
- Weather Vocabulary
- Weather Signs
- Local Weather
Weather Vocabulary
A
Avfall
X
Avfall
Samnevni fyri regn, kava og hegling, loysningur, úrgonga, avfall og mjørki; nú hevði hann loyst avfallið, t.e., at farið var at regna ella kava.
Á
Áarføri
X
Áarføri
Stórur áarvøkstur í nógvum regni, vatnføri. Sera nógv regn, grimdarregn, áarstoytingur, grovregn, bermiligregn, áarføri í regni.
Áarstoytingur
X
Áarstoytingur
Áarføri.
Ádrigið
X
Ádrigið
Spjødd skýggj á luftini, ádrigið og dragregn; sí draga á luftina (Sprotin).
B
Bermiligregn
X
Bermiligregn
Áarføri, grimdarregn, oysregn.
Blotkavi
X
Blotkavi
Kavi sum blot er komið í, krapi (Suð.)
Broddaæl
X
Broddaæl
Broddatjúkn
Broddatjúkn
X
Broddatjúkn
Tjúkn, ið kemur, tá ið fullbroddað er, tá ið rákið er harðast, broddælingur, broddaæl.
D
Dalamjørki
X
Dalamjørki
Samheiti fyri Pollamjørka
Dalamjørki yvir Viðareiði 5. juli 2008. Eitt lítið lot var av landsynningi, minni enn 3 m/s.
Degningsæl
X
Degningsæl
Eitt æl í degninginum – t.e. í lýsingini, móts. skýmingaræl, so setti hann degningsælið inn úr havinum.
Dism
X
Dism
Fínt regn, sirm (gl.)
Doði
X
Doði
Fínt tám, doðin liggur á landi; sólin slapp ikki framat fyri doðanum; ein sovorðin doði á luftini (grómut). Fínir døggdropar t.d. á klæðum, doðin lá á kotinum.
Døglingsregn
X
Døglingsregn
Grimdarregn.
Draga á luftina
X
Draga á luftina
Tað dregur tað er rák á luftini; hann dregur á útsynningi;* hann dregur á luftina* skýggj koma á luftina (fyri illveðri);* tað dró ikki skýggj fyri sól*; nú dregur fyri sólina (skýggj)
Draga saman
X
Draga saman
Um veður, tað dregur tað er rák á luftini; hann dregur á útsynningi; hann dregur á luftina skýggj koma á luftina (fyri illveðri); tað dró ikki skýggj fyri sól; nú dregur fyri sólina (skýggj).
Draga upp í seg
X
Draga upp í seg
Hann dregur upp í seg – t.e. tá ið teir vænta illveður á einari ætt, og hann lotaði eitt sindur av einari aðrari ætt (Fisher Heinesen).
Driv
X
Driv
Fínt regn, surk (ofta í vindi).
Drivmjørki
X
Drivmjørki
Drivtoka, slavtoka.
Drivregn
X
Drivregn
Tjúkt driv.
Drivtoka
X
Drivtoka
Toka við drivi, slavtoka.
Dumb
X
Dumb
(gl., stb.) tjúkt tám, tað er sovorðið dumb vestanfyri; sms. t.d. brim-
Dungakavi
X
Dungakavi
Kavi sum legst í stórar fannir
E
Ervamjørki
X
Ervamjørki
Mjørki í fjøllunum.
Eystan
X
Eystan
Eystan er ein heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er eystan, kemur vindurin av eystri (og fer í vestan).
Vindur kemur av eystri og fer vestureftir ímóti miðjuni á kumpassini.
F
Fannakavi
X
Fannakavi
Kavi sum liggur í fonnum.
Fjallamjørki
X
Fjallamjørki
Mjørki á fjøllum, toppamjørki
Flóðaræl
X
Flóðaræl
Sera grovt æl, eitt flóðaræl kom, og alt blotnaði upp.
Flókaskýggj
X
Flókaskýggj
Skýflóki, sum hevur rivið seg leysan úr skýbólki.
Flóki
X
Flóki
Lítið tætt skýggj ella lítil stakur bøkil av mjørka, skýflóki, mjørkaflóki, bøkil, dregur skýggj fyri sólina eina løtu, sær hon líka vakurt, tá ið flókin dregur frá; ein flóki hekk á tindinum; (flutt m.) kámir flókar fjala okkum fedranna sagnir og søgu.
Flykrukavi
X
Flykrukavi
Kavi sum kemur niður í stórum flykrum í stilli, flyksingur, hann tjúknaði og kom við flykrukava; hann var komin á við flykrukava.
Flyksingur
X
Flyksingur
Kavaavfall við flykrum, flykrukavi, hann køvdi av við flyksingi.
Fonn
X
Fonn
Kavafonn, skalvur, landnyrðingurin sópaði kavan saman í fannir; hvít sum fonn (snjóhvít). Kava-, skara-, snjó-
G
Glopraregn
X
Glopraregn
Nógv regn, áarføri
Góri
X
Góri
Myrk rípa á luftini, hann setur górar á luftina dimmar rendur, ið sigast at boða frá regni. Górut luft.
Gráskýggjað
X
Gráskýggjað
Veður við gráum skýggjum.
Grimdarregn
X
Grimdarregn
Áarføri.
Grimdarskúrur
X
Grimdarskúrur
Grovt æl, grimdaræl.
Grindamjørki
X
Grindamjørki
Mjørki ið kann fáa grindir at koma undir land.
Grindaregn
X
Grindaregn
Grimdarregn.
Gróma
X
Gróma
Dimt skýggj, góri, hann setur grómur upp á luftina (t.d. fyri illveðri);sms. regngrómur, terragrómur. Grómut luft.
Grovregn
X
Grovregn
Grovt regn, áarføri
Grovskýggað
X
Grovskýggað
Við myrkum skýggjum á luftini, dimmskýggjað.
Guvurok
X
Guvurok
Turrur kavi, sum fýkur upp í loft í nógvum vindi, nógv jarðrok.
H
Hálvætt
X
Hálvætt
Ætt millum heilættirnar. Hálvættirnar eru landnyrðingur, útnyrðingur, landsynningur og útsynningur.
Hálvskýggjað
X
Hálvskýggjað
Tá ið skýggj fjala millum 3 og 5 áttandapartar av loftinum.
Hálvskýggjað og sólglottar. Umleið helvtin av loftinum sæð suðureftir úr Kvívík fjald av skýggjum.
Heglingsskúrur
X
Heglingsskúrur
Grovt heglingsæl.
Heglingur
X
Heglingur
Æl við heglingi, heglingsæl, heglingsælingur, heglingurin dundi á. Hagl.
Heilætt
X
Heilætt
Ein av ættunum norðan, sunnan, eystan ella vestan.
Hjallamjørki
X
Hjallamjørki
Mjørki ið hjallast, so at klárt er í erva og í neðra
Høgætt
X
Høgætt
Ættirnar millum landnyrðing og útnyrðing.
Høgættarkóv
X
Høgættarkóv
Slavin mjørki á høgætt.
Høvuðsætt
X
Høvuðsætt
Ein av teim átta heil- ella hálvættunum.
Hýggikavi
X
Hýggikavi
Fínur kavi, sum fýkur inn ígjøgnum rivur í hús og hjallar, murrukavi.
J
Jarðkavi
X
Jarðkavi
Kavi, sum liggur leingi og harðnar.
Jarðrok
X
Jarðrok
Turrur kavi, sum fýkur undan vindi el. rýkur fram eftir jørðini, guvurok, jarðkavi, tað var ikki avfall, men nógv jarðrok; dúnlætt jarðrok myldi út av skalvinum.
K
Kavaflykra
X
Kavaflykra
Einstøk flykra av kava, snjóflykra, kavaflykrurnar vóru vorðnar til hegling.
Kavafonn
X
Kavafonn
Stórur dungi av samanfoknum kava, fonn.
Kavamjørki
X
Kavamjørki
Kavaskadda, kavakógv, hann viltist av kavamjørka uppi millum fjalla.
Kavaskúrur
X
Kavaskúrur
Frekt kavaæl.
Kavaslettingur
X
Kavaslettingur
Vátt kavaavfall, vátakavi, vátaslettingur.
Kavi
X
Kavi
Avfall, ið fellur til jarðar í hvítum krystallaðum kornum, tá ið kalt er, blaka kava, blaka kavabløk; hann leggur kava, nógvur kavi legst niður; hann mylur kavan niður, hann beykar kavan niður, smáar og ótættar flykrur detta niður av møkum; djúpur kavi, nógvur kavi; kavi var; í kava søkir seyðurin til snjóstøðurnar; vit hava ongar stórar kavar havt í ár (ongan stórkava).
Kavmjørki
X
Kavmjørki
Ógvuliga tjúkkur og tættur mjørki, mjørkakógv, kolamjørki.
Kavmyrkur
X
Kavmyrkur
Tjúkkur og tættur mjørki
Kódnarmjørki
X
Kódnarmjørki
Tjúkkur mjørki, mjørkakógv.
Kolamjørki
X
Kolamjørki
Kavmjørki, kavmyrkur.
Kóv
X
Kóv
Támut, slímut luft, tám undan veðurskifti.
Krapi
X
Krapi
Kavi upploystur í vatni, hálvtiðnaður kavi, blandingur av kava og vatni, blotkavi.
Kuldabrúgv
X
Kuldabrúgv
Har sum køld luft trokar heitari luft burtur.
Kuldabrúgv yvir Eysturbrúgv í Keypmannahavn 17. juli 2023. Kuldabrúgvin fer suðureftir - t.e. til høgru á myndini. Sunnanfyri - t.e. framman fyri kuldabrúnna - er klárt ella smaáskýggjað. Hitin lá um 20 stig.
Nógv regn kom úr hesum regnskýggi (cumulunimbus). Eftir at kuldabrúgvin var farin framvið, kølnaði nøkur stig.
L
Lágætt
X
Lágætt
Ættirnar millum landsynning og útsynning.
Lágættirnar eru vanliga góðar á Viðareiði. Lágættirnar eru vanliga ikki góðar í Leirvík.
Lágskýggjað
X
Lágskýggjað
Við lágum skýggjum.
Landnyrðingur
X
Landnyrðingur
Landnyrðingur er hálvætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er landnyrðingur, kemur vindurin av landnyrðingi (og fer í útsynning). Landnyrðingur er eisini ein av høgættunum – tað eru ættirnar ímillum landnyrðing og útnyrðing.
Vindur kemur av landnyrðingi og fer í útsynning ímóti miðjuni á kumpassini.
Landnyrðingur eystan
X
Landnyrðingur eystan
Landnyrðingur eystan er ein millumætt ímillum landnyrðing og eystan. Tá ið ættin er landnyrðingur eystan, kemur vindurin av landnyrðingi eystri (og fer í útsynning vestan).
Vindur kemur av landnyrðingi eystri fer í útsynning vestan ímóti miðjuni á kumpassini.
Landnyrðingur norðan
X
Landnyrðingur norðan
Landnyrðingur norðan er ein millumætt ímillum landnyrðing og norðan. Tá ið ættin er landnyrðingur norðan, kemur vindurin av landnyrðingi norði (og fer í útsynning sunnan). Landnyrðingur norðan er eisini ein av høgættunum – tað er ættinar ímillum útnyrðing og landnyrðing.
Vindur kemur av landnyrðingi norði fer í útsynning sunnan ímóti miðjuni á kumpassini.
Landsynningur
X
Landsynningur
Landsynningur er hálvætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er landsynningur, kemur vindurin av landsynningi (og fer í útnyrðing). Landsynningur er eisini ein av lágættunum – tað er ættirnar ímillum landsynning og útsynning.
Vindur kemur av landsynningi og fer í útnyrðing ímóti miðjuni á kumpassini.
Landsynningur eystan
X
Landsynningur eystan
Landsynningur eystan er ein millumætt ímillum landsynning og eystan. Tá ið ættin er landsynningur eystan, kemur vindurin av landsynningi eystri (og fer í útnyrðing vestan).
Vindur kemur av landsynningi eystri og fer í útnyrðing vestan ímóti miðjuni á kumpassini.
Landsynningur sunnan
X
Landsynningur sunnan
Landsynningur sunnan er ein millumætt ímillum landsynning og sunnan. Tá ið ættin er landsynningur sunnan, kemur vindurin av landsynningi suðuri (og fer í útnyrðing norðan). Landsynningur sunnan er eisini ein av lágættunum – tað eru ættirnar ímillum landsynning og útsynning.
Vindur kemur av landsynningi suðuri og fer í útnyrðing norðan ímóti miðjuni á kumpassini.
Lina
X
Lina
Um vind, minka eitt sindur, maka, blíðka, hann linaði vindin eitt sindur; hann linaði á við hvørt
Loysingur
X
Loysingur
Ælingur.
Loysningur
X
Loysningur
Avfall, regn, kavi, vindur við loysningi í sær.
Lýkkumjørki
X
Lýkkumjørki
Mjørki í lýkku - t.e. í lýggjum veðri.
Lýregn
X
Lýregn
Regn í lýveðri.
Lýsingaræl
X
Lýsingaræl
Æl í lýsingini, degningsæl, móts. Skýmingaræl.
Lýveður
X
Lýveður
Liggjandi lýtt veður.
M
Menningaræl
X
Menningaræl
Æl sum mennir upp undir ættina sum er, æl sum ikki verður til óterra, hatta er eitt menningaræl, hatta er ikki at rokna við.
Millumætt
X
Millumætt
Ætt millum hálvætt og heilætt
Mjørkakógv
X
Mjørkakógv
Tjúkkur mjørki, kódnarmjørki, kavmjørki.
Mjørkakóv
X
Mjørkakóv
Mjørkakógv.
Mjørkaregn
X
Mjørkaregn
Regn í mjørkaveðri, mjørkasubb, mjørkasurk
Mjørkasurk
X
Mjørkasurk
Mjørkaregn.
Mjørki
X
Mjørki
Tætt savn av evarska smáum vatndropum í niðastu luftløgunum, eisini kallað toka.
Mjørki við gróðurstøðina í Hoydølum fyrrapartin 21. juni 2023. Eitt lítið lot var av ymsum ættum, minni enn 2 m/s.
Sagt um mjørka: hann køvdi av í mjørka, tað gjørdist kavtroðið; tað er kjaftsvart í mjørka; mjørkin stendur í dyrnar (tá er ógvuliga tjúkt í mjørka)
Onnur orð um mjørka: dalamjørki, drivmjørki, ervamjørki, fjallamjørki, grindamjørki, hjallamjørki, kavamjørki, kavmjørki, kolamjørki, kódnarmjørki, lýkkumjørki, ólavsøkumjørki, pollamjørki, skjótingarmjørki, toppamjørki og typpamjørki.
Murrukavi
X
Murrukavi
Fínur, turrur kavi sum rýkur, rokkavi, hýggjukavi, murukavi.
Murukavi
X
Murukavi
Murrukavi.
N
Netjuskýggj
X
Netjuskýggj
Skýggj líkt netju á seyði.
Norðan
X
Norðan
Norðan er heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er norðan, kemur vindurin av norði (og fer í sunnan). Norðan er eisini ein av høgættunum - tað eru ættirnar ímillum landnyrðing og útnyrðing.
Vindur kemur av norði og fer suðureftir ímóti miðjuni á kumpassini.
Norðlýsi
X
Norðlýsi
Blaktrandi ljós á náttarhimlinum á norðaru leiðunum, sæst tá ið myrkt er (aurora borealis).
Nyðruskýggj
X
Nyðruskýggj
Ljóst skýggj líkt nyðru (altocumulus).
O
Oysregn
X
Oysregn
Sera nógv regn, sturtningur, grimdarregn, glopraregn, áarføri, í oysregni og stormi
Ó
Ódnarregn
X
Ódnarregn
Ógvisligt regn, glopraregn, í fjøruti samdøgur helt ódnarregnið við.
Ólavsøkumjørki
X
Ólavsøkumjørki
Mjørki um ólavsøkuleitið.
P
Pólalýsi
X
Pólalýsi
Felagsheiti fyri norðlýsi og suðurlýsi.
Pollamjørki
X
Pollamjørki
Mjørki í neðra, men klárt í erva. Eisini kallað dalamjørki.
Pollamjørki norðan fyri Borðoy og Kalsoy um morgunin 5. juli 2008. Eitt lítið lot var av landsynningi, minni enn 3 m/s.
R
Regn
X
Regn
Væta, ið fellur til jarðar í dropum, drav, omanvatn, loysa við regni el. loysa regnið, fara at regna av grimd; hann loysti við regni; hann loysti regnið, tá ið flóðin kom; regnið díkti á vindeygað; blásti tú regn í hoyna, so vart tú ikki keisarans vinur (í látipípu); mýrisnípan letur fyri regni (boðar frá avfalli); sms. t.d. driv-, døglings-, glopra-, grimdar-, grinda-, gull-, lý-, mjørka-, oys-, ódnar-, sam-, vár-
Regngrómur
X
Regngrómur
grómur fyri regni, regngrómurnar standa á luftini
Regnskýggj
X
Regnskýggj
Tjúkt tungt skýggj við regni, himmalin er ímgráur av ývnum regnskýggjum (nimbostratus)
Rennikavaæl
X
Rennikavaæl
Æl við rennikava.
Rennikavi
X
Rennikavi
Vátur kavi, helst bleytari enn vátakavi, (fólktr.) tá ið kúgv stendur og sleikir, veit hon rennikava í.
Roði
X
Roði
Reyður litur, reydligur farri á luftini av rísandi ella setandi sól.
Kvøldarroði avmyndaður heimi á Bakka á Viðareiði, 19. apríl 2023, klokkan 22.05. Sólsetur var 19.37. Nautisk skýming var millum 21.55 og 23.12.
Um roða á kvæðamáli: síðla var um aftanin, roðin fellur á;
Veðurtekn um roða á luftini: Tá ið roðin á morgni kemur upp á himmalin og vinnur vesturum, verður dagurin góður; roðin datt aftur í havið.
Rokkavi
X
Rokkavi
Fínur, turrur kavi sum rýkur, murrukavi, jarðrok.
S
Samdrigið
X
Samdrigið
Tá ið skýggja fjala alt loftið, eign sól sæst stava niðurígjøgnum.
Samdrigið. Skýggini fjala allan himmalin, einki hol er uppígjøgnum oman fyri Klaksvík.
Javnt skýggjutur himmal, skýtungur, tjúkkur, bundin, samdrigin luft.
Samdrigið loft er tað sama sum skýggjað loft. (Fisher Heinesen)
Samregn
X
Samregn
Tað at tað regnar uttan íhald, samfast el. áhaldandi regn.
Sirm
X
Sirm
Fínt regn í stillum veðri, surk, dism.
Skadda
X
Skadda
Tjúkk toka á fjøllum, sum vindur og driv kemur niður úr. Slavin tokuskýggj, ið kunnu síggjast sum ein bakki, ein skaddubakki í havinum ella sum tjúkk, samanhangandi skýggj, ið røkka væl niður um fjallatindarnar, niður í hálvar líðir. (Fisher Heinesen)
Skadda á landinum
X
Skadda á landinum
Hongur skadda niður á fjøllini, kann koma nógvur vindur úr skadduni, og hann liggur út av landinum.
Skadda av landinum
X
Skadda av landinum
Stendur tjúkkur tokubakki á fjøllunum, kann vera nógvur vindur niður úr honum, men tá røkkur hann ikki langt út.
Skadda í havsbrúnni
X
Skadda í havsbrúnni
Ein skaddubakki. Tá ið tjúkkir skýbøklar standa úr havsbrúnni og uppeftir, siga vit, at ein skaddubakki stendur í havsbrúnni.
Skaddubakki
X
Skaddubakki
Skadda í havsbrúnni.
Skaddudriv
X
Skaddudriv
Driv niður úr skaddu.
Skaddufroysan
X
Skaddufroysan
Nógvur vindur og regn niður úr skaddu.
Skadduvindur
X
Skadduvindur
Vindur niður úr skaddu, skødduvindur. Stendur ein skaddubakki í havinum, kann vera nógvur vindur uttanfyri, vindurin kemur inn úr havinum, sjálvt um stilli er millum oyggjarnar. Stendur tjúkkur tokubakki á fjøllunum, kann vera nógvur vindur niður úr honum, men tá røkkur hann ikki langt út. Hetta er eisini kalla skadda av landinum. Skadduvindur liggur annaðhvørt inn á landið ella av landinum.
Skalvalop
X
Skalvalop
Skalvur ið loypur oman úr fjalli, snjóskriða, skriðsnjógvur
Skalvur
X
Skalvur
Kavafonn ið hongur útyvir, kavin rýkur saman til stórar skalvar; (spæl) leypa skalv, leypa av eini høvd niður í eina fonn, leypa á skalv (til at fáa hann at leypa); fara í skalvi, farast í skalvalopi.
Skarafonn
X
Skarafonn
Fonn við skara á.
Skarakavi
X
Skarakavi
Kavi við skara á, skarakavin brakaði.
Skari
X
Skari
Skorpa av gleri oman á kava, skari legðist oman á kavan.
Skarningsæl
X
Skarningsæl
Æl við skarningi.
Skarningur
X
Skarningur
Hvast fínt kavarok (millum hegling og kava), skarningur smellur honum í fjaðrarnar.
Skjótingarmjørki
X
Skjótingarmjørki
Mjørki á sjónum (góð líkindi til fuglaskjótingar)
Skriðsnjógvur
X
Skriðsnjógvur
Kavi sum loypur, lítið skalvalop.
Skúrur
X
Skúrur
Grovt, frekt æl. grimdar-, heglings-, kava-
Ein skúrur í Fugloyarfirði 12. september 2023 í óstøðugari høgættarluft. Ættin var útnyrðingur, vindferðin minni enn 5 m/s, máld á Dalavegnum til Viðareiðis . Myndin er tikin klokkan 16, føroyska summartíð.
Sólin er komin vestur um sunnan og er inn á ryggin á myndatakaranum. Tí sæst ælabogin. Eystanfyri er klárt ella smáskýggjað.
Skýaflóki
X
Skýaflóki
Skýggjaflóki
Skýbólkur
X
Skýbólkur
Tjúkt bøllut svartskýggj, skýbøkil
Skýbøkil
X
Skýbøkil
Dimt, tjúkt og bøllut skýggj, bøkil, bøkul
Skýdráttur
X
Skýdráttur
Skýferð, rák á luftini, hann var farin at menna skýdráttin; hann sá fjøllini við skýdrátti um tindarnar.
Skýdrigin
X
Skýdrigin
Samdrigin, skýdrigið er og grátt
Skýferð
X
Skýferð
Skýdráttur, skýrák, hørð skýferð; spøk skýferð; skýferðin vísir, hvør ættin er.
Skýflóki
X
Skýflóki
Tætt lítið skýggj, ið fer rekandi, skýggjaflóki, flókaskýggj, flóki.
Skýggj
X
Skýggj
Samantrunking av vatnguvu á luftini (ymist í skapi), sum avfall stundum setur úr, hann er vaksin upp undir skýggj, síðan eg sá hann seinast (nógv vaksin); sms. t.d. flóka-, nyðru-, regn- Flókaskýggj- skýflóki (ið hevur rivið seg leysan úr skýbólki) (Sv) Nyðruskýggj- ljóst skýggj líkt nyðru (altocumulus) Regnskýggj: (veðurfr.) tjúkt tungt skýggj við regni, himmalin er ímgráur ývnum regnskýggjum (nimbostratus)
Skýggja
X
Skýggja
Sprotin- Seta skýggj (á luftini), hann er farin at skýggja luftina; hann var farin at skýggja upp fyri norðan
Skýggjað
X
Skýggjað
Tá ið skýggj fjala 5 til 7 áttandapartar av loftinum.
Gráskýggjað: veður við gráum skýggjum.
Grovskýggað: við myrkum skýggjum á luftini, dimmskýggjað.
Lágskýggjað: við lágum skýggjum.
Skýggjaflóki
X
Skýggjaflóki
Skýflóki.
Skýggjaluft
X
Skýggjaluft
Luft við skýggjum, skýggjut luft.
Skýggjutur
X
Skýggjutur
Við skýggjum, skýggjut luft.
Skýkloddi
X
Skýkloddi
Lítil skýflóki.
Skýleyst
X
Skýleyst
Tá ið eingi skýggj eru, loftið var blátt og skýleyst.
Skýmingaræl
X
Skýmingaræl
Æl í skýmingini, móts. degningsæl, lýsingaræl.
Skýrák
X
Skýrák
Rák á luftini, skýdráttur, skýferð, hart skýrák.
Skýstólpi
X
Skýstólpi
Skýggj skapað sum stólpi. Móses vísti jødunum veg gjøgnum oyðimørkina, Harrin gekk fyri teimum um dagin í einum skýstólpa og vísti teimum veg.
Skýtungt
X
Skýtungt
Luft við nógvum lágum myrkum skýggjum, himmalin var myrkur og skýtungur
Slavtoka
X
Slavtoka
Slavin toka, drivtoka
Slím
X
Slím
Slímut luft, tað er slím á luftini.
Slíma
X
Slíma
Hann slímar luftina, hann dregur á luftina.
Smákavi
X
Smákavi
kavi ið liggur stutt, móts. stórkavi, vóru fáir og smáir blettir í miltinum, kom eingin stórkavi, men bert nakrir smákavar
Smáskýggjað
X
Smáskýggjað
32
Smáskýggjað í Mykinesi. Millum 1 og 3 áttandapartar av loftinum eru fjaldir av skýggjum.
Smáskýggjað av Viðareiði og eystureftir. Myndin tikin 23. juni 2023, klokkan 0800. Eitt lítið lot var av landsynningi suðuri, minni enn 6 m/s. Hitin í luftini yvir land var 14 - 15 stig.
Snjó
X
Snjó
Av snjógvur (kvæð.) Kavi.
Snjóblindur
X
Snjóblindur
Lutvíst blindaður stutta tíð av sterkum sólarljósi í kava (lækn.), kavablindur.
Snjóflykra
X
Snjóflykra
Kavaflykra, hin hvíti vetur byrjaði við dansandi snjóflykrum.
Snjófonn
X
Snjófonn
Kavafonn (skaldsk.)
Snjógvur
X
Snjógvur
(skaldsk., kvæð.) Kavi, sum droyrin drýpur á snjó; (stb.) í snjógv, tá ið kavi er; seyðurin stóð har í snjógv (krokaði). Staður, har ið snjóstøða er, sjáldsamt at fylgi hevði fjall og snjógv í sama stað; skrið(u)-, stór-
Snjóskriðja
X
Snjóskriðja
Skalvalop, skriðsnjógvur.
Sólarglotti
X
Sólarglotti
Glotti við sólskini – eisini nevnt sólglotti.
Sólglotti
X
Sólglotti
Glotti við sólskini – eisini nevnt sólarglotti.
Sólsetur
X
Sólsetur
Tað at sólin fer niður ella at hon setur, eisini kallað sólarlag.
Sólsetur avmyndað av helluni á Viðareiði 20. apríl 2023, klokkan 20.44 summartíð. Klárt veður kring alt landið. Hátrýstveður, eitt lítið lot av landsynningi, minni enn 4 m/s. Hitin lá um 7 stig.
Sólskin
X
Sólskin
Ljós frá sólini, sólarljós. Tað at sólin skínur, í dag er sólskin.
Sporsnjógvað
X
Sporsnjógvað
Tá ið tað er so mikið følv, at spor sæst eftirí nú er sporsnjógvað.
Stórkavi
X
Stórkavi
Nógv kavaavfall, nógvur kavi, ið liggur leingi, móts. smákavi, stórkavi legst
Stórsnjógvur
X
Stórsnjógvur
Stórkavi, allir stórsnjógvar skulu vera av á halvarðsøku.
Stroyggja
X
Stroyggja
Regna við stórum, ótøttum dropum, tað er farið at stroyggja; í dag liggur hann á høgum vestri og stroyggjar upp ímillum. Regna fínliga, sirma, tað stroyggjaði. Hann stroyggjar sær væl t.e. veðrið heldur sær væl (turt) (helst í hoyna)
Stroyggjaregn
X
Stroyggjaregn
Stroyggj, kvøldini eru køld og slavin við stroyggjaregni
Suðurlýsi
X
Suðurlýsi
Blaktrandi ljós á náttarhimlinum á suðurpólsleiðum (aurora australis)
Sunnan
X
Sunnan
Sunnan er ein heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er sunnan, kemur vindurin av suðuri (og fer í norðan). Sunnan er eisini ein av lágættunum – tað eru ættirnar ímillum landsynning og útsynning.
Vindur kemur av suðuri og fer norðureftir ímóti miðjuni á kumpassini.
Surk
X
Surk
Sirm, driv, slag, surp, tað er mjørki og surk; sms. t.d. mjørka-
Surp
X
Surp
Surk
T
Tám
X
Tám
Kám og mjørkakend luft, fín toka (serst. í havsbrúnni), doði, dumb, hím, hjóm, kóv, tað var eitt gul av vestri við tjúkkum támi; lætt tám hekk bláligt og fínt um teir hægstu fjallatindarnar; alt var sum eitt tám fyri eygunum á honum; (tilt.) tað kemur aftur í sama támið (sama ólagið)
Terragrómur
X
Terragrómur
Grómur á luftini, ið boða frá terra.
Tjúkn
X
Tjúkn
Tað at luftin er tjúkk og kám t.d. av grovum æli ella kavaæli, hann tók til at rópa grindaboðini út í tjúknina; teir viltust í tjúkninum.
Toppamjørki
X
Toppamjørki
Fjallamjørki
Toruæl
X
Toruæl
Grovt æl í toruveðri.
Tvískýggjað
X
Tvískýggjað
Skýggj, sum sum ganga í tveimum løgum, tvískýggjað luft sigur frá nógvum vindi.
Typpamjørki
X
Typpamjørki
Mjørki um fjallatoppar og -raðir; toppamjørki, fjallamjørki.
Ú
Útnyrðingur
X
Útnyrðingur
Útnyrðingur er hálvætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er útnyrðingur, kemur vindurin av útnyrðingi (og fer í landsynning).
Vindur kemur av útnyrðingi og fer í útsynning ímóti miðjuni á kumpassini.
Útnyrðingur norðan
X
Útnyrðingur norðan
Útnyrðingur norðan er ein millumætt ímillum útnyrðing og norðan. Tá ið ættin er útnyrðingur norðan, kemur vindurin av útnyrðingi norði (og fer í landsynning sunnan). Útnyrðingur norðan er eisini ein av høgættunum – tað er ættinar ímillum útnyrðing og landnyrðing.
Vindur kemur av útnyrðingi norði og fer í landsynning sunnan ímóti miðjuni á kumpassini.
Útnyrðingur vestan
X
Útnyrðingur vestan
Útnyrðingur vestan er ein millumætt ímillum útnyrðing og vestan. Tá ið ættin er útnyrðingur vestan, kemur vindurin av útnyrðingi vestri (og fer í landsynning eystan).
Vindur kemur av útnyrðingi vestri og fer í landsynning eystan ímóti miðjuni á kumpassini.
Útsynningur
X
Útsynningur
Útsynningur er hálvætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er útsynningur, kemur vindurin av útsynningi (og fer í landnyrðing). Útsynningur er eisini ein av lágættunum – tað eru ættirnar ímillum landsynning og útsynning.
Vindur kemur av útsynningi og fer í landnyrðing ímóti miðjuni á kumpassini.
Útsynningur sunnan
X
Útsynningur sunnan
Útsynningur sunnan er ein millumætt ímillum útsynning og sunnan. Tá ið ættin er útsynningur sunnan, kemur vindurin av útsynningi suðuri (og fer í landnyrðing norðan). Útsynningur sunnan er eisini ein av lágættunum – tað eru ættirnar ímillum landsynning og útsynning.
Vindur kemur av útsynningi suðuri og fer í landnyrðing norðan ímóti miðjuni á kumpassini.
Útsynningur vestan
X
Útsynningur vestan
Útsynningur vestan er ein millumætt ímillum útsynning og vestan. Tá ið ættin er útsynningur vestan, kemur vindurin av útsynningi vestri (og fer í landnyrðing eystan).
Vindur kemur av útsynningi vestri og fer í landnyrðing eystan ímóti miðjuni á kumpassini.
V
Várregn
X
Várregn
Regn um várið (bíbl.)
Vátakavi
X
Vátakavi
Vátligur og bleytur kavi, rennikavi.
Vátaslettingur
X
Vátaslettingur
Vátt kavaavfall, sum er blandingur av regni og kava.
Vestan
X
Vestan
Vestan er ein heilætt og ein av høvuðsættunum. Tá ið ættin er vestan, kemur vindurin av vestri (og fer í eystan).
Vindurin kemur av vestri og fer eystureftir ímóti miðjuni á kumpassini.
Vindur
X
Vindur
Vindur er vatnrættur flutningur av luft frá hægri til lægri trýst.
Æ
Æl
X
Æl
Avfall sum stendur stutt, skúrur, frekt æl; grumt æl; ringt æl; hann setur eitt æl ella grundar fyri einum æli, hann dregur á luftina (fyri æli);* hann setti eitt æl fyri norðan*; hava mangt ælið køvt (havt manga ringa útiferð); betri er kalt æl á vári enn einki (kavaæl); fara ælanna millum (so stutt at fara til gongu); sms. t.d. brodda-, degnings-, flóðar-, grimdar-, heglings-, kava(roks)-, lýsingar-, menningar-, mjørka-, rennikava-, skarnings-, skýmingar-, toru-
Ældrag
X
Ældrag
Lítið tunt æl, ældráttur.
Ældráttur
X
Ældráttur
Ældrag (suð.)
Ætt
X
Ætt
Haðani vindurin kemur.
Á kumpassini síggjast 32 ættir. 16 av teimum verða brúktar í vanligari talu millum manna. Tá ið ein skal meta um, hvør ættin er, skal ein seta seg í miðjuna á kumpassini og hyggja, hvaðani vindurin kemur. Fer hann t.d. fram við norðan á veg til miðjuna á kumpassini, er ættin norðan.
Tær 32 ættirnar. Heilættirnar eru norðan, eystan, sunnan og vestan. Hálvættirnar eru tær, sum eru mitt ímillum heilættirnar: landnyrðingur, landsynningur, útsynningur og útnyrðingur. Ættirnar, sum eru mitt ímillum heil- og hálvættirnar, kallast millumættir: landnyrðingur norðan, landnyrðingur eystan, landsynningur eystan, landsynningur sunnan, útsynningur sunnan, útsynningur vestan, útnyrðingur vestan og útnyrðingur norðan Ættirnar millum hálvætt og millumætt, ella millum heilætt og millumætt verða ikki nógv brúktar t.d. høgur landnyrðingur pg eysturhallur sunnan.