Veðurballónirnar sendar upp automatiskt

Ein robot-bingja er komin upp á Hoyvíksvegnum við Veðurstøðina, og skal effektivisera arbeiðið hjá Veðurstovuni

Auto Balloons 422F8b18e9

Veðurstovan hevur gjørt íløgu í eina sokallaða robot-bingju, ið er farin at senda ballónirnar út automatiskt. Grundgevingin fyri íløguni er effektivisering og sparingar. Seinastu mongu árini hevur prísurin av nýtta helium-gassinum verið støðugt hækkandi, og var nú vorðin so høgur, at okkurt mátti gerast. Við skiftinum til eina automatiska skipan, ber til at brúka vetni (hydrogen) sum er eitt nógv bíligari lyfti-evni. Hetta skifti hevur ikki bori til meðan manuellar ballón-sleppanir hava veri framdar, tí vetni er eldfimt og verandi umstøðurnar og arbeiðsgongdir hava ikki loyvt hesum. Enn er ikki greitt hvussu nýggja loysnin fer at roynast í verki, men vóna verður, at hetta fer at merkja sparingar á millum hálva og heila millión árliga. Fyri fyrst verður vetni keypt heim í fløskum, men ikki er óteinkjandi at vetni í framtíðini verður framleitt á staðnum. Hetta krevur eina íløgu í ein brint-generator og annars bert streym og reint vatn.

Tann loysnin Veðurstovan nú hevur keypt er eitt franskt produkt ið eitur RobotSonde, og verður til dømis eisini brúkt í Grønlandi og í Noreg.

At sleppa ballónini hevur verið ein framíhjárættur, sum bæði børn og vaksin hava havt gleði av at royna. Hesin møguleiki sjálvur at sleppa ballónini, er nú farin í søguna. Í samband við at síðsta planlagda manuella ballónin varð slept av Veðurstøðini, var sjónvarpið á vitjan og gjørdi hetta innslagið

https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/09/26/gamla-vedurballonin-i-soguna 

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi