Menning av veðurtænastuni Danish  English 
vedur.fo
Heim Tíðindi Samband Slóðir
  

Menning av veðurtænastuni

Landsstýrið hevur raðfest stigvísa menning av føroyskari veðurtænastu, og í 2018 er játtanin hækkað til menning av arbeiðinum.

Við hesum verður ítøkiligt stig tikið til hetta við setan av einum arbeiðsbólki, ið skal kanna ymsar møguleikar og gera eina frágreiðing til landsstýrismannin um eina ætlan um dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum.

Veðurmenningbólkur (VMB) settur mai 2018

Arbeiðsbólkur settur av Fiskimálaráðnum, mai 2018:

Rúnar Alix Rasmussen, veðurfrøðingur, MSc, Runar.Alix.Rasmussen@vedur.fo

Hanus Kjølbro, veðurkønur,Sjónám, hanus@sjonam.fo

Bárður A. Niclasen, lektari í alisfrøði, Ph.d., Fróðskaparsetur Føroya, bardurn@setur.fo

Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari, Fiskimálaráðíð, Andras.Poulsen@fisk.fo

Jóannes Heimustovu, samskipari, Vørn, joannesh@vorn.fo

Skal kanna møguleikar og gera eina frágreiðing til Landsstýrismannin um eina dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum, sí tíðindaskriv frá 14. juni 2018: https://vedur.fo/menning/menu/news-20180614-ts-fra-fisk.html
https://vedur.fo/menning/menu/contact.html

Veðurtænastan - sáttmáli við DMI

Føroyska veðurtænastan var yvirtikin frá DMI tann 1. apríl 2009. Samstundis varð sáttmáli gjørdur við DMI um at halda áfram við at veita veðurtænastur til Føroyar.

Veðurmenningarbólkurin hevur dagført sáttmálan galdandi frá 1. juli 2019. Hesin varð undirskrivaður í Føroyum tann 20. juni 2019 av DMI og Fiskimálaráðnum.

Veðurmenningarbólkurin handað landsstýrismanninum frágreiðing og tilmæli um dagførda, nøktandi og útbygda veðurtænastu í Føroyum, 26 apríl 2019

Fríggjadagin 26. apríl 2019 fekk Høgni Hoydal, landsstýrismaður, handað frágreiðing og tilmæli frá Veðurmenningarbólkinum, stytt VMB.

https://www.fisk.fo/fo/kunning/tidindi/vedurmenningarbolkurin-handad-landsstyrismanninum-fragreiding-og-tilmaeli-um-dagforda-noktandi-og-utbygda-vedurtaenastu-i-foroyum/

Landsstýrið hevur raðfest stigvísa menning av føroyskari veðurtænastu og í mai 2018 setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ein arbeiðsbólk at gera eina ætlan um dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum.

Arbeiðsbólkurin (VMB) fór rættiliga til verka í juni 2018 og hevur havt fundir og samskifti við fleiri føroyskar stovnar og virki umframt fundir og samskifti við viðkomandi stovnar í grannalondunum.

Stórur tørvur er á at fáa ein dagførdan føroyskan veðurstovn. Mett verður, at við eini árligari upphædd á umleið 8 mió. kr., er møguligt at fáa sett gongd á eina dagførda, útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsagnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki, betri miðling og luttøku í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu, tilbúgving og tað føroyska samfelagið sum heild.

Ein føroyskur veðurstovnur - hugsjón, endamál og uppgávur

Hugsjónin er at gera bestu og mest álítandi veðurforsagnir fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki, miðla hetta á besta hátt umframt at menna og taka lut í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagn fyri tað føroyska samfelagið.

Tað eru nógv evni og øki, sum hava áhuga og skulu raðfestast á besta hátt, so vit samfelagsliga fáa størsta ágóða við tí tilfeingi, sum tøkt er:

  • betri veðurvánir fyri allar Føroyar - ”Veðrið á bygd og í bý, ”útlit fyri havleiðirnar um Føroyar”, um hálku á vegakervinum, tilbúgving, stuðul til bjargingarátøk o.a., og seinni kanska eisini fyri onnur/øll føroysk áhugaøki,

  • betri miðling av veðurforsagnum til KVF og aðrar miðlar, appir til snildfonir o.a.

  • undirvísing í veðurfrøði í samstarvi við Fróðskaparsetrið og aðrar stovnar/skúlar,

  • granskingar um veðurlag í Føroyum, veðurlagsbroytingar, og teirra ávirkan í framtíðini,

  • veðurlagsgransking innan framtíðar vatn-, vind- og sólorkupotentiali,

  • veðurmodell fyri Føroyar (downscaling, í fyrstu atløgu mest við fokus á vind, hvirlur og turbulensi), men sum frá líður eisini meira neyva vitan um avfall kring landið, mjørka og hita,

  • samskipan av føroyskum veðurmátingum,

  • talgildan av eldri veðurmátingum og annað áhugavert tilfar,

  • skráseting av lokalum fyribrigdum,

  • heimasíðu o.a.

Hetta verður gjørt í samstarvi við føroyskar stovnar, virki og felagsskapir, við aðrar veðurstovnar umframt millumtjóða og altjóða felagsskapir.

VMB heldur væntandi áfram við arbeiðinum til Veðurstova Føroya rættiliga er komin í gongd.