Menning av veðurtænastuni Danish  English 
vedur.fo
Heim Tíðindi Samband Slóðir

Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum um menning av føroysku veðurtænastuni

14. juni 2018
Landsstýrið hevur raðfest stigvísa menning av føroyskari veðurtænastu, og í 2018 er játtanin hækkað til menning av arbeiðinum.
Við hesum verður ítøkiligt stig tikið til hetta við setan av einum arbeiðsbólki, ið skal kanna ymsar møguleikar og gera eina frágreiðing til landsstýrismannin um eina ætlan um dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum.
Frágreiðingin skal fevna um tilmæli innan hesi evni og øki:

  1. Eina føroyska veðurtænastu, sum er lagað til føroysk viðurskifti og tørvin hjá føroyska brúkaranum.
  2. Gransking og undirvísing innan veðurfrøði og veðurlagsbroytingar við serstøkum atliti at føroyskum viðurskiftum.
  3. Menning av veðurmodelli fyri Føroyar (downscaling, í fyrstu atløgu mest við høvuðsdenti á vind, hvirlur og turbulensi), eins og samskipan av føroyskum veðurmátingum.
  4. Kanning av møguligum sáttmálum, sum Veðurtænastan og aðrir føroyskir stovnar hava við DMI, NMI ella aðrar veðurstovnar. Hvussu kunna hesar avtalur betrast og/ella broytast.
  5. Menning av einari føroyskari heimasíðu við tilfari um veður og veðurtænastu burturav. Partur av hesum arbeiði kann eisini fevna um talgildan av gomlum viðkomandi tilfari.
  6. Bygnaður. Hvørjir bygnaðarligir møguleikar eru:

Arbeiðsbólkurin kann eisini kanna onnur evni, um mett verður, at tey hava týdning fyri at lýsa økið. Tað er eisini roknað við, at bólkurin kann fara at gera ítøkiligar veðurforsagnir eftir einum føroyskum tillagaðum leisti. Hetta kann vónandi byrja heystið 2018 - í fyrsta umfari, tó møguliga bert sum ein stuttur tekstur.
Játtanin til veðurtænastuna fyri 2018 er 4,8 mió kr. Yvirtøkan av veðurtænastuni varð samtykt sambært løgtingslóg nr. 53 frá 7. juni 2008 og varð veðurtænastan yvirtikin frá DMI 1. apríl 2009.
Landsstýrismaðurin innan málsøkið “veðurtænasta” hevur tikið avgerð um at seta hesi fólk í arbeiðsbólkin:

Rúnar Alix Rasmussen verður formaður í bólkinum. Arbeiðsbólkurin er farin undir arbeiðið, og skal koma við eini ávegis frágreiðing tann 1. oktober 2018 við einum fyribils tilmæli til landsstýrismannin. Bólkurin heldur áfram við arbeiðinum alt árið og væntandi eisini í komandi ár.