Um knøtturin omanfyri ikki riggar, royn so at trýsta á eitt ikon við triðmun prikkum. Um tað ei heldur riggar, royn so aftur við Chrome.
Legg inn Veður.fo sum app.
Vanliga við at trýsta á eitt ikon við triðmun prikkum. Um ikki, so royn aftur við Chrome.
Veður forsøgn
Forsøgn í dag
Tórshavn,
Hitastig
8°C
Avfall
0mm/h
Vindur
8m/s
UV:0,0
Sólarris: Sólsetur:
Fleiri dagar forsøgn
Dagur
Nátt
Fyrrapart Fyrrap.
Seinnapart Seinnap.
Kvøld
Hiti
Avfall
Vindur
UV maks
Há hitastig8°C/ Lá hitastig7°C
0mm
8–8 m/s
0,0
Há hitastig11°C/ Lá hitastig5°C
13,3mm
2–15 m/s
1,3
Há hitastig11°C/ Lá hitastig9°C
1,7mm
1–9 m/s
1,3
Há hitastig10°C/ Lá hitastig10°C
3,8mm
3–10 m/s
1,8
Há hitastig11°C/ Lá hitastig9°C
1,2mm
3–8 m/s
1,6
Nátt
Fyrrap.
Seinnap.
Kvøld
Há hitastig8°C/ Lá hitastig7°C
0mm
8–8 m/s
UV maks:0,0
Há hitastig11°C/ Lá hitastig5°C
13,3mm
2–15 m/s
UV maks:1,3
Há hitastig11°C/ Lá hitastig9°C
1,7mm
1–9 m/s
UV maks:1,3
Há hitastig10°C/ Lá hitastig10°C
3,8mm
3–10 m/s
UV maks:1,8
Há hitastig11°C/ Lá hitastig9°C
1,2mm
3–8 m/s
UV maks:1,6
Keldur: DMI, ECMWF, Open-Meteo
Forsagnir
Forsøgn galdandi til mikukvøldið, skrivað klokkan 15:45 (14:45 UTC)
Frískt lot til frískan vind millum útnyrðing og norðan, 5 til 10 m/s, tó í kvøld veksur vindurin eitt skiftið til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, tó norðan og vestanfyri mjørki ella tám og okkurt ælið. Hitin millum 5 og 10 stig. Seint í kvøld og í nátt minkar vindurin so líðandi aftur og lækkar niður móti vestan. Skýggjað og okkurt ælið. Hitin í nátt millum 2 og 6 stig. Fyrrapartin í morgin lítið lot vestan, sum frálíður lækkar niður í sunnan, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Tað verður aftur lýggjari, millum 6 og 10 stig. Seinnapartin í morgin veksur vindurin so líðandi til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Tað dregur á luftina til samdrigið, og sum frálíður regn. Hitin 7 til 11 stig.
Eitt lágtrýst trog, sum røkkur í landnyrðing úr Jan Mayen og suður í Norðsjógvin ferðast í eystan og grynnist, og eitt hátrýst, 1038 hPa, liggur støðugt í Atlantshavinum vestur úr Biskaya víkini. Hetta hevur við sær eitt rák norðaneftir móti Føroyum í dag. Í dag kemur eitt lágtrýst eystur um Kappan og fer síðan í eystan móti Íslandi og dýpist. Hetta hevur við sær vind sunnaneftir fyrrapartin í morgin, og eitt brúgvalag við regni seinnpartin í morgin. Hósnáttina fer hetta lágtrýstið í landsynning og verður skamt vestan fyri Føroyar út á hósdagin, og hevur tá við sær vind av landsynningi og ælaveður. Út á kvøldið fer tað eysturum sunnanfyri Føroyar, og verður síðan liggjandi eystanfyri, og beinir tá eitt óstøðugt rák av útnyrðingi og sum frálíður vestan móti Føroyum.
Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar, og okkurt ælið. Hitin millum 7 og 12 stig. Seinnapartin veksur til frískan vind upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, mest norðarlaga í landinum. Tað verður kaldari, millum 5 til 10 stig. Seint í kvøld og í nátt minkar vindurin so líðandi aftur og lækkar niður móti vestan. Skýggjað og okkurt ælið. Hitin í nátt millum 2 og 6 stig.
Mikudagin
Fyrrapartin lítið lot vestan, lækkandi niður í útsynning, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig. Seinnapartin veksur vindurin so líðandi og lækkar niður í sunnan. Tað dregur á luftina, men bert okkurt ælið. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um náttina støkkur hann vesturum í útsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og sum frá líður slítur í. Hitin 7 til 11 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot sunnan, sum frálíður av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvsskýggjað, men út á fyrrapartin skýggjað og ælaveður. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt av útnyrðingi, sum líður út á seinnapartin lækkar niður í útsynning og móti kvøldið eystur í landsynning, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um kvøldið lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og samregn. Hitin 8 til 12 stig.
Leygardagin
Fyrrapartin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar og okkurt ælið. Um kvøldið frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og sum frálíður regn. Hitin 8 til 11 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður. Sum líður út á dagin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.
Forsøgn galdandi til mikukvøldið kl 18:00 UTC, skrivað klokkan 14:45 UTC
Vindávaring er fyri Ytrabanka og Íslandsryggin
Eitt trog, 997 hPa, frá í landnyrðing úr Jan Mayen og suður til Vesturnoregi, ferðast í landnyrðing, og eitt hátrýst, 1039 hPa, liggur støðugt í Atlantshavinum vestur úr Biskaya víkini. Hetta hevur við sær eitt rák norðaneftir yvir havleiðunum í dag. Eitt lágtrýst, 996 hPa, við Kappan ferðast í eystan móti Íslandi og dýpist. Hetta hevur við sær vind og avfall sunnaneftir yvir havleiðirnar út á fyrrapartin í morgin.
Ytribanki
Norðan 7 til 12 m/s. Gott sýni. Í nátt á eystaru leiðunum útnyrðingur 5 til 10 m/s; á vestaru leiðunum sunnan 6 til 11 m/s. Fyrrapartin í morgin sunnan 10 til 15 m/s. Vánaligt sýni. Seinnapartin sunnan 12 til 17 m/s.
Munkagrunnur
Útnyrðingur 7 til 12 m/s. Gott sýni. Fyrrapartin í morgin útnyrðingur, sum frálíður útsynningur, 4 til 9 m/s. Seinnapartin sunnan 8 til 13 m/s. Gott ella toluligt sýni.
Fugloyarbanki
Norðan 8 til 13 m/s. Í nátt útnyrðingur 8 til 13 m/s. Fyrrapartin í morgin útnyrðingur 4 til 9 m/s, sum frálíður útsynningur, 3 til 9 m/s. Seinnapartin sunnan 5 til 10 m/s. Gott sýni.
Íslandsryggur
Norðan 8 til 13 m/s. Gott sýni. Í nátt útnyrðingur 5 til 10 m/s; á vestaru leiðunum sum frálíður sunnan, 6 til 11 m/s. Fyrrapartin í morgin sunnan 10 til 15 m/s. Vánaligt sýni. Seinnapartin landsynningur 12 til 17 m/s.