Forsøgn galdandi til mánakvøldið, skrivað klokkan 14:30 UTC (Lokal tíð: 15:30)
Lot upp í frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sum út á kvøldið veksur til frískan vind upp í strúk 8 til 13 m/s. Skýggjað og í kvøld regn. Hitin 2 til 8 stig. Móti morgni í morgin gongur hann upp í útsynning, men framvegis frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Smáskýggjað, og yvirhøvur turt, tó seinnapartin ælaveður. Hitin 6 til 9 stig.
Eitt lágtrýst, 995hPa, yvir Suðurskandinavia ferðast eystureftir. Hetta hevur við sær eitt norðanlot móti okkara leiðum fyrrapartin. Ein hátrýstsryggur úr Íslandshavinum og suður í eitt hátrýst 1029 hPa vestanfyri Biscaya víkini flytir seg eystureftir og verður yvir Føroyum út á fyrrapartin. Í hesum økinum er lítil vindur av ymsum ættum. Hátrýstið vestanfyri Biscaya ferðast í ein landnyrðing yvir Bretsku oyggjarnar í dag, og síðani yvir Norðsjógvin seint mánadagin, har tað verður liggjandi næstu dagarnar. Hetta hevur eitt rák við lýggjum vindi av útsynningi móti okkara leiðum. Longri norði í Atlantshavinum ferðast eitt lágtrýst, 968 hPa í ein landnyrðing móti Íslandi, og brúgvaløg hagani við vindi sunnaneftir og regni røkka Føroyum sunnukvøldi. Hetta lágtrýstið kemur norður í Irmingarhavinum mánadagin, og brúgvaløg hagani ganga framvið Suðurlandinum og røkka vantandi bara so dánt suður móti Føroyum mánakvøldið. Frá týsdegnum viknar lágtrýstið í Irmingarhavinum, og eitt veikt hátrýst, 1026 hPa, mennist sunnan fyri Ísland. Hetta hevur við sær norðanrák móti Føroyum. Ein veik kuldabrúgv við ælaveðri vantast mikudagin móti Føroyum. Hósdagin vantast ein hátrýsryggur at liggja frá Ísland og niður í Norðsjógvin við skiftandi lítið av vindi av ymsum ættum.
Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lítið lot upp í frískt lot norðan, minni enn 8 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til +5 stig. Seinnapartin støkkur hann niður í sunnan, trilkar spakuliga vindin, dregur saman og tað verður lýggjari. Út á kvøldi upp til frískan vind upp í strúk, sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og tað fer at regna. Hitin 2 til 8 stig.
Mánadagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, og okkurt æli. Hitin 6 til 9 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi og sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað, og okkurt æli. Norðanfyri smáskýggjað. Hitin 6 til 9 stig.
Mikudagin
Frískt lot upp í strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s, sum út á seinnapartin støkkur vindurin upp í útnyrðing. Smáskýggjað og okkurt æli. Síðan minkar vindurin niður í lot til frískt lot útnyrðingini, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Smáskýggja og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 7 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Smáskýggja og yvirhøvur turt. Hitin 0 til 7 stig.
Søndag den 30. marts 2025.
Udsigter, der gælder til mandag midnat, udsendt klokken 20.15 utc.
Der er kulingvarsel for Ytri, Munkegrund, Fugloy og Islandsryggen.
Sydlig strømning af mild luft. Et lavtryk, 970 hPa, sydvest for Island bevæger sig mod nord og de tilhørende fronter med regn bevæger sig videre ind over farvandende fra vest. Mandag eftermiddag nærmer et nyt lavtryk, 997 hPa, sydvest for farvandende og bevæger sig op over Island og sender atter fronter med regn op over Færøerne og de omkring liggende farvande.
Ytri
Kuling fra sydvest 11 til 16 m/s. Moderat sigt.
Munkegrund
Kuling fra syd 10 til 15 m/s. God sigt. I morgen eftermiddag og i morgen aften syd 8 til 13 m/s. Ringe sigt.
Fugloy
Kuling fra syd 12 til 17 m/s. God sigt. I morgen eftermiddag sydvest 7 til 12 m/s. God sigt. I morgen aften kuling fra sydvest 9 til 14 m/s. Ringe sigt.