VEÐRIÐ Í FAMJIN
MAI 2024
VEÐURSTOVA FØROYA
Les alt skjalið í pdf: Veðrið Í Famjin
Dagfesting: 14. mai 2024
Staður: Fámjinsvegur 2 – 870 Fámjin
Heimildarfólk: Arni Teindal, lærari & Niels M. Jacobsen, miðnámsskúlalærari
Viðtal við: Hanus Kjølbro
Famjin
Famjin er bygd á vestursíðuni í Suðuroy – niðast í einum stórum dali við nógvum fjøllum rundanum, úr norði eysturum og niður í sunnan. Fjøllini eru høg, úr 427 metrum (Nónfjall) upp í 590 metrar (Mjóstíggjur). Skørðini ímillum fjøllini eru eisini høg – úr 245 m (Valdaskarð) upp í 514 m (Svínagjógvin)
Vestan fyri bygdina er opið hav – úr suðuri og upp í útnyrðing kemur lotið beint uttan úr havi inn á bygdina.
1. myndin: Kort av Suðuroy. Famjin sæst í reyða kringinum
Veðrið í bygdini
Veðrið í Famjin er tengt at ættini, sum tað er í øllum støðum í Føroyum.
Kemur hann norðaneftir oman av Knúkanum ella av ættunum eystanfyri og niður í sunnan, verja fjøllini fyri ættini, men fer hann vestur um sunnan og kemur av útsynningi og uppeftir, kann vera bæði brim og mjørki.
Tað er lætt at síggja ættirnar í Famjin. Tær síggjast í Vatninum , sum er innan fyri Rivið. Uttan fyri Rivið kallast á Sundinum.
Fyri at fáa greiði á hvussu veðrið er á teimum ymsu ættunum í Famjin, setti undirritaði seg í samband við Arna Teindal, lærara, sum er ættaður úr Famjin og hevur búð har meginpartin av lívinum. Við sær hevði hann Niels Jacobsen, miðnámskúlalærara, eisini úr Famjin.
Við til samrøðuna, sum var í heiminum hjá Arna Teindal í Fámjin, hevði eg spurnarblað – til allar 16 ættirnar, ið vanliga eru umtalaðar í bygdini:
Ø Er vindurin javnur ella ójavnur á ættini
Ø Er meira vindur í ættini enn aðrasteðs – ella øvugt
Ø Er ættin vát – t.e. regn, tá ið turt er aðrastaðni – ella øvugt
Ø Er hetta mjørkaætt?
Ø Er ættin vanliga ein góð ætt ella ein ring ætt – ber til at siga tað við fáum orðum?
Ø Onnur viðurskifti um ættina, søgur, fyribrigdi, hendingar o.s.fr.
Spurt varð somu spurningarnar ætt fyri ætt. Byrjað varð við norðan, og var farið allan kringin runt eystureftir, og steðgað var við heil- og hálv- og millumættirnar.
2. myndin: Tær 32 ættirnar. Til samrøðuna eru ikki allar 32 ættirnar brúktar, men onnurhvør - t.e. heil-, hálv- og millumættirnar.
Norðan
Norðan er ein góð men køld ætt í Famjin. Serliga er hon góð heimanfyri – t.e. í gomlu bygdini. Hann kemur oman av Knúkanum, sum verjir bygdina fyri ættini. Beint út fyri bygdini kann hann bresta á boðanum, hóast góðveður er. Tað kemur sum byrsuskot.
Tað er minni vindur í ættini, enn tað er í miðal fyri landið, og vindurin er javnur, ongar hvirvlur eru. Ættin er ikki skaðaætt.
Vanliga er turt á norði. Regnið fer framvið báðumegin bygdina. Tá ið nógv kavaavfall er á vetri, kann kavi leggjast á Leitið, eisini á landnyrðingi.
Norðan er hvørki mjørkaætt ella brimætt í Fámjin.
Landnyrðingur norðan
Tá ið ættin er landnyrðingur norðan, líkist veðrið í Fámjin veðrinum, tá ið hann er norðan.
Landnyrðingur
Landnyrðingur kemur oman av Valdaskarði og Kirkjuvatni og er ein keðilig ætt í Fámjin. Hon er vát og gjøgnumtreingjandi. Fólk í bygdini, sum gera við hús ella urtagarð, kroka undan ættini, tí tað er ikki verandi vindmegin.
2. myndin: Eitt summarkvøld um sólsetur, 14. juni 2023. Í Vatninum sæst ættin koma av landnyrðingi. Mjørkin kemur upp um Valdaskarð og fer oman ímóti Kirkjuvatni og so á sjógv. Í bygdini er klárt. Mynd: Arni Teindal.
Tað er ikki minni vindur á ættini, og hann er nokkso javnur. Er vindurin nógvur, er ójavnari og glaður í vatninum.
Tá ið tað kemur til avfall, er ættin ikki vátari, enn hon er kring landið. Tað avfall, sum er, kemur við brúgvaløgum.
Landnyrðingur er hvørki mjørka- ella brimætt í Fámjin.
Ættin er keðilig í bygdini, kann bert brúkast til útróður, tí hon er góð til sjóveður.
Landnyrðingur eystan
Veðrið í Fámjin, tá ið ættin er landnyrðingur eystan, líkist veðrinum á landnyrðingi.
Eystan
er ein góð góðveðurætt í Fámjin, men ein ring óveðursætt. Í døgum við góðveðri er turt og sól og lítið av vindi. Er nakað av vindi, er miðalvindferðin í bygdini tvær ferðir so nógv sum kring landið, og vindurin ójavnur við hvirlum.
3. myndin: Gott veður 6. juni 2016. Eysturættin um summarið kann vera góð. Hinumegin fjøllini er svart í mjørki, men í Fámjin er klárt og gott veður. Slíkar dagar er vanliga púra stilt eystanfyri, meðan tað er eitt lot í dalinum oman fyri bygdina og í bygdini eisini. Besti hoyterri í Fámjin. Mynd. Arni Teindal.
Í illveðri á vetri er eystan skaðaætt saman við suðurættini.
Avfalsviðurskiftini á eysturættini eru tey vanligu, sum eru fyri alt landið. Regn ella ælaveður kemur og fer við brúgvaløgum.
Eystan er hvørki mjørka- ella brimætt í Fámjin.
Landsynningur eystan
Veðrið á landsynningi eystri líkist veðrinum á landsynningi.
Landsynningur
Landsynningur kemur oman ígjøgnum dalin og er avbera góð ætt um summarið, tá ið veðrið er gott. Tá ið mjørkin fjalir støð, har sum mjørki er á landsynningi, t.d. Tvøroyri og Havn, er stilli og sól í Fámjin.
4. myndin: Eitt lítið lot av landsynningi 27. juli 2019 – á hásumri. Mjørki er eystanfyri, og hann hevur hug at koma yvirum í støðum. Í bygdini er klárt og bláur himmal. Mynd: Arni Teindal.
Vindurin er javnur á ættini, og vindferðin tann sama sum fyri landið.
Ættin er ikki vátari ella turrari enn aðrastaðni, tó kann áarføri vera viðhvørt. Regnar ikki, tá ið eystfalskyrrindini eru (full fjøra), regnar ikki meðan tað fløðir. Kavar á ættini, kemur nógvur kavi niður.
Tað er hvørki mjørki ella brim í Fámjin á landsynningi.
Landsynningur sunnan
Veðrið á landsynningi suðuri líkist veðrinum á suðuri.
Sunnan
Sunnan kemur oman úr Djúpadali og er ein góð ætt í Fámjin.
Er ikki nógvur vindur, er vindurin javnur og heldur minni vindferð, enn tað er kring landið.
Suðurættin er ikki serliga vát í Fámjin.
Tað er ikki brim, tá ið hann er sunnan, men mjørki kann vera. Ættin er tó ikki líka ring mjørkaætt sum útsynningur.
Útsynningur sunnan
Útsynningur sunnan kemur norðureftir, fram við landi og um Økslina. Í illveðri hava skaðar verið.
Tá ið tað er vindur, eru hvirlur. Tær hoyrast eina løtu áðrenn. So er aftur stilt í eina góða løtu. Ættin er brimætt – tann fyrsta, tá ið roknað er vesturum úr suðuri og norðureftir. Nógvur mjørki um fjøllini.
Útsynningur
Útsynningur kemur uttan úr havinum og er leysur av oynni, áðrenn hann kemur til bygdar. Ættin er góð við lítlum vindi – fer oman fyri bygdina. Jólaódnin merktist ikki í bygdini.
Í bygdini er vindurin javnur, og vindferðin er væl minni, enn hon er fyri landið.
5. myndin: Hann lotaði av útsynningi nakrar dagar fyri ólavsøku 2021. Mjørki av útsynningi rekur norður við landinum – kemur ikki inn til bygdina. Mynd: Arni Teindal.
Útsynningur er ringasta ættin um Ørðaskarð. Tað kann vera lítil vindur í bygdini, men veksandi vindur niðan í hagan. Eru t.d. 5 m/s í bygdini, kunnu vera 50 m/s á Ørðaskarði. Ringt er at halda eyguni aftur har uppi, eygnalokini kunnu fara útfrá.
Ættin er vanliga roknað sum ein turr ætt, men um summarið kann dríva úr mjørka. Tá ið so er, regnar upp i í haganum.
Útsynningur er bæði mjørkaætt og brimætt í Fámjin.
Útsynningur vestan
Lítil munur er á veðrinum, tá ið hann útsynningur vestan og tá ið hann er útsynningur.
Vestan
Vestan er ein miðalgóð ætt í Fámjin. Hon kemur uttan av havi og er køld – merkist betri í bygdini enn útsynningur.
6. myndin: Hátrýstveður. Eitt lítil lot vestaneftir um kvøldið 4. juni 2013. Tám ella pollamjørki vestan fyri oynna. Stendur inn á Sundið. Í bygdini er góðveður. Mynd: Arni Teindal.
Vindurin er javnur. Í góðveðri er vindferðin tann sama ella eitt sindur meir enn kring landið. Er nógvur vindur er hann javnur, men vindferðin nakað meiri enn hon er kring landið.
Árskiftið 90/91 er helst ringasta veður, sum hevur verið í bygdini – nógvur vindur av vestri. Kom úr útsynningi upp í vestan. Fólk í bygdini er glað um ættina, tá ið ódnarveður er vestaneftir, tí vindurin er javnur, og tí ikki skaðaætt.
Tá ið tað kemur til avfall á ættini, er hon sum útsynningur – t.e. slavið í neðra, regn í erva.
Vestan er tann ringasta mjørkaættin í Fámjin. Mjørkin kann viðhvørt bara standa inni á Sundið og ikki koma longur inn. Góðveður er í bygdini.
Útnyrðingur vestan
Veðrið í Fámjin, tá ið ættin er útnyrðingur vestan, er sum á vestri.
Útnyrðingur
Útnyrðingur er ein vanlig ætt í Fámjin um veturin og kemur suður við teim høgu bjørgunum og inn á Fámjin. Ættin liggur út av hvørjari vág í landinum uttan av Fámjin og av Sørvági.
Útnyrðingur er ikki nøkur dreymaætt í Fámjin. Ættin er køld og trá og blívur við og við.
7. myndin: Sólsetur 2. juni 2015. Eitt av útnyrðingi, og loftið er skýggjað. Mynd: Arni Teindal.
Vindurin er javnur á útnyrðingi, líka sum á vestri. Er nógvur vindur, eru hvirlur.
Ofta er vátt, tá ið hann kemur av útnyrðingi.
Tað er ikki mjørki á útnyrðingi, men tað kann brima. Kemur hann úr vestri upp í útnyrðing, er sloppið. Tað ringasta er yvirstaðið.
Útnyrðingur norðan
Útnyrðingur norðan hevur hvirlur við sær. Ættin líkist annars útnyrðingi.