Alduskýggj yvir Føroyum í dag

Í morgun, mánadagin 13. februar, bar til at síggja sólina rísa í Havn og aðrastaðni norðanfyri og eystanfyri í landinum. Sunnanfyri og vestanfyri sá nakað øðrvísi út, tí har var sum heild grátt og skýggjað.

Havn Morgun 13 02 2023 02B8fe5298

Orsøkin til hendan munin á skýloftinum yvir Føroyum kemst av, at vit bæði hava útsynning-sunnan og sera støðuga luft omanfyri okkum. Sunnanfyri og vestanfyri var eitt tjúkt lag av stratocumulus-skýggjum, tað eru lág bøklaskýggj. Omanfyri hesi var luftin sera turr og støðug, og kallast hetta eitt “hitahvarv”.

Fylgissveinamyndin niðanfyri av Føroyum kl 10.00 í morgun lýsir støðuna. Tað er samdrigið í vestara parti av landinum, og aldur í lofthavinum síggjast eystanfyri.

Føroyar fylgissveinur 13.02.2023 kl 10.00.png

 

Eitt hitahvarv er sum at seta lok á lofthavið, tí øll skýggj niðanfyri hitahvarvinum hava sera trupult við at sleppa uppeftir. Veðurballónin í nátt vísti okkum, at hitahvarvið hevur ligið í eini 2-3 km hædd. Kortini fara skýggini framvið føroyska fjallalendinum.

Tá bøklaskýggini vestanfyri okkum royndu at sleppa upp um føroyska fjallalendið í morgun, vóru tey trýst niður eftir hinumegin fjallalendið. Úrslitið er, at eins og tá ið ein boya fer upp og niður á sjónum, so vera skýggini ávirkaði, bæði av fjallalendinum niðanfyri og hitahvarvinum omanfyri, og aldur standast burturúr. At enda upploysast hesi skýggini og tað verður klárt veður eystanfyri.

Sum frá leið varð sum heild meira skýggjað um alt landið, men onkrir glottar vóru framvegis at hóma eystanfyri Føroyar seinnapartin. Myndin niðanfyri er tikin uttanfyri Veðurstøðina í Havn í dag kl 15.00. Her síggjast tjúkkar skýstrípur eystanfyri Nólsoynni, og soleiðis síggja lág alduskýggj út.

Havn seinnapart 13.02.2023.png

Nú er farið at draga saman orsaka av, at hitahvarvið er viknað. Frameftir kunnu vit sum heild vænta, at tað verður meira skýggjað í kvøld, og sostatt eru alduskýggini burtur á hesum sinni.

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi