Dýrdarveður í dag
1. mars 2023
Besti dagurin í árinum, higartil. At kalla eingin vindur, klárt og sól. Miðjan á hátrýstinum, sum stendur fyri hesum góða veðrinum, er einar 100 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna.
Veðrið í einum øki, har hátrýst er, er vanliga gott við lítlum vindi og klárum lofti, um ikki altíð so klárum, sum tað er í morgun.
At tað er hátrýst merkir, at nógv luft er savnað við leiðirnar hjá okkum. Hon søkkur trýstir seg niður á jørðina, og tekur guvuna (vatndampin) við sær niðureftir. Skýggini fara í upploysn. Hetta kallast subsidensur á fakmáli.
Tað øvugt hendir kring lágtrýst. Tá verður luft syft uppeftir, og tí kølnar hon, guvan fer úr, og tað er skýggjað og regn. Tað kallast convection á fakmáli.
Hátrýstið, sum liggur nær við Føroyar í dag, er máttmikið. Klokkan 6 í morgun var trýstið í miðjuni 1042 hPa. Tað er nokkso nógv. Stóra talið merkir, at nógv luft bíðar eftir at søkka niður.
Metið í Føroyum er 1054 hPa, mált í Hvannasundi í 2020.