Eitt lítið lot av landnyrðingi
Stilt og kølið kring landið í morgun
Í morgun er lítið av vindi, bert eitt lítið lot av landnyrðingi, vindmátarar Landsverks og teir hjá okkum á Veðurstovu Føroya hava mált upp í 3 m/s ella so.
Eitt hátrýst er sunnan fyri Føroyar, og tað stingur ein rygg norður ímóti okkum. Lufttrýstið er meiri enn 1021 hPa. Vit liggja á eystara kanti av rygginum, tí er vindurin so lítil, og tí er ættin landnyrðingur.
Hesar myndirnar tók Carsten Arnskov í morgun. Einki skýggj í niðasta lagi, men eitt stórt lagskýggj (altostratus) í mittasta lagi, sum er 2 til 6 km uppi. Tað regnar ikki úr skýggjum, sum liggja so langt uppi. Undirkanturin er sum aldur at síggja, tí luftin ligur í fleiri løgum.
Í ovasta lagi, 6 km uppi ella longri, síggjast eisini lagskýggj (cirrostratus).
Hetta veðrið væntast fara at vera allan dag.