Føroya Sjómannadagur í fagrasta veðri, um kvøldið illveður
Leygardagin 19. august 2023
Tað var av allar fagrasta veðri í Klaksvík leygardagin 19. august 2023 kl. 10.45, tá borgarstjórin Karl Johansen bjóðaði vælkomin og Sjómannadagurin varð settur av Dennis Holm, landstýrismanni í Fiskivinnumálum. Hann segði m.a.:
... Í byrjanini var Føroya Sjómannadagur í ein dag, men hetta framúr tiltakið er seinastu árini ment til at fevna um fleiri dagar við rúgvusmiklari og fjøltáttaðari skrá. Her eru tiltøk av alskyns slagi – til álvara og gaman, mentan og matna, við framløgum og kjaki, og ikki minst sum upplýsing til okkum øll, sum ikki hava dagligu gongd í vinnuni. Hetta einastandandi tiltakið hevur øll árini lagt seg eftir, at alt skal vera ókeypis, tiltakið er rúsfrítt og ikki minst eru Sjómannadagarnir familjuvinarligir við tiltøkum og tilboðum til okkum øll, í øllum aldursbólkum....
https://nordlysid.fo/tidindi/79610/vaelkomuheilsan-hja-borgarstjoranum-a-sjomannadegnum
https://nordlysid.fo/tidindi/79602/setanarroda-a-foroya-sjomannadegi-dennis-holm-landsstyrismadur
https://foroyasjomannadagur.fo/
Veðrið var avbera gott allan dagin við nógvari sól og uppí umleið 20 stig. Seinnapartin var onkur lítil hvirla uttan at órógva, men um kvøldið tá síðstu kappingar júst vóru lidnar, byrjaði tað ringa veðrið við grimdarregni og hvirlum omanfyri 30 m/s. Eina løtu var ivi um øll teltini kundu klára nógva vindin, men tíbetur gekk væl: okkurt telt bognaði eitt sindur og onkrir av stóru betongklossunum vórðu fluttir eitt sindur, sí mynd niðanfyri. Mátingar frá Landsverk av vindinum síggjast niðanfyri. Mesti miðavindur var 16.6 m/s kl. 20:30 og ringasta hvirla var 32.6 m/s kl. 20.35. Hitamátingar frá lv.fo vísa upp í 19,5 stig í Gerðabøi. Onkur hevði mátað 22-23 stig í Klaksvíksgarðinum!
Tíverri eru ongar mátingar av avfalli í Klaksvík, men tað byrjaði so smátt at regna uml. kl. 17, so sleit í eina løtu og so regnaði illa frá umleið kl. 18.30 – akkurát tá síðsta kappingin, togtogan var av. Tað var grimdarregn í 3-4 tímar, so fólk vórðu vát uppá stutta tíð, um tey ikki vóru í oljuklæðum. Hóast ringa veðrið var køin enn long til “Fisk&Kips frá JFK”, har fólk stóðu í 3-4 tímar í góðum hýri! Tað eru mátingar av avfalli aðrastaðni, niðanfyri sæst t.d. Runavík. Mett verður, at tað regnaði væl meira í Klaksvík – ja, næstan “skybrud” ella glopraregn, sum DMI hevur sett til 15 mm uppá 30 min. Nei, so ringt var tað ivaleyst ikki, hóast alt. Um onkur hevur regnmátingar frá degnum eru vit fegin at hoyra um tað, vedur@vedur.fo.
Miðalvindur og hvirlur í Klaksvík, Gerðabøur, tann 19.08.2023. Mesti miðavindur var 16.6 m/s kl. 20:30 og ringasta hvirla var 32.6 m/s kl. 20.35. Kl. 21.45 minkaði vindurin og kl. 22.45 vóru hvirlurnar umleið 15 m/s. Frá www.lv.fo
Miðal vindætt í Klaksvík, Gerðabøur, tann 19.08.2023. Tá mesti vindur og ringastu hvirlur vóru var ættini umleið 170 stig – eitt sindur eystan fyri sunnan. Seint um kvøldið fór vindurin í umleið eystan, 90 stig. Frá www.lv.fo
Hitin í Klaksvík, Gerðabøur, tann 19.08.2023. Frá 12:20 til umleið 12:40 lá hitin á umleið 19.5 stig. Í Klaksvíksgarðinum hevði onkur mátað 22-23 stig. Frá www.lv.fo
Avfall í Runavík tann 19.08.2023. Frá www.lv.fo. Mett verður, at tað regnaði meira í Klaksvík.
Nakrar forsagnir frá Veðurstovu Føroya
Tað vóru ikki gjørdar lokal-forsagnir fyri Klaksvík, so tað eru bert almennar forsagnir galdandi fyri allar Føroyar. Fríggjadagin varð sagt fyri leygardagin:
"Fyrst frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, skýggjað og támut í støðum. Sum líður á seinnapartin veksur hann vindin upp í hvassan vind, 15 m/s, tað verður samdrigið og regn sunnaneftir. Um náttina slítur í og hann minkar um vindin til frískt lot upp í frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Hitin alt samdøgrið 11 til 15 stig."
Sum heild er tað ein hampiliga góð forsøgn, men mesta av leygardegnum var veðrið í Klaksvík betri enn roknað var við frammanundan, meðan veðrið um kvøldið var verri enn roknað var við.
Nevndin fyri Sjómannadagin fylgdi væl við í veðrinum og saman við veðurkønum gjørdi teir metingar av støðuni. Nakrar broytingar vóru gjørdar í skránni, so næstan alt var liðugt tá illveðrið kom og harmonikuspælið var flutt av stóra palli inn i stóra tjaldið.
Nakrar modell-forsagnir frá veðurmodellum
Tað er ein ógvuliga stór mongd av modell-forsagnum og her skulu bert vísa nakrar forsagnir frá ECMWF, https://www.ecmwf.int/. Annars nýtir Veðurstova Føroya nógv ymisk veðurmodell, t.d. frá DMI, UKMO v.fl.
Modell-forsagnir frá ECMWF av trýsti, vindi, hita og avfalli frá 19.08.2023 kl. 01, galdandi fyri kl. 16
Modell-forsagnir frá ECMWF av trýsti, vindi, hita og avfalli frá 19.08.2023 kl. 01, galdandi fyri kl. 19
Modell-forsagnir frá ECMWF av trýsti, vindi, hita og avfalli frá 19.08.2023 kl. 01 vísa at tað er turt kl. 13, kl. 16 er avfallið sunnanfyri Føroyar, kl. 19 regnar tað í Klaksvík. ECMWF-vindurin í Klaksvík er umleið 9-10 m/s eystan og mesti modell-hitin var 14.2 stig.
Veðurradara og aðrar mátingar
Heystið 2018 fekk Atlantic Airways sett upp ein Furuno X-veðurradara á Sornfelli – serliga sum stuðul fyri tyrluflúgvingina bæði til ferðafólk og tilbúgvingina, sí t.d. Atlantic Review, várið 2019. Hesin veðurradarin hevur í vissan mun tryggjað eina betri og tryggari tyrluflúgving og verður eisini nýtt av veðurfrøðingum í dagliga arbeiðinum og av øðrum. Tíanverri hava vit av tekniskum trupulleikum enn ikki nakra radarmynd frá Sjómannadegnum.
Tað hevur leingi verið tosað um at fingið ein størri og betri veðurradara, ein sokallaðan C-veðurradara, sum verður nýtt av øðrum londum, t.d. í Danmark og Íslandi, sí t.d.
https://www.dmi.dk/nyheder/2022/to-nye-radarer-paa-vej/
Tað verður mett at ein C-veðurradari ivaleyst fer at kosta 8-10 mió kr. Tað hevði verið eitt risalop!
Tað eru nógvar veðurmátingar í Føroyum av Landsverk, Veðurstova Føroya og Vága Floghavn, men í nógvum førum kundi tað verið gott við enn fleiri mátingum, so betri møguleikar eru at síggja ella greina hvussu veðrið er ymiskt frá stað til stað.
Lokalt veðurmodell
Veðurstova Føroya arbeiðir við at menna eitt lokalt veðurmodell. Tað verður at kanna um hetta veðurmodellið møguliga fer at gera betri og meira neyvar lokalar forsagnir.
Mynd frá sunnumorgun 20.08.2023. Hóast nógvur vindur og harðar hvirlur var tíbetur eingin skaði. Stóra teltið bognaði eitt sindur og stóru betongklossarnir uppá 530 kg hvør fluttu seg eitt sindur.