Frostrípur og veðurlag

Frostrípur, ið síggjast aftur úr flogførum, eru mannagjørd skýggj, sum liggja ógviliga høgt – oman fyri 10.000 metrar – og har er ógvuliga kalt. Eini 40 stig undir frostmarkinum, ella kaldari.

20230922 D1e9f0d744

Øll skýggj hava eginleikan at forða geislingum frá sólini at koma niður á jørðina – og eisini at forða hitanum á jørðini at fara út úr lofthavinum aftur.

Tað hevur verið kjak ímillum veðurfrøðingar í mong ár, um frostrípur ávirka hitan á jørðini – um kunnu forða sólargeislingum at koma niður at jørðini í nóg stóran mun, at tað kann mátast við vanligum hitamátarnum.

Í Føroyum er frostrípurnar, ið síggjast aftur úr flogførum, ikki serliga nógvar, og tað er ógvuliga ivasamt, um nøkur ávirkan er yvirhøvur, men í t.d. USA er flogferðslan nógvar ferðir meiri enn her hjá okkum. Meiri enn 80 túsund flogfør fara uppfrá hvønn dag av einari amerikanskari flogbreyt.

Hvussu hitin er um dagin og um náttina, vita amerikanarar væl. Mátingar er gjørdar í mong ættarlið.

Hvussu hevði verið við hitanum nátt og dag har yviri, vóru ongar frostrípur?

Í september 2001 fingu veðurfrøðingar ein óvæntaðan møguleika at gera samanberingar og finna út onkrum hesum viðvíkjandi.

Eftir yvirgangsálopið 11. september slapp einki ferðamannaflogfar ella farmaflogfar ella privatflogfar uppfrá í 3 samdøgur, og fyrstu ferð síðan fyrra heimsbardaga vóru als ongar frostrípur í luftini oman fyri USA í nakrar samanhangandi dagar.

Mátingar av hitanum vóru gjørdar vanligt, og samanberingar vóru gjørdar við mátingarnar seinastu 30 árini – t.e. aftur til 1971. (Tølini eru fyri teir 48 statirnar, ið liggja ímillum Meksiko og Kanada – Alaska og Hawaii eru ikki við)

Og veðurfrøðingarnir sóu eitt munandi frávik í hitanum!

Munurin á mest málda hita um dagin og minst málda hita um náttina øktist heili 1,1°C! – so frostrípurnar forða eitt sindur hitanum at koma inn, meðan sólin er uppi, og tær halda uppá eitt sindur av hitanum, sum kemur upp úr jørðini seinni um dagin.

Hóast úrslitið av mátingunum var greitt, meta vísindafólk, at neyðugt er at gera slíkar mátingar nakrar ferðir afturat, áðrenn frávikið í hitanum kann takast við fullari vissu.

Guð viti, nær eitt slíkt høvi verður aftur….

Aðrar kanningar enn tær omanfyrinevndu eru gjørdar, hvussu tann nógva flogferðslan ávirkar veðurlagið.

Í árunum 1974 til 1994 taldu amerikanskar veðurstovur yvir USA eitt veksandi tal av skýggjum, ið liggja heilt har uppi, har flogfør flúgva. Orsøkirnar kunnu bert vera økt vætuinnihald frá jettmotorum – eingin onnur orsøk varð funnin til hetta, hóast væl og drúgt var leitað.

Veðurfrøðingar meta, at tey økta talið av skýggjum hava havt við sær eina øking í hitalagnum uppá 0,2°C til 0,3°C hvørt tíggjuáraskeið – og er sostatt tann størsta orsøkin (kanska tann einasta orsøkin), at miðalhitin í USA er vaksin tey seinastu 25 árini.

Í Evropa eru líknandi kanningar gjørdar. Eitt av úrslitunum er, at frostrípur hava havt ein nógv størri lut í økingini av miðalhitanum enn CO2-útlátið úr flogførunum.

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi