Góðveðursmyndir úr Eysturgrønlandi
Gott veður á leiðini í Eysturgrønlandi.
Fingu sendandi hesar myndir í gjár frá einum manni, sum er við trolara undir Eysturgrønlandi. Tær eru tiknar klokkan 2 um náttina – eina løtu fyri sólarris.
Alt økið millum Suðurgrønland og Ísland lá undir einum hátrýsti, og tá er veðrið vanliga gott við lítlum vindi og klárum lofti.
Og soleiðis var tað gjáramorgun. Roðin frá sólini heldur sær niðri við sjónarringin, havið er so at siga stilt, bert eitt lítið lot, og ovast á myndini síggjast kløn skýggj (cirrostratus), sum liggja langt uppi, 6-7 km ella longur uppi.
Heilt undan onkrum aktiviteti í niðasta parti av lufthavinum sluppu teir tó ikki. Men tað var ógvuliga lokalt.
Ein strípa av myrkum skýggjum sæst hangandi. Her er óstøðug luft farin uppeftir og er kølnað. Nakrar 100 metrar longur uppi kondenseraði dampurin til dropar. Í einum stað í skýnum gjørdist ov trongt, so teir lítlu droparnir slóu seg saman og gjørdust størri, til teir til endans vóru ov tungir at hanga í luftini og duttu niðuraftur.
Ælið gjørdi alt av sær eftir einari løtu.
So var aftur turt.....