Hans – eitt sindur um

Metnógv avfall í Noregi í hesum døgum

Hans Mynd 1 1C1a584d31

Seinastu dagarnar hevur tað regnað av grimd í pørtum av Noregi. Vit hava sæð myndir á netinum og í sjónvarpinum av mongum skaðum. Stórar áir eru farnar upp um áarbakkan, hús eru tikin av grundum, brýr eru horvnar o.s.fr.

Veðurfrøðingar hjá norska veðurstovninum fylgja, sum veðurfrøðingar flest, væl við. Teir sendu eina ávaring út longu sunnumorgunin klokkan 11. Ávarað varð um ógvusligt regn, samstundis sum teir góvu lágtrýstinum navnið Hans. Vindurin fór væntandi ikki at verða tann nógvi, og tað varð hann heldur ikki. 

Søgan um ringa veðrið er hon, at leygarkvøldið 5. august var eitt lágtrýst statt beint vestan fyri Írland. Tað var ikki serliga djúpt, trýsið í miðjuni bert niðri á 1002 hPa. Fleiri regntung brúgvaløg hingu uppií, og tað fór at taka eina leið beint eystureftir ímóti Suðurjútlandi og so víðari ímóti Eystursjónum. Eitt sindur av vindi var á leiðini, lágtrýstið tók, og tað regnaði eitt sindur. Tó ikki tað heilt stóra.

Her kundi søgan verið endað, og lágtrýstið farið upploysn. Tað hendir so ofta...

Men..!

Eitt lágtrýst var samstundis á veg úr Norðuritalia og norður ígjøgnum Eysturevropa. Tað var komið av kaldari luft norðan úr m.a. Føroyum nakrar dagar áðrenn, sum trokaði seg ímóti teirri heitu luftini yvir Miðalhavinum. Tað kom norður í Eystursjógvin, samstundis sum hitt, sum er nevnt omanfyri. Tað er ikki óvanligt, at tvey lágtrýst soleiðis koma saman til eitt og fáa nýggja orku.

Tað hendi eisini hesaferð.

hans_mynd_2.jpgHer sæst lágtrýstið úr Atlantshavinum standa yvir Niðurlondum, meðan lágtrýstið úr Miðalhavinum stendur yvir Eysturevropa. Kelda: UK Met Office. 

Lágtrýstini renna saman í einum eitt sindur óvanligum stað og taka eina óvanliga leið, í útnyrðing til Svøríkis og so til Noregs.

Turra og ógvuliga heita, luftin, sum varð drigin norður úr Grikkalandi, og tann kalda og slavna luftin út Atlantshavi stoyttu saman norðan fyri Póland. Munurin í hita og vætuinnihaldi var sera stórur. Samstundis var niðasti parturin av lufthavinum har á leiðini sera óstøðugur.

Tá kann so nógv henda, og tað gjørdi tað eisini.

Tann heita luftin hitaði ta køldu luftina, sendi hana uppeftir, so at hon aftur kølnaði, og soleiðis hingu fleiri milliónir rúmmetrar av vætu brádliga í luftini og duttu niður. Í Noregi eru nógv høg fjøll. Tey hava tvungið luftina uppum, og har hevur eisini ein stór køling verið, og tí aðrir óteljandi rúmmetrar av vætu.

hans_mynd_3.jpg

Tað hevur ikki regnað so illa í Noregi í eitt mannaminni, og úrslitið hava vit sæð í sjónvarpi og á netinum. Ógvisligir skaðar. Hægsta vatnstøðan í landinum í 50 ár.

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi