Hátrýst – eitt sindur um
Tær seinastu tvær vikurnar hava vit havt gott veður. Hátrýstveður.
Hvat er eitt eitt hátrýst, sum veðurfrøðingar og onnur nevna serliga í sambandi við gott veður?
Alt lufthavið liggur sum ein dýna um jørðina. Tað er ikki líka nógv luft allastaðni. Í støðum er meiri luft (hátrýst), og í øðrum støðum er minni luft (lágtrýst).
Lág luftin jøvn um allan knøttin, so at ongastaðni var meiri ella minni enn aðrastaðni, vóru hvørki há- ella lágtrýst til. Vit kunnu bera tað saman við ein stillan svimjihyl, har sum eingin hevur verið í í eina góða løtu, og vatnskorpan er still og jøvn. Eingin bunga stingur seg upp í einum stað, og heldur eingin lægd nakra aðrastaðni.
Men so stilt er lufthavið ikki. Tað er í støðugari rørslu. Luftin flytur seg frá støðum, har tað er ov nógv luft (hátrýst) til støð, har tað er ov lítið av luft (lágtrýst).
Tað eru tvey sløg av hátrýstum: termisk hátrýst og dynamisk hátrýst.
Taka vit fyrst tey termisku hátrýstini, so hava tey okkurt við termikk at gera, t.e. hvussu kalt tað er niðri á jørðini á tí staðnum. Kalda lendið kølir luftina beint omanfyri. Køld luft er tyngri enn heit luft, og hon søkkur tí niður ímóti jørðini. Í erva rekur nýggj luft til, og tí er luftmassin blivin tyngri enn hann er rundanum. Niðri við jørðina fer luftin útfrá staðnum.
Termisk hátrýst eru vanlig yvir teimum stóru meginlondunum og í Grønlandi.
Hitt slagið av hátrýstum, tey dynamisku, er tað sum vit viðhvørt merkja her í Føroyum. Luft í erva rekur ímóti sama staði, í hesum døgum ímóti leiðunum við Føroyar. Nógv Luftin savnast í eina bungu og sleppur bara burtur niðri við jarðarskorpuna. Tí er vanliga lítil vindur kring hátrýst.
Meðan luftin søkkur niður ígjøgnum lufthavið, ornar hon eitt sindur og tarnar soleiðis skýgerð. Tí er vanliga klárt ella nokkso klárt veður kring í einum hátrýstøki og lítið ella einki avfall.
Tá ið eitt hátrýst liggur við Føroyar, hevur tað týdning, júst hvar miðjan á hátrýstinum er. Í dag er miðjan á hátrýstinum vestan fyri Føroyar og eitt sindur sunnari, og tí er ættin her hjá okkum um vestan.
Forsøgnin fyri middag í dag, mánadagin 12. juni. Miðjan á hátrýstinum er í útsynningi vestan úr Føroyum. Tí er ættin kring landið um vestan. Vestan fyri Skotland, men rundan um sama hátrýst, er ættin landsynningur
Er miðjan á hátrýstinum eitt sindur eystanfyri, er ættin í Føroyum sunnan ella eitt sindur báðumegin sunnan, líkasum hon var seinna partin av síðstu viku. Ættin lá um landsynning í nakrar dagar við lýggjari luft rekandi ímóti okkum.
Fríggjanáttina klokkan 00 (tað sama sum hóskvøldið klokkan 24) var miðjan á hátrýstinum beint eystan fyri Føroyar. Eitt veikt luftrák var her hjá okkum úr landsynningi suðuri. Turt og klárt veður. Beint sunnan fyri Noreg, men rundan um sama hátrýst, var ættin beinur norðan
Næstu dagarnar væntast hátrýstið at fara í landnyrðing. Meðan tað flytur seg yvir Føroyar, fer luftrákið at koma úr ymsum ættum. Tá ið miðjan er komin eysturum og eitt sindur norðurum eisini, fer ættin at vera eystan.
Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya