Hátrýstveður í Eysturgrønlandi
Í morgun komu sendandi myndir úr Eysturgrønlandi til okkara. Ein skipari á einum føroyskum línuskipi, sum hevur royndarloyvi innan fyri 3 fjórðingar, hevði tikið tær nakað fyri sólarris í morgun.
Gott veður at draga á leiðini í morgun. Tað sæst bæði á luftini og á sjónum. Taka vit sjógvin fyrst, so síggjast bert lítlar aldur fara undan ættini, minni enn 10 cm – tó saman við gamlari aldu, sigaldu. Vindferðin var 1 til 2 m/s – eitt fleyr ella lítið lot.
Í gjár var nakað av vindi á leiðini, upp í 15 m/s, og sjálvandi als ikki so slætt sum í morgun. Tað tekur alduni fleiri dagar at minka.
Í erva er nokkso klárt – tó ikki heilt klárt. Oman fyri ísfjøllini á myndini síggjast grá ótøtt skýggj (stratus), sum eru niðan fyri 2000 m, og oman fyri 6000 m síggjast rípur av frostskýggjum (cirrus). Oman fyri alt sæst bláur himmal.
Hetta er hátrýstveður. Bert 200 fjórðingar vestan fyri, har sum myndin varð tikin, var miðjan á einum hátrýsti à 1025 hPa. Tá er vanliga gott veður – lítil vindur og yvirhøvur klárt og turt. Tað hevur tað eisini verið í morgun.
Morgunroði
Ein roði sæst á myndini í havsbrúnni. Tað er ikki óvanligt og kann merkja okkurt, hvussu veðrið fer at verða.
Eitt føroyskt veðurtekn er um morgunroða, og Petur Hans Dahl segði segði soleiðis í Góðan Morgun Føroyar 9. oktober 2017:
Um sólin kemur reyð úr havi um morgunin, so kann mann eygleiða, hvussu tað gongur við roðanum út á dagin. Um roðin fer aftur í havið, er illveður, áðrenn dagurin er farin. Harafturímóti, um roðin fer upp á luftina og litar skýggini reyð, kann væntast við einum góðum degi.
Tann altíð so fryntligi vágbingurin endaði við at siga, at hatta hevði hann eygleitt fleiri ferðir, og at tað passaði sum oftast.
Í morgun fór roðin aftur í havið stutt eftir sólarris. Sambært veðurtekninum er hetta ikki gott, tí so verður skjótt illveður. Veðurforsagnirnar fyri leiðina, har hetta føroyska línuskipið roynir eftir toski, siga, at í morgin fer vindurin at veksa upp í 10 til 15 m/s av norði, onkra løtu upp í 13 til 18 m/s. Nakað tað sama veðrið, vit hava í Føroyum í hesum døgum.
Teir umborð á Vesturhavinum mugu brynja seg við sjaskveðri í morgin. Tað sæst bæði í sól og á skrift.
Eitt sindur meira um lýsing
Myndin er tikin í lágan landsynning (144) klokkan 0819 lokala tíð, 1 tíma og 22 minuttir fyri sólarris. Sólin var hesa løtuna eini 7-8 stig undir havsbrúnni. Tá ið tað lýsir fyri degi, fer myrkrið burtur og ljósið fram i stigum. Stigin er gjørdur eftir 6-tabellini, og tey síggjast á myndini niðanfyri.
Sólin reis í morgun klokkan 0941 á leiðini, Vesturhavið roynir. Myndin er tikin í lýsingini 1 tíma og 22 minuttir fyri sólarris. Tá var sólin góð 7 stig undir havsbrúnni, nevnt nautiskt lýsing á fakmáli