Heimasíða og skipanir niðri í gjár

Download (1)
Vegna streymslitið týskvøldið vóru heimasíða og ymiskar aðrar av okkara skipanum óvirknar týskvøldið og tað mesta av degnum í gjár. Hetta var atvoldin til ymiskar seinkingar og manglandi fráboðanir frá okkara síðu. Vit biða tykkum halda okkum til góðar.
Vit eru í eini menningartilgongd og okkara undirstøðukervið er enn ikki komið í eina nøktandi trygga legu. Arbeitt verður fram móti eini meiri haldgóðari loysn.
Vinarliga
Bárður A. Niclasen, deildarleiðari á Veðurstovuni

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi