Hvat hava vit mist? – hátrýstið yvir Føroyum heldur lágtrýstini vekk frá okkum
Mánadagin, 27. februar 2023
í hesum døgum hava vit gott og støðugt veður. Tað er eitt máttmikið hátrýst beint sunnan fyri okkum, sum stendur fyri tí. Hetta er vanligt hátrýstveður, tó at tað eisini er skýggjað viðhvørt.
Hátrýstið legði seg yvir Skotland leygardagin, og síðan tá er lufttrýstið farið upp í 1039 hPa, og næstu dagarnar 1044 hPa, meðan tað nærkast Føroyum.
Stormlágtrýstið sunnan fyri Suðurgrønland og hátrýstið yvir Skotlandi og Føroyum.
Mánadagin, 27. februar kl. 18.
Her endar søgan ikki, tí nýggj stormlágtrýst fara støðugt at ganga yvir vestara parti av útnyrðingspartinum av Atlantshavi, men leiðin er ikki tann vanliga í landnyrðing ímóti Føroyum ella Íslandi.
Tað kunnu vit takka tí máttmikla hátrýstinum. Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í løtuni, er stórur munur á luftnøgdunum, sum trýsta á hvørja aðra, tí er stórur munur á há- og lágtrýstum alla vikuna, heilt til vikuskiftið.
Bíðistøðini, har lágtrýstini halda til, ið hvussu so er fyribils.
Tíbetur fyri okkum, sum búleikast í Føroyum, er vígvøllurin er langt vekk, vestan fyri okkum ella í útsynning.
Hvørjum man tað enda við? – fylgið við her á síðuni…