Hvussu leingi afturat? – nú er hátrýstið farið at flyta seg
Luftin melur rundan um eitt hátrýst við klokkuni, og hyggja vit eftir myndini, so síggja vit, at vestan fyri miðjuna á hátrýstinum rekur lýggj luft sunnaneftir (tann reyði pílurin), meðan køld luft rekur norðaneftir eystan fyri miðjuna (tann blái pílurin). Tí kalla veðurfrøðingar hetta fyri ta heitu síðuna og ta køldu síðuna á hátrýstinum, ávikavist.
Síðan leygardagin hevur veðrið hjá okkum verið gott og støðugt. Hátrýstið yvir Skotlandi er hesum fyri at takka. Hetta hátrýst er máttmikið, 1040 hPa, og tað hevur hildið øll stormlágtrýstini burtur frá Føroyum, samstundis sum vit hava ligið í einum lýggjum luftráki.
Men alt hevur sína tíð. Tað sær soleiðis út, at hátrýstið er farið at ganga norðureftir og í útnyrðing. Í vikuskiftinum fara Føroyar tí at liggja í teirri køldu síðuni á hátrýstinum. Tað fer at kølna nøkur stig, og um forsøgnirnar halda, so fara vit at fáa vetrarligar ælingar og eitt hitalag, sum er undir frostmarkinum um náttina.
Luftrákið av útnyrðingi fer, sum tað tað sær út í løtuni, at byrja fríggjadagin, men teir vetrarligu ælingarnir koma ikki fyrr enn seint leygardagin ella sunnudagin.
Kortið vísur eitt boð uppá hvussu veðrið fer at vera fríggjadagin. Køld luft sást koma norðaneftir. Aðrar forsagnir meta, at kuldin ikki kemur fyrr enn í vikuskiftinum.
Áðrenn vit fara so langt fram, so kunnu vit gleða okkum til veðrið í morgin, mikudagin. Eitt sindur kalt um morgunin, men sum líður á fyrrapartin fer sólin at síggja í flestu støðum kring landið. Sólsetur er klokkan 17.47, og møguleikin er fyri einari góðari løtu tá, við klárum lofti.