Hvussu nógv vindur varð?
Mánadagur, 20. feb. 2023.
Jeanne Mangerel, greinar:
Lágtrýstið við stormi gekk ímóti Íslandi av útsynningi og steðgaði á, áðrenn tað fór víðari eystureftir. Sum tað leið út á sunnudagin, vaks vindurin í Føroyum av útsynningi og vestri. Um kvøldið vaks hann uppaftur meir og náttina við. Tí varð ávarað um vindferð, sum fór upp í storm við hvirlum upp í ódn.
Lágtrýstið avmyndað eystan fyri Føroyar mánadagin klokkan 12, tá tað var á veg ímóti Noregi.
Men bleiv tað so nógvur vindur?
Stutta svarið er JA. Tað bleiv nógvur vindur, og tað sæst á mátingunum við veðurstøðirnar kring landið fyri mánanáttina og -morgunin:
Í Havn var vindurin mestur klokkan 05.20. Miðalvindurin var tá 27,9 m/s, av vestri. Hvirlurnar komu upp í 41,4 m/s. Ikki langt úr Havn, á Borðuni, var mesti vindurin árla á morgni, 30,5 m/s við 39,8 m/s í hvirlunum.
Á Akrabergi er vanliga nógvur vindur. Eisini í morgun. Klokkan 05.45 var vindferðin 27,4 m/s av suðuri, í hvirlunum 44,5 m/s.
Mesti vindurin í Fugloy var klokkan 09.45. Tá ið vísti mátistøðin 25,8 m/s í miðalvindinum og 43,6 m/s í hvirlunum.
Á Norðadalsskarði var mesti vindurin klokkan 05.31. Tá var vindferðin í miðal 35,1 m/s og í hvirlunum 75,2 m/s. Ættin var útsynningur. Hetta sær út til at hava verið tað mesta, sum var mált í nátt og í morgun.
Føroyar eru eitt ójavnt land við fjøllum og dølum, og tí eru tølini frá vindmátingunum sera ójøvn at lesa. Fleiri tøl frá mátingunum vísa ikki so nógvan miðalvind, men harðar hvirlur, orsakað av fjøllunum.
Eitt dømi er Klaksvík. Eftir at vindur fór at veksa seinnapartin í gjár, var miðalvindurin millum 13 og 18 m/s. Hetta er eitt petti undir stormi. Afturfyri vóru hvirlurnar harðar, tá ið harðast leikaði á á miðjari nátt, upp í 43,8 m/s.
Forsøgn fyri kl. 15. Lágtrýstið, sum gav okkum tann nógva vindin tað seinasta samdøgrið, er á veg til Noregs, og vindurin í Føroyum er spakuliga minkandi, meðan ættin hækkar upp í útnyrðing
Í skrivandi stund er enn fitt av vindi, og vindurin fer ikki at minka stórvegis fyrr enn í kvøld. Mátistøðirnar siga frá einum miðalvindi, sum er strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s av vestri og útnyrðingi í flestu støðum, og hvirlurnar eru upp í hvassan storm til kolandi storm, 25 til 30 m/s.
Í nátt fer vindferðin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum. Fyrrapartin í morgin veksur vindurin aftur av landsynningi, fer tó ikki upp um hvassan vind, 15 m/s. Eftir hetta landsynningslotið fer tað at regna av útsynningi.