Illveður aðrastaðni

Seinastu tíðina hava lágtrýstini gingið eina leið eystureftir tvørtur um Bretland og inn yvir Norðsjógvin. Í Føroyum hevur hetta havt við sær, at ættin fyri tað allarmesta hevur ligið millum eystan og landnyrðing.

Rbc 7 H4 Q3 Ojjrtctgcgp 26 Olye 4 Cieran 0 A3a62e26b3

Aðrastaðni hava lágtrýstini hava við sær nógvan vind og nógv regn. Tað hevur serliga verið í Englandi og Fraklandi, at veðrið hevur verið ringt. Men eisini í øðrum londum.

Fyri 2 vikum síðan tók eitt lágtrýst seg upp út fyri strondina í statinum New York í USA. Tað tók eina leið beint ímóti ensku kanalini. Tað dýptist skjótt og tók nógva vætu í seg upp úr havinum, meðan tað gekk eystureftir.

Screenshot 2023-10-30 120820 a.pngForsøgnin fyri hósdagin í síðstu viku. Trýstið í miðjuni á lágtrýstinum fór væntandi niður í 952 hPa, og nógvur vindur fór at vera av ættunum millum vestan og sunnan í Írlandi og sunnara parti av Englandi

Roknað var við ringum veðri hósdagin síðstu viku og nakrar dagar fram, og mánadagin 30. oktober varð ávaring send út um ringt veður í sunnara parti av Englandi, upp í 36 m/s í hvirlunum og grimdaregn, sum kundi føra til stóra vatnflóð. Lágtrýstið fekk navnið Cierán (írskt dreingjanavn)

Tá ið lágtrýstið var farin eysturum og yvir Norðsjógvin dagin eftir, vóru nógvir skaðar í Englandi og oyggjunum í Kanalini. Nógv 1000 heim lógu uttan streym, sagt varð frá, at umleið 1 millión fólk lógu í streymloysi. Vatnflóðin var øgilig og fara at kosta tryggingarfeløgunum nógvan pening. Illeðrið fór seinni víðari suðureftir, niður ígjøgnum Evropa og hevði eisini oyðileggingar við sær í Italia.

Cieran 2.webpTað sá út sum í einum vanlukkufilmi (disaster movie), segði ein, sum mestsum hevði mist alt húsið av vindi

Nú væntast aftur eitt líknandi lágtrýst at fara næstan somu leið. Vindurin væntast ikki at fara at vera líka nógvur, men í Norðurfraklandi verður ávarað um nógv regn fráí dag til í morgin.

Illveðrið hevur fingið navnið Elisa (gentunavn)

Screenshot 2023-11-09 101942 gg.png

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi