Kavaælini og veturin halda á eitt sindur afturat
.. í øllum føri til fríggjadagin og helst eisini í vikuskiftinum, hóast broytingarnar í veðrinum eru eitt sindur óvissar.
Veðrið hjá okkum er í hesum døgum stýrt av einum máttmiklum hátrýsti, meiri enn 1040 hPa yvir Grønlandi. Vit liggja eystan fyri miðjuna á hátrýstinum, tað er í teirri køldu síðuni við einum luftráki norðaneftir við kavaælingum.
Tó fer kavi at detta niður yvir Føroyar í ælingum. Hóast tað viðhvørt er eitt sindur longri millum ælini, og sólin sleppur framat, fer hitalagið framvegis at liggja lágt – eisini undir frostmarkinum í fleiri støðum um dagin.
Føroyar í kalda luftrákinum av landnyrðingi norði. Tey sprøklutu skýggini eru vanlig skýggj við ælingum í óstøðugari luft við kava, men lova eisini sólini niðurímillum.
Hægsti og lægsti miðalhiti hvønn mánað (°Celsius)
Vit kunnu fegnast um, at hitin í havinum er so mikið høgur, at hitalagið á landi í Føroyum ógvuliga sjáldan fer niður um 5 stig.
Februar og mars mánaðir eru teir kaldastu. Tann kaldasti, sum er máldur her í Føroyum, var í 1979, tá ið hitin fyri samdøgrið miðal var -0,3 stig.
Tað kaldasta sum er mált í Føroyum síðan 1953 er -12,3 stig. Tað var 4. mars 2001 á flogvøllinum í Vágum. Tá lógu Føroyar í einum óvanliga køldum luftráki av Norðpólinum.