Kyndilsmessa

Hanus Kjølbro

Í dag er 2. Februar. Kyndilsmessa. 43 dagar eru lidnir, síðan stytsta dag, og dagurin eru longdur heilt fitt síðan tá.

20250202B

Stytsta dag reis sólin klokkan 9:52 og fór niður 14:55 – var uppi í 5 tímar og 6 minuttir

Í dag reis sólin klokkan 08:49 og fór niður klokkan 16:31 – var uppi í 7 tímar og 41 minuttir.

Dagurin er sostatt longdur 2 tímar og 35 minuttir. Legg til merkis, at dagurin leingist ikki líka nógv í báðum endum av degnum!

Fyrr varð sagt, at á hesum degi er veturin komin í helvt.

Eitt veðurtekn er sum dagin eisini. Petur Hans Dahl las tað í morgunsendingin 1. februar 2021. Tað ljóðar soleiðis: Skínur sólin hendan dag so leingi, at tú fært stundir at saðla tær ein hest, so verður várið gott.

Myndin omanfyri er tikin í dag í smáskýggjaðum lofti. Sólin var frammi onkra løtu, og so er tað tað, um tað var nóg leingi til at saðla ein hest. 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi