Lágtrýstini eru djúp fyri tíðina

Tey koma ikki øll til okkara, og vit merkja ikki vindin frá øllum, men tey eru til - tey djúpu vetrarlágtrýstini við nógum vindi. Vit sleppa ikki heilt undan øllum.

Lágt Trýst Í November 2024

Myndin er tikin av telduskerminum av heimasíðuni hjá MetDesk - www.wxcharts.com

Seinasta vikuskifti var fitt av vindi í Føroyum. Miðalvindurin var upp í skrið ella storm av útsynningi. Skip og bussar hjá Strandferðsluni avlýstu alt. Mesti vindurin var seint seinnapartin fríggjadagin.

Orsøkin til ringa veðrið var eitt lágtrýst einar 400 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Trýstið í miðjuni var 963 hPa, tá ið tað var lægst, og mesti vindurin rundan um hetta lágtrýstið var júst í Føroyum. 

Tað eru enn nakrir dagar til næsta vikuskifti, so nógv kann broytast. Men hyggja vit eftir veðurkortum fyri vikuskiftið (sí myndina omanfyri), so fer eitt óvanliga djúpt lágtrýst at leggja seg á leiðina einar 400 fjórðingar í útsynningi úr Føroyum. Framrokningar vav trýstinum í miðjuni eru, at trýstið í miðjuni fer niður á 934 hPa klokkan 24 leygarkvøldið. Hetta er tað sama sum metið frá januar 1993. 

Framrokningar vísa, at lágtrýstið ikki kemur nærri Føroyum enn hesa umleið 400 fjórðingarnar - og vit skulu bara vóna, at tað fer at halda, ella at lágtrýstið ikki kemur so nær. 

Mesta vindin skulu vit vænta sunnunáttina - 18 til 23 m/s í miðalvindi. Ættin eystan ella landnyrðingur eystan. Tað er ikki ofta, at stormur er í Føroyum á hesari ættini.

Men, enn eru 4 dagar til ta tíð. Vit fylgja við, hvat fer at henda. 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi