Lýggjari luft yvir Føroyar
Sjálv um tað enn liggur nógvur kavi, og at tað enn kemur kavi og vátaslettingur niður í støðum, so er tað nú flógvari luft ið streymar inn yvir okkum.
Í mun til seinastu mongu dagarnar við frosti í dagtímunum, síggja vit nú klokkan 14, at tað eru máta 3-5 hitastig. Orsøkin er, at eitt størri lágtrýsttøki er ávegis inn yvir Bretsku oyggjarnar og Skotland, og at detta førir frontar og flógvari luft móti Føroyum.
Næstu dagarnar liggja vit í hesum mildari luftstreymi og forsøgnin lovar 3 til 5 hitastig from máti vikuskiftinum, og um hetta fer at halda, so fer fitt av kavanum at smelta.
Seinasta tíðin hevur tó víst, at tað hevur verði trupult hjá flógvaru luftini at skotra burtur svalligaru luftina ið hevur ligið yvir okkum. Forsagnirnar hava tí skift fleiri ferðir og oftast sagt frá kaldari veðrið.
Um temperatururin fer at halda seg røttu megin frostmarkið næstu tveir dagarnar, so sleppa vit undan nógva kavanum, til gleði fyri seyð, fugl og fólk ið leingjast eftir várinum.
Temperaturmáting frá Landsverk tann 16. mars 2023 kl. 14