Maðurin í Koltri

Í berginum vestantil í Koltri sæst ein maður, tá ið tað er kavi.

Kavamaðurin Í Koltri

Myndina hevur Torgerð Joensen í Skopun tikið. Hon í Høvdarhaganum og vendi sær í útnyrðing. 

Longst burtur er Vágoy - Trøllkonufingur hómast. Eitt sindur nærri og mitt á myndini er Koltur, og í berginum á vestursíðuni hevur kavin lagt seg soleiðis, at ein maður sæst hyggja ímóti Skopun. 

Ein áhugaverd mynd og nokkso stuttlig at síggja. Hetta sæst bert tá ið tað er kavi, og bara úr Skopun. 

Vit takka hjartaliga fyri myndina.

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi