Mánamyrking 14. mars 2025

Jari í Hjøllum

Full mánamyrking ella blóðmáni sæst í Føroyum um morgunin 14. mars 2025, um kl. 06:30. Fulla mánamyrkingin byrjar kl. 06:19 og er hægst kl. 06:52. Mánin stendur nær havsbrúnni í vestri, og sæst tí helst best nakað áðrenn og av einum stað har ein sær havsbrúnna í vestri.

Bloodmood

Mynd 1. Mynd av blóðmána frá mánamyrkingini 15. mei 2022. Mynd tillagað frá Wikipedia.

Fríggjamorgunin 14. mars kl. 06:19 til 06:56 er møguleiki at síggja eina fulla mánamyrking, ella blóðmána, ið tað eisini verður nevnt, í Føroyum.

Blóðmáni er eitt ikki-vísindaligt orð fyri fulla mánamyrking, ið kemst av at Mánin gerst reyður ella sær reyður út tá full mánamyrking er. Greitt verður nærri frá hví Mánin gerst reyður niðanfyri.

Øll mánamyrkingin 14. mars strekkir seg yvir uml. 6 tímar, frá kl. 03:57 til 10:00, men fulla mánamyrkingin er frá kl. 06:19 til 07:31. Í Føroyum setir Mánin tó kl. 06:56, so tá endar møguleikin at síggja mánamyrkingina í Føroyum. Á timeanddate.com síggjast tíðirnar fyri mánamyrkingina í Føroyum nærri.

Mánamyrking

Fyribrigdið mánamyrking kemur javnan kemur fyri. Eins og sólarmyrkingar koma mánamyrkingar fyri, tá Jørðin, Mánin og Sólin standa á linju. Í mánamyrkingum er tað tó Jørðin ið stendur fyri Mánanum, og kastar ein skugga á hann. Fyribrigið er víst í mynd 2 og 3.

Mánamyrkingar eru heldur meira vanligar enn sólarmyrkingar, tí jarðarskuggin er so stórur at Mánin oftari ferðast ígjøgnum hann, enn Jørðin ferðast ígjøgnum mánaskuggan. Harafturat eru mánamyrkingar sjónligar um stóran part av Jørðini, nevniliga allan tann partin haðani Mánin sæst.

 

Mynd 2. Mánamyrking. Tekning ið vísir hvussu ein mánamyrking fer fram. Tekningin vísir hvussu Jørðin, Mánin og Sólin standa í mun til hvørt annað tá mánamyrking er. Tað sæst at Jørðin kastar ein skugga ið Mánin ferðast inn í. Av Jørðini síggja vit hetta sum at Mánin myrkist. Legg eisini til merkis at jarðarskuggin er reyður, og at mánaskivan er reyð. Hetta er reytt ljós bent í jarðaratmosferuni soleiðis at tað verður bent inn í skuggan og rakar Mánan. Jørð-Mána-Sól skipanin er víst frá einum pólsjónarhornið, t.e. vit síggja niður á ringrásirnar. Mátini eru nógv yvirdrivin.

 

Mynd 3. Myndarøð ið vísir ein mánamyrking frá fullmána til næstan fulla myrking. Byrjandi frá fullmánanum uttast til vinstru, flytir ein skuggi seg so líðandi inn á mánaskivuna frá vinstru. Mynd frá NASA.

 

Blóðmáni

Eitt fyribrigdið ið ofta verður nevnt í samband við mánamyrkingar er tann sonevndi blóðmánin. Hetta fyribrigdið lýsir tað, at Mánin út yvir at gerast nógv myrkari, eisini gerst reyður. Hetta var fyrr í tíðini tikið sum eitt ringt tekin.

Upprunin til reyða litin á blóðmánanum er tann sami sum upprunin til, at sólarris og sólsetur eru reyð. Reytt ljós er tað ljósið (liturin) ið ferðast longst og spjaðist minst í jarðaratmosferuni. Tá ljós spjaðist, verður tað spjatt í allar ættir og kemur tí ikki vegin fram. Úrslitið er at tað "hvørvur" og ikki longur er partur av ljósmyndini ið kemur fram. Í jarðaratmosferuni er tað blátt og harnæst grønt ljós ið spjaðist mest.

Um morgunin og kvøldið skal ljósið frá Sólini ferðast langt gjøgnum atmosferuna, bláa og grøna ljósið verður alt spjatt burtur, og vit ið hyggja at Sólini, síggja bert ljósið ið er eftir, og tað er reyða ljósið. Hetta er so orsøkin til at sólarris og sólsetur eru reyð.

Ótengt at hesum, hevur atmosferan á Jørðini tann eginleikan at hon bendir ljós. Ljós ið rakar atmosferuna í einum lítlum vinkli, verður bent nakað um Jørðina. Tá nú bert reytt ljós er eftir, tí bláa og grøna ljósið er spjatt burtur, er bert tað reyða ljósið ið er eftir, ið kann vera bent. Hetta er víst á mynd 5.

Ljósið ið er eftir, reyð ljósið, verður bent um Jørðina og inn í skuggan á Jørðini, og rakar har Mánan. Tá nú bert bent reytt ljós rakar Mánan sær hann reyður út, og vit hava blóðmánan. Í veruleikanum verður mánin eisini upplýstur av benda reyða ljósinum áðrenn mánamyrkingin gerst full, men tað reyða ljósð sæst ikki fyri tí nógv bjartara hvíta ljósinum frá Sólini.

 

Mynd 4. Myndarøð ið vísir ein mánamyrking ið fer yvir í Blóðmána. Byrjandi ovast til vinstru, flytir ein skuggi seg so líðandi inn á mánaskivuna frá vinstru. Á Mánanum í miðjuni er bert ein rond eftir av mánaskivuni, áðrenn Mánin er fult í skugga. Meðan Mánin er í skugga gerst hann reyður, tí tað er bert veikt reytt ljós ið rakar hann. Til tess at síggja hetta krevst at myndatólið er meira ljósviðkvæmt. Annars hevði Mánin bert sæð myrkur út. Mynd: Laura Ngo.

 

Mynd 5. Bending av ljósi í jarðaratmosferuni. Tekningin vísir hvussu violetta, bláa, grøna og gula ljósið verður spjatt í jarðaratmosferuni, og hvussu brandgula og reyða ljósið verður bent.

 

 

Ein møguleiki at síggja at Jørðin er rund

Vit vita væl at Jørðin er rund. Men tá samanum kemur, er tað als ikki so lætt at vísa at Jørðin er rund. Vit noyðast at hava dýra útgerð ella líta á at tær fylgisveinamyndir vit síggja av Jørðini eru rættar.

Men ein mánamyrking er ein møguleiki hjá okkum, við einfaldari útgerð at vísa at Jørðin er rund. Ein mánamyrking sæst um helvtina av Jørðini, og líkamikið hvar ein er á hesi hálvu, t.e. líkamikið hvussu ein sjálvur vendir, í mun til Mánan og Sólina, vil ein altíð síggja skuggan á Jørðini sum sirkuleran ella rundan. Tað er bara eitt skap ið kastar ein rundan skugga, líkamikið hvussu tað sjálvt vendir: Ein kúla. Niðurstøðan má tí vera at Jørðin er ein kúla, ella hevur eitt skap ið er nær eini kúlu. Mynd 6 vísir týðiliga at jarðarskuggin ið Mánin ferðast inn í, er rundur.

 

Mynd 6. Mynd av eini mánamyrking ið vísir hvussu Mánin ferðast inn í skuggan á Jørðini (umbrain). Inni í skugganum gerst Mánin reyður av benda reyða ljósinum, vit síggja ein Blóðmána. Legg til merkis skapið á jarðarskugganum. Mynd frá NASA.

 

Serligt fyri hesa mánamyrkingina

Myndirnar 7 og 8 niðanfyri, vísa hvussu mánin til hesa mánamyrkingina ferðast inn í jarðarskuggan.

 

Mynd 7. Mánin sæð frá Jørðini, undir mánamyrkingini. Tá Mánin er í innasta sirklinum er mánamyrkingin full, og Mánin er reyður, sokallaður blóðmáni. Mánin ferðast frá høgru móti vinstru. Mynd frá Wikipedia.

 

Mynd 8. Jørðin sæð frá Mánanum, undir mánamyrkingini. Gula strikan er ekliptika, t.e. planið ið Jørðin ferðast í um Sólina, og planið Sólin liggur í sæð frá Mánanum.. Mynd frá Wikipedia.

 

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi