Mars 2025 – kaldur og miðalvátur

Hanus Kjølbro

Soleiðis sum há- og lágtrýst tóku seg upp og fluttu seg, gjørdist mánaðurin nakað kaldari enn vanligt tey seinastu 30 árini, men miðalvátur. Einki illveður var við stormi ella ódn.

Veðurkort DWD

Hvussu royndist mars 2025 til veður her í Føroyum?

Soleiðis sum há- og lágtrýst tóku seg upp og fluttu seg, gjørdist mánaðurin nakað kaldari enn vanligt tey seinastu 30 árini, men miðalvátur. Einki illveður var við stormi ella ódn.

Fyrstu slaku vikuna av mánaðnum (til 6. mars) lá eitt máttmikið hátrýst yvir Evropa, og eitt annað hátrýst lá yvir norðara parti av Grønlandi.

Fleiri lágtrýst gingu ímillum Grønland og Ísland. Hóast okkurt av hesum lágtrýstum var djúpt, var mesti miðalvindur, máldur hesa fyrstu slaku vikuna í Mykinesi, 16,4 m/s.

Eitt støðugt luftak var tí ímóti Føroyum millum útsynning vestan og útsynning sunnan. Lotið var lýtt og í løtum várligt, men eisini vátt og grátt. Hitin í Mykinesi lá ímillum 5,1 og 10,5 stig.

Nøkur brúgvaløg úr omanfyrinevndu lágtrýstunum við regni fóru framvið hetta tíðarskeiðið. Regnmátarar okkara í Havn máldu 46,4 mm.

Tung skýggj yvir Tvøroyri og í landsynning fyrrapartin 4. mars. Luftin, sum rak ímóti Føroyum fyrstu vikuni í mars, var slavin og støðug og kendist tung. Løturnar vóru mangan sum á myndini, gráar og vátligar.

Myndatakari: Eyðbjørg Ellendersen.

Tá ið komið var fram til fyrsta vikuskiftið í mars, viknaði hátrýstið yvir Evropa. Lágtrýstini gingu tí nærri Føroyum og fóru eysturvið norðanfyri. Komin eysturum, drógu tey kalda luft úr Norskahavi drigið suður ímóti okkum. Miðalhitin fór eini 3 stig niðureftir, og kavi legðist í erva.

Tað legðist ikki nógvur kavi í aðru viku av mars, bert okkurt ælið í støðum. Onnur vika av mars var tí kølin og turr. Vindurin á Akrabergi var ikki tann nógvi, lá fyri tað mesta undir 10 m/s, tó var tað onkra løtu skrið, 18,3 m/s.

Nýggjur kavi á hvítum fjøllum í Suðuroy fyrrapartin 7. mars. Luftin hetta fyrsta vikuskiftið í mars var óstøðug við kavaælingi og smáskýggjaðum lofti.

Myndatakari: Finn Johannessen

Høgættarrákið var ikki bert hetta vikuskiftið, tí eitt hátrýst mentist yvir havinum vestan fyri Føroyar. Í eina viku ella so høvdu vit eitt kølið luftrák. Miðalhitin á Eiði lá millum frostmarkið og 6 stig.   

Høgættarluft á morgni 14. mars. Undir hátrýstinum hesar dagarnar var litil vindur norðaneftir, loftið nokkso klárt, og lítið avfall.

Myndatakari: Jógvan Horn.

Hátrýstið lá vestan fyri Føroyar í eina viku og gekk so eystureftir, sunnan fyri Føroyar. Komið eysturum um hálvan mars mánað, fór luft at streyma ímóti Føroyum av útsynningi, og hitalagið á Akrabergi fór 1-2 stig uppeftir.

Nakrar dagar eftir hetta fóru lágtrýstini aftur at ganga norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin. Vit fingu lágættir. Miðalhitin í Havn lá ímillum 5 og 10 stig frá hálvum mars og eina viku fram.  

Lágættarluft fyrrapartin 18. mars. Loftið var yvirhøvur gráligt hesar dagarnar, og tað var næstan ikki dagurin uttan avfall.

Myndatakari: Sólja Fríða Jóanisdóttir.

Seinastu vikuna í mars var veðrið skiftandi. Lágtrýst trýstu á vestaneftir, og brúgvaløg haðani løgdu leiðina framvið við regni. Í millum lágrýstini stakk onkur hátrýstryggur seg við lítlum vindi av ymsum ættum og klárari lofti.

Miðalhitin í mars í Havn var 5,9 stig – mesti og minsti hiti vóru 12,4  og -0,7 stig, ávikavist. Miðalhitin í mars síðan 1995 er 4,4 stig, so mars í ár var nakað væl heitari enn miðal.

Hitalagið í Havn í mars. Eitt sindur upp og niður ta fyrstu vikuna, men so eitt sindur kaldari í eina viku ella so. Eftir tað fór miðalhitin nakað upp. Í seinasta fjórðingi av mánaðinum var tað aftur eitt sindur upp og niður, alt eftir nær lágtrýstini nærkaðust við lágætt, og nær hátrýstryggirnir løgdu seg um okkara leiðir.  

Kelda: Veðurstova Føroya

Tað regnaði 135 mm í Havn allan mars mánað. Hetta er miðalnógv sum tey seinastu 30 árini. Vátasti mars mánaði siðan 1995 var í 2009. Tá komu 211 mm av regni niður. Tann turrasti mars mánaðurin síðan 1995 var í 2013: 50 mm.

Avfallið í Havn í mars. Fyrsta vikan var nógv tann vátasta. So var turt og kølið í einar 10 dagar ella so. Í seinni helvt sæst mongdin í avfallinum hanga væl saman við, hvussu lágtrýstini gingur ímóti okkum og høvdu brúgvaløg við sær.

Kelda: Veðurstova Føroya

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi