Nakrar veðurfrøðiligar allýsingar

Hvat hugsar ein veðurfrøðingur, tá ið sagt verður…

20230830 Forsidumynd 78Ac36671f

… skýggjað fyri tað mesta við ælaveðri, og hitin fer at liggja millum 8 og 13 stig? … frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, samdrigið og regn? … klárt við sól?

  • Hví siga teir frískur vindur upp í ein strúk? Eg siti í urtagarðinum og njóti sólina, og tað er so at siga stilli! – og so er tað nakað væl heitari enn hann segði í útvarpinum í morgun…. 
  • Hví hevur verið turt í allan dag, meðan forsøgnin segði ælaveður? 
  • Ja, hvat er tað vit hugsa?

Øll heiti, søgd í einari veðurforsøgn, eru neyvt allýst. Vindferð, hiti, avfall og lufttrýst skulu mátast og handfarast eftir neyvum reglum, sum altjóða felagskapurin World Meteorological Organisation (WMO) hevur sett – ein felagskapur av veðurstovum kring allan heimin.

Øll tøl frá mátingum kring heimin eru soleiðis gjørd við sama hátti og kunnu samanberast, t.d. tá ið klimahagtøl verða sett saman. Mátingar og tølini frá teimum eru brúkt til tey stóru veðurforritini í superteldum, sum arbeiða alt samdøgrið. Nýggj tøl inn í teldurnar alla tíðina fyri støðugt at dagføra forsagnirnar.

Vindur

Vindurin næst jørðina verður steðgaður av undirlendinum, av trøum, húsum og øllum møguligum øðrum. Avgjørt er tí, at vindur skal mátast 10 metrar oman fyri opnum og fløtum undirlendi, so langt burturi sum møguligt frá øllum, sum órógvar.

Tá ið veðurfrøðingar skriva t.d. 7 m/s, so er tað vindurin í 10 metra hædd, har einki órógvar. Tey sum sita í urtagarðinum og hugna sær, uppliva óivað nógv minni vind, kanska stilli. Kring havan er hús, kanska fleiri ella nógv, og kanska er okkurt høgt fjall ikki langt burturi? Alt hetta ávirkar vindin nógv. 

20230830 Vindmátari.pngVanligur vindmátari. Anemometur við smáum koppum máta vindferðina, og ein hani (stong við flatari plátu) vísir ættina

Hiti

Eisini hitin á staðnum er ávirkaður av umstøðunum, har sum hitamátarin stendur. Stendur hann yvir heitum asfalti og loftar nógvum hita á veg uppúr, ella er tað eitt sindur kalt vatn ella gras niðriundir, sum køla luftina? Fyri at javngera hitamátingar, er semja um at hiti skal mátast 2 metrar oman fyri lendið, og hitamátarin skal vera vardur fyri beinleiðis sól og flatum, sum kunnu órógva hitamátingina – gera hana heitari ella kaldari. Tí varð ein kassi, nevndur ein ensk smátta, gjørd – sum fyrr varð heilt vanlig at síggja. 

Tá ið veðurfrøðingar í einari forsøgn t.d. siga 12 stig, so er hetta roknað til eitt stað, sum er 2 metrar omanfyri lendið.

Tá ið ein situr afturá uttanfyri, sólin skínur, og tú merkir, hvussu luftin er hitað av sólini, eisini túnið og húsaveggurin, so er alt hetta so lokal viðurskifti, sum superteldurnar ikki megna at rokna, tá ið nýggj forsøgn verður gjørd.

Hitin í 2 metra hædd kann harafturímóti samanberast við hitan í luftnøgdum alla aðrastaðir kring jørðina, soleiðis at vit skilja klimaið betur.

20230830 ensk smátta.pngEnska smáttan hjá DMI við Lyngbyvegin í Keypmannahavn  

Skýloftið og sólarmongd

Hesi orðini hava eisini sín avgjørda týdning.

Tá ið vit tosa um skýmongd – t.e. hvussu stórur partur av loftinum er fjaldur av skýggjum – so verður himmalin býttur í áttandapartar – nevnt okta:

  • 0-1 okta = klárt/sól
  • 1-3 okta = smáskýggjað/sól ella sólglottar
  • 3-5 okta = hálvskýggjað/sólglottar
  • 5-7 okta = skýggjað/kanska onkur sólglotti
  • 8 okta = samdrigið

20230830 klárt vestureftir.png0-1 okta. Klárt og sól. Skýggini eru 0 til 1 áttandapart av loftinum. Klárt  og bláur himmal tikin av Kalsoynni vestureftir

20230830 smáskýggjað í Mykinesi.jpg1-3 okta. Smáskýggjað við sól ella sólglottum. Skýggini fjala 1 til 3 áttandapartar av loftinum. Gott summarveður í Mykinesi og vestureftir

20230830 hálvskýggjað í Kvívík.jpg3-5 okta. Hálvskýggjað og sólglottar. Umleið helvtin av loftinum sæð suðureftir úr Kvívík fjald av skýggjum

20230830 skýggjað á Eiði.jpg5-7 okta. Skýggjað, kanska onkur sólglotti. Bert fá hol í skýlagnum sæð av Eiði í landsynning

20230830 samdrigið í Klaksvík.jpg8 okta. Samdrigið. Skýggini fjala allan himmalin, einki hol er uppígjøgnum oman fyri Klaksvík

Fólk hugsa vanliga í 10-partum ella í prosentum (%). Orsøkin at 8-partar eru brúktir, er at so er lættari at býta loftið í helvt (4 okta), kvart (2 okta) ella í 1 (ein) 8-part (1 okta) enn tað hevði verið í 10-partum. Vit koma ikki niður í kommatøl.

Tá ið forsøgnin sigur, at vit kunnu vænta sól ella sólglottar, so merkir tað, at veðurfrøðingur hevur mett, at loftið í hesum tíðarskeiðnum fer at vera fjalt av skýggjum av millum 1 og 4 8-partum – tað sum vit eisini kalla smá- ella hálvskýggjað.

Regn ella ælaveður

Tað er stórur munur á regni og ælaveðri. Ikki bara hjá fólki, sum tað dryppar á, men eisini hjá veðurfrøðingum. Regn og ælaveður koma úr tveimum sera ymiskum luftnøgdum. Tað regnar vanliga í sambandi við eitt brúgvalag, og tað kann gott regna í eina góða løtu, men tað kann eisini regna bert í eina lítla løtu t.d. smáregn ella sirm í lýggjari og slavnari luftnøgd, sum er beint aftan fyri eina hitabrúgv. 

Ælaveður er als ikki tað sama. Tað kemur úr kaldari og turrari luft, sum av einari ella aðrari orsøk er farin uppeftir, har hon er køld niður um døggpunktið, og so hava skýggj voksið seg stór. Úr hesum koma so æl.

20230830 regn.pngTað regnar í Akrabergi, sunnast í Suðuroy. Eisini sæst tám og lág skýggj

Niðri á jørðini uppliva vit vanliga regn og ælaveður ymiskt.

Tað regnar vanliga í eina góða løtu, helst meira enn 1 tíma, men tá ið eitt brúgvalag fer framvið, regnar tað kanska í ein heilan dag. Tað kalla vit samregn. Eftir at ein hitabrúgv er farin framvið, fer hitin 1 ella 2 stig upp, og luftin gerst támut.

Tá ið tað er ælaveður, dettur regnið harðari niður enn regn. Tað varðar styttri, tí skýggið har sum tað dettur niðurúr hevur avmarkaða livitíð. Vanliga er tað burtur eftir einum hálvum tíma ella so. Er samstundis nógvur vindur, kann ælaveðrið vera burtur innan fáar minuttir.

Í ælaveðri kennist luftin ofta frísklig, tí minni væta er í henni, enn tað er í lýggjari og slavnari luft. Tí kann sýnið vera heilt gott, og luftin blá ímillum skýggini, tá ið tey ikki eru ov tøtt, sjálvandi.

Hetta er eisini orsøkin, at í nøkrum støðum er turt allan dagin, meðan skýggini við ælaveðrinum bert  reka yvir tey somu støðini. Tað er ikki lætt frammanundan at siga, júst hvar luftin fer uppeftir og ger eitt skýggj, har sum ælini so fara at detta niðurúr. Veðurfrøðingar rokna seg fram til, hitin í luftini og vætuinnihaldið eru tey røttu til ælaveður, men ikki hvar tað fer at henda.

Ofta er ælaveður samanborið við at hyggja niður í eina grýtu, har vatn kókar. Tá vita vit, at bløðrur koma upp av botni, men ikki akkurát hvar.

Tá ið skýggini eru gjørd, ber til at fylgja við á veðurradara ella fylgisveinamyndum, hvønn vegin tey fara.

Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi