Nú hvítna tindar

Sum spátt varð fyrr í vikuni, so vóru fjøllini hvít í morgun. Hann gekk upp í norðan seinnapartin mánadagin, og hann hevur ligið tráur millum norðan og útnyrðing líka síðan.

Kuldi Í Morgun 4

At hann liggur høgt merkir ikki altíð, at tað gerst hvítt í erva. Tað velst um, hvussu langt norðuri lutin hevur sín uppruna, ella – sagt eitt sindur tekniskt – hvar er hátrýstið, haðani luftin er send ímóti okkum.

Reyðu pílarnir á kortinum vísa, hvaðani kaldi vindurin kemur.

Síðan mánakvøldið hevur luft streymað ímóti okkum av leiðunum norðan fyri Svalbard, og har norðuri er kalt – eini 10-15 kuldastig ella so. Luftin er ornað á vegnum suðureftir ímóti okkum.

Hitalagið í vikuskiftinum áðrenn høgættina lág um 12-15 stig, og kalda luftin norðaneftir fór beinanvegin at køla niður her hjá okkum. Í morgun vístu hitamátarar 4 stig nógvastaðni. Tá ið tað eru 4 stig niðri við sjóvarmálan, liggur hitalagið 400 metrar uppi um frostmarkið, og í teimu høgu fjøllunum nøkur stig undir frostmarkinum.

Í ár vórðu fjøllini fyrstu ferð hvít 12. september. Tað var tað eisini í fjør.

Niðanfyri eru myndir, vit hava fingið sendandi ymsastani frá.

 

 

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi