Nýggjur havmyndil ávegis
Nýggi havmyndilin fyri leiðirnar kring Føroyar, sum verður settur upp á Veðurstovuni, er nú komin so mikið ávegis at royndarkoyringar verða gjørdar.
Løtumynd frá nýggja havmyndlinum. Í miðuni er rákið í vatnskorpuni og á 1000m dýpi í øllum økinum, og á minnu myndunum eru nærmyndir av samtíðarrákinum í vatnskorpuni í 4 økjum á innaru leiðunum.
Í fyrstu atløgu skal hesin myndilin veita kunning um sjóvarfallið, ið er ein tænasta, sum í næstum verður flutt frá DMI til Veðurstovuna. Málið er eisini at veita kunning um rákið til at brúka í leitiskipanunum hjá MRCC, umframt at leggja tilfarið til rættis til onnur endamál.
Hesin havmyndilin røkkur frá íslendska landgrunninum um Ryggin, føroyska landgrunnin og tvørtur um Hetlandsrennuna til skotska landgrunnin, vestur ímóti Rockall og eystur av Fugloyarbanka, og harvið stóran part av økinum, har føroysk skip hava sítt virki. Sjálvur myndilin er bygdur upp av trýkantum, sum kunnu verða ymiskir í stødd, og gevur tað møguleikan at hava langt millum roknipunktini úti á opnum havi, men rættiliga tætt millum roknipunktini inni við land og í økjum, sum hava serligan áhuga. Í fyrstu atløgu er dentur lagdur á at hava hampuliga góða upploysn á bankunum vestanfyri, á Rygginum og úti á landgrunninum, og at hava áleið somu upploysn millum oyggjarnar, sum vit kenna frá sjóvarfalsappini RÁK, - tó í øllum teimum størru havnunum heldur betur enn í teimum myndlunum, sum vit hava sæð higartil.
Sjálv myndlakjarnan, kend undir navninum FVCOM, er ment á University of Massachusetts, Dartmouth í USA, sum partur av einari forsagnarskipan, NECOFS, fyri rák, aldu og veðri við eysturstrondina av USA. Í løtuni er bert sjóvarfallið inn á rondini á myndlinum, sum er settur upp fyri Føroya leiðirnar, men arbeitt verður við at fáa ávirkanina av stóru havstreymunum við eisini. Á Veðurstovuni er havmyndilin nú eisini koblaður saman við veðurmyndlar, sum dagliga verða nýttir til at gera veðurforsagnir. Við hesum er nú ávirkanin av vindi, avfalli, skiftandi barometurstandi og sólarinnstráling frá seinastu veðurforsagnunum við í metingunum av rákinum.
Havmyndilin verður settur í gongd av nýggjum hvønn dag í vikuni út frá úrslitinum, sum hann hevði til dagin fyri, men við seinastu forsagnunum frá veðurmyndlinum á vatnskorpuna, og síðani koyrdur 4 dagar fram. Hetta tekur í løtuni góðar 4 tímar. Málið er, at MRCC við hesum kemur at hava neyvast møguliga kunning um rák og veður tøkt til sínar leitingarskipanir fyri landgrunnin og næstu fiskileiðirnar til eina og hvørja tíð.
Í fyrstu atløgu verða veðursagnirnar frá Evropiska ECMWF tiknar niður og brúktar til at dríva havmyndilin á vatnskorpuni. Hetta er ein heldur grovur myndil fyri allan heimin við umleið 9 km millum roknipunktini á okkara leiðum. Úti á ber hesin veðurmyndilin orð fyri at verða ein tann neyvasti, sum er í løtuni, men við so langt millum roknipunktini er lendið í Føroyum illa umboðað. Tískil sæst lítið til ávirkanina, sum fjøllini hava á veðrið, sum merkist inni í sundum og firðum. Næsta stigið verður at fáa tikið úrslitini frá veðurmyndlunum, sum verða koyrd á Veðurstovuni fyri innaru leiðirnar. Í hesum veðurmyndlunum er hægsti neyvaleikin við 500m millum roknipunktini, og tískil alt annað líka, neyvari inni í sundum og firðum.
Í løtuni verða royndarkoyringar gjørdar. Ætlanin er, sum nevnt, at leggja høvuðsbulin av tilfarinum til rættis soleiðis, at onnur eisini kunnu fáa nyttu av hesum. Eisini er ætlanini at gera sermyndlar fyri økir, ið hava serligan áhuga og ynskir eru um enn hægri neyvaleika. Her hevur alivinnan longu víst áhuga.