Osonlagið

Oman fyri okkum, umleið 20 km uppi ella so, er osonlagið. Tað verjir øllum livandi á jørðini ímóti skaðiligum geislingum frá sólini.

Forsidumyndin 1440X810 Cmsv2 10A37f7b A059 56B7 9Caa 965D78a6d22a 5995406 0A88688934

Oson er bæði gott og ringt fyri okkum. Niðri við jarðarskorpuna er nakað av osoni, og tað er eitt heilsuskaðiligt gass, tá ið ov nógv er til av tí. Tað er ringt fyri andaleiðina hjá okkum og lunguni eisini.

Osonið, sum er langt uppi í lufthavinum verjir okkum m.a. ímóti vandamiklum ultraviolettum geislingum frá sólini – í vanligari talu nevnt UV-geisling – sum m.a. kann elva til húðkrabba og grástara. UV-geislingarnar eru eisini skaðiligar fyri framleiðslu av rísi og planktoni í sjónum.

Í vanligari talu siga vit osonlagið, og so kundi vit hugsað okkum eitt lag av osoni liggjandi oman fyri okkum, men soleiðis er ikki. Oson er í øllum lufthavinum. Niðri við jarðarskorpuna er ógvuliga lítið til av osoni. Meira er í 12 km til 50 km hædd, mest í umleið 20 km hædd. Tað er hetta økið, kalla vit osonlagið.

oson 1 skýggj.jpgÍ økjum, har sum oson verður niðurbrotið í stórum mongdum, síggjast viðhvørt hesi skýggini 20 – 25 km oman fyri okkum. Har uppi er minus 78 C ella kaldari. Vísindafólkum hava hildið til í Antarktis síðan nakað eftir seinna heimsbardaga, og tey hava lagt til merkis, at mongdin av slíkum skýggjum er vaksin síðan miðskeiðis í 1960unum. Slík skýggj síggjast eisini á leiðunum kring Norðpólin, t.d. í Norðurnoregi, seint á vetri ella tíðliga á vári, mest stutt eftir sólsetur ella stutt fyri sólarris. Hendan myndin er tikin 9. august 2012 yvir Antarktis av François Guerraz. Hon vísir uppi í stratosferuni eitt tunt lag av hvítum skýggjum, Polar Stratoferic Clouds, oman fyri reyðgul skýggj í troposferuni beint niðanfyri

Samlaða mongdin av osoni í lufthavinum er ikki stór. Varð alt osonið trýst saman og vigaði tað sama sum luftin niðri við jarðarskorpuna, hevði lagið verið bert umleið 5 mm tjúkt.

Hvat er so oson fyri nakað?

Oson er eitt slag av gassi, sum er gjørt av sólargeislingunum og súrevninum í lufthavinum. Oson upploysist aftur, tá ið tað kemur í samband við meira súrevni. Hetta hendir alla tíðina í lufthavinum. Gongdin er konstant, og hevur verið í javnvág í øldir. Yvir longri tíð hevur líka nógv verið gjørt av osoni á jørðini, sum seinni er niðurbrotið.

Oman fyri Miðkringin hevur ringrásin verið støðug alt árið, meðan í øðrum støðum hevur tað skift við árstíðini. Longur burtur frá Miðkringinum, størri er árstíðarsveiggið. Um okkara leiðir er mest av osoni í luftini um várið og minst um heystið. 

Síðan miðskeiðis í 1980unum hevur nógv verið tosað um osonlagið. Granskarar høvdu mált innihaldið av osoni yvir Suðurpólinum í nógv ár. Serliga hvussu nógv ella lítið tað var um várið, tá ið tað er minst til av tí. Teir sóu eina tíðiliga minking av osoni og fóru at tosa um eitt hol í osonlagnum, og holið tyktist at veksa við nógvari ferð.

Billede2 oson.pngOsonlagið í 2009. Kring Suðurpólin er minst til av osoni, tá ið tað er vár har suðri. Samstundis er heyst norðuni hjá okkum og minst av osoni

Okkurt var gali við javnvágini í lufthavinum, tí yvir tíð eigur líka nógv verða gjørt sum niðurbrotið. Her var meira niðurbrotið, enn náttúran sjálvmegnaði at gera. Skjótt var funnið útav, at okkurt mannagjørt var við til at bróta osonlagið niður, og tað vóru tey sokallaðu CFC-gassini, sum m.a. eru brúkt í køliskápum og í spreydósum.

ST setti ein bólk av serfrøðingum at gera okkurt við trupulleikan, og í 1987 var ein altjóða sáttmáli gjørdur í Montreal (Montreal-protocollin), har sum CFC-gass blivu forbjóðað. Tað var ikki so torført at seta forboðið, tí tað var nokkso lætt at brúka annað ístaðin fyri CFC-gassini.

Nú eru meiri enn 35 ár síðan, CFC-gass stigvíst vórðu tikin úr nýtslu, við tí sum eisini er kallað heimsins størsta bjargingartiltak. Mátingarnar av osonholinum yvir Suðurpólinum vísa, at osonholið er í minking. Hvussu leingi tað tekur, til holið í osonlagnum er vekk, eru granskarar ikki á einum máli um, men metingar eru um onkrastaðni millum árini 2060 og 2075 við verandi gongd.

oson 3 - holið í 44 ár.pngSerliga í byrjanini av 1980unum vaks holið við nógvari ferð. Tað sæst í myrkabláa litinum á myndini. Vísindafólk vóru sera stúrin fyri gongdini miðskeiðis í 1980unum. Samstundis sum innihaldið av osoni hevur verið metlágt yvir Suðurpólinum, er innihaldið munandi størri nakað norðanfyri. Tað sæst í tí reyða litinum á myndini. Frá 2000 til 2015 er holið minkað við einum fimtingi – tað er farið úr 25 mió km2 niður í 20 mió km2, svarandi til tvær ferðir støddina av Grønlandi

Hanus P. N. Kjølbro, veðurfrøðingur, Veðurstova Føroya

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi