Samanrunnið brúgvalag vestanfyri
Í Føroyum er tað ikki líka lætt og ofta, at vit síggja hita- ella kuldabrúgvar nærkast, tí annaðhvørt er loftið skýggjað ella samdrigið, og so sæst einki longur uppi, ella eru fjøllini fyri.
Men viðhvørt er sýnið gott, og vit síggja líka væl sum tey gera í t.d. Danmark.
Hóskvøldið 1. september 2016 var eitt hátrýst sunnan fyri Føroyar – sí mynd niðanfyri:
Luftrákið eystan fyri miðjuna av lágtrýstinum ímóti Føroyum var av útsynningi. Hetta var lýggj luft, og komin ímóti Føroyum var hitin næstan 14 stig.
Norðan fyri Føroyar lá eitt hátrýst, har sum eitt sindur kaldari luft var rundanum. Hitin lá um góð 10 stig.
Beint sunnan fyri Føroyar møtast hesar luftnøgdir, har sum munurin í hita er umleið 3,5 stig. Tann heitara sunnaneftir trýsti á ta køldu. Tað samanrunna brúgvalagið sæst á veðurkortinum omanfyri.
Tó at veðurkort vísa nógv og nógv kann takast burtur úr teimum, so er best at síggja tað við egnum eygum. Arni Teindal úr Fámjin tók myndin úr bygdini og vestureftir hetta góða hóskvøldið 1. september 2016.
Veðrið var gott í Føroyum, upp í 6 m/s eystaneftir, samdrigið og yvirhøvur turt.
Úr fylgisveini sá tað soleiðis út um okkara leiðir hetta sama kvøldið. Norðan fyri Føroyar er klárt ella smáskýggjað, og skýlagið er komið norður til Suðuroyar.