Sandur úr Sahara í Føroyum

Tað hevur verið óvanliga lýtt í dag og í gjár. Ættin hevur um sunnan, ikki beinur sunnan alla tíðina, men nær við sunnan.

20230907 A 8Dd21672af

Luftrákið til okkara stavar frá Vesturafrika, umleið 4000 km sunnan fyri Føroyar. Har er heitt, upp í 45 stig.

Luftin kølnar sjálvandi, meðan hon rekur norður ímóti okkum. Myndin niðanfyri vísir hitamátarar hjá Landsverki klokkan 14:15 í dag. Miðalhitin liggur um 16 stig. Heitast er við Dalavegin til Viðareiðis. Har vóru 19 stig.

20230907 b.png

Tað er ikki bara hiti, sum fer úr Norður- og Vesturafrika. Har er heimsins størsta oyðimørk. Sahara. Hon er umleið líka so stór sum alt USA.

Við lotinum úr Sahara fer nógvur sandur. Á heimasíðuni hjá NASA stendur, at umleið 182 milliónir tons av sandi fara hvørt ár við vindinum úr oyðimørkini. Ættin er fyri tað mesta eystan ella landnyrðingur, og tí fer størsti parturin vestureftir út yvir Atlantshavið.

Sandurin er ógvuliga fínur og dettur niður sum dust í havið og á oyggjar sum eru í sunnara parti av Norðuratlantshavi – m.a. Kanarisku oyggjarnar. Har hava nógvir føroyingar verið og hildið frí, og teir hava sæð hendan fína ljósabrúna sandin liggja millum hús og á bilum.

20230907 c.pngMyndin vísir dustskýggið breiða seg norðureftir úr oyðimørkini í Algier. Tað mesta av dustinum er dottið niður í londunum í Suðurevropa, men okkurt hevur verið eftir til okkara

Ein stórur partur av sandinum røkkur vestur um hav til Suðuramerika. Mett verður, at umleið 28 milliónir tons detta niður í Amason regnskógin í Brasil og eru eitt av tøðevnunum, sum hava fingið regnskógin at blóma.

Viðhvørt er ættin yvir Sahara ikki eystan ella landnyrðingur. Seinastu dagarnar hevur hon verið um sunnan, og sandurin er tí førdur norðureftir ímóti Evropa. Hetta hendir viðhvørt. Eitt sum er eitt sindur óvanligt er, at luftrákið hevur verið so at siga óbrotið allan vegin norður til okkara. Vit hava eisini sæð eitt sindur av oyðimarkarsandinum m.a. á bilrútum.

Luftrákið til Føroya næstu dagarnar fer ikki framhaldandi at koma úr Norður- ella Vesturafrika. Tað fer at koma úr miðjum Norðuratlantshavi. Tí fer tað helst at kølna eitt sindur næstu dagarnar, eitt ella tvey stig.

Sandin á bilrútunum fara vit at sleppa av við.

 

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi