Seinasti dagurin við klárari og kaldari høgættarluft á hesum sinni
Útsýnið í morgun av veðurstøðini í Havn niðan á Ternyryggi. Bøklaskýggj av høgættini síggjast norðanfyri.
Fríggjadagur, 24. februar 2023
Í morgun sóu tey morgunfúsu reyð skýggj í ljósinum, tá ið sólin reis úr havi. Tað var kølið í morgun, hitalagið lá um frostmarkið, og vit skulu ikki vænta okkum meiri enn 5 stig í dag.
Áðrenn hátrýstið pikkar á dyrnar í morgin, er dagurin í dag tann síðsti á hesum sinni við kaldari høgættarluft. Henda luftin hevur ikki bara kulda við sær, men eisini er loftið klárari við góðum sýni, tí køld luft er vanliga turrari enn heit luft. Skýloftið er skiftandi við bøklaskýggjum, danir kalla tey blomkálsskýggj. Ímillum hesi skýggj er gott pláss til sólarljósið. Vindurin er lítil í dag, og hetta boðar frá góðum til vikuskiftið.