Vátur hásummardagur

Aftan á ein rættiliga turran juni við bert fáum brúgvaløgum, gjørdi regnið av at koma fram við Føroyum á júst ársins longsta degi.

Wet Summerday Main Bb9870c009

Kl. 07.52 kagaði morgunsólin fram í Tórshavn.

Syndarin var eitt lágtrýst, sum ferðaðist norðureftir, ið tók eina sjáldsama leið eystur um Føroyar og sendi brúgvaløg við regni yvir oyggjarnar. Regnið byrjaði sunnanfyri, men var yvir Føroyum um kvøldið og náttina. 

Tær almennu mátingarnar hjá Veðurstovu Føroya vísa, hvussu nógv regn kom niður:

 

Tórshavn:

wet_summerday1.jpg

Eiði:

wet_summerday2.jpg

Fugloy:

wet_summerday3.jpg

Her sæst, at í Tórshavn regnaði tað ímillum kl. 19 og kl. 01 um náttina. Men tað kom mest niður ímillum kl 22 og 23, nevniliga 7,2 mm. Mátingarnar á Eiði vísa, at regnið vardi longri norðanfyri. Men hinvegin regnaði tað minni intensivt, í mesta lagi 3,2 mm eftir einum tíma. Tað byrjaði at regna eitt sindur seinni í Fugloy, eitt sindur eftir midnátt, men regnið vardi alla náttina, tó í minni mongdum, sum leið á náttina.

Í flestu støðum var slitið í í morgun, og morgunsólin kagaði fram. Vit vænta, at sólin fer at verða frammi nógvastaðni kring Føroyar í dag.

Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur á Veðurstova Føroya

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi