Veðrið eftir páskir

Meðan páskavikan byrjaði og endaði við, at brúgvaløg við regni fóru fram við okkum, so var páskavikan merkt av einari veikari veðurskipanum, sum gav okkum tíðarbil við sól, men tó eisini regni og skýggjum.

After Easter Sheep 3C9db65fd8

Hvussu fer veðrið so at hátta sær hesa fyrstu vikuna eftir  páskir?

Sum teg flestu løgdu merki til, so fóru vit hendan týsmorgun út í morgunferðsluna í sólskini, við lítið av vindi og við einum hita, ið longu var komin upp á 7-8 stig í fleiri støðum. Brúgvalagið, ið gav samregn  á 2. páskadegi er nú farin framvið, og vit liggja á baksíðuni í einum mildum luftráki av útsynningi.

Friðurin fer tó ikki at halda á, tí eitt lágtrýst flytur seg í nátt inn yvir Skotland av útsynningi, og mikudagin fara brúgvaløg við regni at koma okkara veg. Av tí at vit liggja á norðursíðuni av lágtrýstinum, so sleppa vit undan tí mesta vindinum, sum ofta liggur á suðursíðuni á lágtrýstunum. Hesin vindurin rakar hesaferð bretsku oyggjarnar, har vindmegin økist til strúkur í vindi av vestri við hørðum hvirlum.

after_easter.pngWindy d.11.apr kl 09: Bert smáskýggjað yvir Føroyum. Norðanfyri sæst regnøkið, ið fór fram við okkum mánadagin, og í teimum tøttu skýggjunum móti útsynningi liggur lágtrýstið, ið er á veg móti Skotlandi, og sum fer at geva okkum mikudagsveðrið.

Teir komandi dagarnar fer veðrið í Føroyum at vera skiftandi, sum tað plagar, og verða merkt av brúgvaløgum við regni, sum fara fram við okkum av útnyrðingi. Eftir hetta klárnar og er turt við tíðarskeiðum við sól. Serliga hósdagur og leygardagur síggja út til at gerast teir dagarnir, har størst møguleiki er fyri sól, um forsagnirnar annars fara at halda.

5 daga forsøgnin er at finna á https://vedur.fo/

Onnur tíðindi

Vís øll tíðindi